Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 88 - 9. mai 2007 Eingin ivi er um, at tað er ein stórur missur fyri Sam­ bandsflokkin, at størsti profilurin í flokkinum í nógv ár nú gevst í politikki. Bárður Nielsen hevur verið sera væl lýddur sum landsstýrismaður ­ og hann var eitt upplagt formansevni hjá flokkinum, sum hevur havt nógvar formanstrupulleikar seinastu árini ­ og hann var eisini upplagda løgmansevnið hjá Sambands­ flokkinum. Tað er valla heldur av ongum, at ein stór fyritøka, sum tann hjá Jákupi á Dul Jacobsen headhuntar sjálv­ an fíggjarmálaráðharran ­ og við tí øllum tí góða »brandinum«, sum er kring hann ­ at standa fyri stóru verkætlanini við Stórutjørn. Spurningurin er, um hetta er ein nýggjur trendur, sum kemur higar til lands, at ungir evnaríkir polit­ ikarar leggja frá sær fyri at taka við avbjóðingum í vinnulívinum. Vit kenna hetta aðrastaðni frá, eitt nú Henning Dyremose í Danmark, sum var fíggjarmála­ ráðharri ­ og sum seinni varð headhuntaður sum stjóri fyri Tele Danmark ­ núverandi TDC. Tað kann sjálvandi vera gott, at politiska skipanin rekruterar vinnulívsleiðarar, men so kunnu vit eisini seta spurnigin, um landsstýrismannalønin er ov lág. Stóri spurningurin er, hvør verður nýggur landsstýris­ maður fyri Sambandsflokkin. Mest upplagdi kandidat­ urin er uttan iva formaðurin sjálvur, Kaj Leo Johanne­ sen. Sum fíggjarmálaráðharri síðstu mánaðirnar fram til valið fær hann profilerað seg ­ og hinvegin kann tað ikki ganga heilt galið, tí hann fær tikið sær æruna av øllum tí góða og víst øll tí óhepna frá sær. Nógv í tingmanning floksins kunnu útilokast: Johan Dahl varð frákoyrdur í hesum valsekiðinum. Alfred Olsen hevur avskrivað seg sjálvan, tí hann er farin úr samgonguni. Edmund Joensen er tingformaður, Lisbeth Petersen er á veg út. Tí er Kaj Leo Johannesen tann mest upplagdi, um tað skal verða ein av teimum fólkavaldu. Men ein stórur trupulleiki er kortini, at um Kaj Leo Johannesen fer í landssstýrið, so stendur løgtingssess­ urin opin fyri Heðini Mortensen, ið sum kunnugt ikki er sambandsmaður longur. Hendir tað, so fer Heðin Mortensen upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum. Fyri Sambandsflokkin er timingin hjá Bárði Nielsen undir øllm umstøðum sera óheppin. Flokkurin missir størsta aktivið og við so stuttum skotbráð fær flokkurin ikki sett nýtt fólk við. Sosialurin Sambandsflokkurin missir størsta aktivið SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tórshavnar Kommuna skip­ ar í heusm døgum fyri um­ hvørvisviku. Sama kommun­ an, sum hevur arbeitt við hond og fót fyri at sleppa undan at gera eina umhvørv­ isárinskanning fyri bingju­ havnini á Oyrareingjum, sum man annars skal sam­ bært havumhvørvislógini frá 2005. Tórshavnar Komm­ una vil ikki gera eina slíka kanning, og onkursvegna hevur man klárað at bilt Inn­ lendismálaráðnum inn, at arbeiðið upp á bingjuhavnina á Oyrareingjum er byrjað áðrenn 2005 á einum øki, sum í býarplaninum ikki bleiv lýst sum havnaøki fyrr enn í 2007. Hetta hong­ ur sjálvsagt ikki saman. Ein kommuna, sum ber seg soleiðis at, hevur ikki umhvørvi sum høga rað­ festing. Bara tað, at stórar útbyggingar kunnu gerast uttan nakra sum helst við­ gerð í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð vísir, at umhvørvið onga raðfest­ ing hevur í stórum málum. Formaðurin í umhvørvis­ nevndini hjá Tórshavnar Kommunu, Elin Lindenskov, atkvøddi fyri at lata J&K Petersen gera arbeiðið upp á bingjuhavnina á Oyrar­ eingjum vitandi um, at eing­ in umhvørvisárinskanning er gjørd. Hvussu nógv hugs­ aði Elin um umhvørvið? Tað nyttar einki at ganga og látast sum um, at umhvørvið hevur ein høga raðfesting, tá man bara hugsar um umhvørvi, tá tað er smáting í havnargøtum, talan er um, meðan man einki ger við umhvørvi, tá stórverkætlanir skulu gerast. At látast sum um at Tórs­ havnar Kommuna raðfestir umhvørvi høgt við einari umhvørvsiviku, samstundis sum man bevíst roynir at sleppa sær undan at gera umhvørvisarinskanning fyri eitt stórt bingjuhavns­ projekt upp á túsundtals fer­ metrar á Oyrareingjum, tað eitur ­ við einum útlendskum orði – hyklarí. Í grøna blaðnum, sum Tórs­ havnar kommuna hevur sent øllum borgarum sínum, eru mong frálík tiltøk og uppskot, m.a. at taka lortin upp eftir teimum eftirhond­ ini sera mongu hundunum, og lata tað í nýggj ruskíløt, tí ikki er tað ”lekkurt” at slíkt sløðist allastaðni. – Alt hetta er jú frálíkt, og ein partur av at ”raðfesta um­­ hvørvið høgt” Mongu urðirnar og veld­ igu klettarnir fram við líðini undir røðini á Húsareyni eru stórbært og sjáldsamt lendi á okkara leiðum, sum vit, sum búgva fram við Villingadalsvegnum og tey mongu, sum ganga túrar fram við kunnu gleðast um hvønn dag. Umhvørvisvikan fær meg nú at hugsa um, at her í líðini oman fyri traðir­ nar átti býráðið at gjørt gongugøtu, so tað nógva fólkið, sum bæði gongur og rennur úti tíðliga og seint, uppaftur betri kundi notið fuglalívið og hetta hálvvilla og í støðum trøllsliga lendi. Væl av grágás er seinnu árini farið at eiga í hamri­ num og urðunum her undir reyninum, og á eini av traðu­ num eiga eini 30 brandgæs, so dagliga sær tú eisini smá­ ar flokkar av brandgásum strúka fram við tromini. Nú búgvi eg í grundini mitt í havnini, og tó, gloppi eg dyrnar ella vindeyga, so hoyrast fuglarnir syngja og tjøldrini láta uttanfyri, dunn­ ur gvagga, hanarnir gala lystiliga og gæsnar ganga so fattar við ungum, meðan onkur steggi enn liggur og bíðar spentur í reiðursmunn­ anum til bøgan kemur út við ungunum. Hjá mongum er hetta forkunnugt at upp­ liva, og tí koma børn og fólk við børnum ofta at vitja, at síggja alt hetta lív­ ið. Soleiðis hevur verið alt eg minnist, men seinastu 20­25 árini hava vit tó livað við tí marru, at ætlan hevur verið at ein høvuðs lands­ vegur skal skera seg ígjøg­ num líðina og traðirnar. Tá mál um Ytra Ringveg var fyri á Føroya Løgtingi, helt Heini í Kunoy nakað soleiðis fyri: ”sjálvandi má vegakervið byggjast út, men hví komandi ferðsla úr Eysturoy/Norðoyggjum og Sandoy/Suðuroy skal kroyst­ ast niðan undir Krákugjógv, tað skilji eg einki av”, og neyvan man nakar annar sum ”raðfestir um­hvørvið høgt” skilja hetta. Hóast Tórshavnar Býráð nakað síðan gjørdi vart við, at teir ikki ynskja hesa vega­ føring, frættist tó, at enn verður arbeitt út frá upp­ runaligu ætlanini við smærri broytingum, og at nú skal enntá gerast pláss fyri at vegur við 4 sporum skal kunna leggjast her um nøkur ár. Vegurin skal um ”Varðholuna” koma í Oyggj­ arvegin, men tá autostrada við 4 sporum er farin um hetta gamla fólkafundarstað, verður lítið pláss eftir í Varðholuni. Bogi Hansen, sum tosaði um vegurlagsbroytingar nú týsdagin, hevur endurgivið ein álending fyri at hava sagt, at ein politikari hugsar bert tvey (hægst fýra) ár fram í tíðina, meðan ein ”statsmaður” hugsar um tvey tey næstu ættarliðini. Landsverk kann ikki hugsa meira enn eitt ár, tí játtaðir pengar mugu jú brúkast áðrenn játtanin fellur aftur til landskassan, og landsverk ger væl bert tað, sum politik­ arnir biða um. Hava vit nakrar ”stats­ menn” millum okkara politikarar, fara eisini kom­ andi ættarlið at kunna njóta fuglalív og óspilta náttúru meðan tey spáka ella ”jogga” eftir gongugøtu í hesum sjaldsama lendi, ið hóast alt liggur mitt í Havn­ ini. Og tey fara als ikki at hoyra larmin frá 4 sporaðu autostraduni, ið helst liggur longur uppi á slætta reyni­ num, og kunnu ásanna at Tórshavnar býráð ”raðfesti um­hvørvið høgt” hjá sínum borgarum í tí harrans ári 2007. Við umhvørviskvøðu Umhvørvisvikan er dupultmoralur Umhvørvisvika 2007 – Vit raðfesta umhvørvið høgt Signabøur Felagið Bygdabjarging HøgNI JoHANSEN PÍL REINERt