mikudagur 9. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 88 - 9. mai 2007
Egnar pengaseðlar
Næsta ár fáa grønlendingar sínar egnu
pengaseðlar, eins og føroyingar hava havt
í mong ár. Fólkatingið samtykti í gjár eitt
uppskot frá Bendt Bendtsen, ráðharra í
búskaparmálum, um serligar grønlendskar
pengaseðlar. Málið verður nú latið Tjóð
bankanum, og greitt er, at í fyrsta umfari
verður talan um fimm ymsar seðlar, sum
Naja Abelsen, listafólk, skal prýða. Grøn
lendsku pengaseðlarnir koma í umfar tíð
liga næsta ár.
Fleiri fáa arbeiðsloyvi
Nýggj tøl vísa, at munandi fleiri fólk fáa arbeiðsloyvi
í Danmark nú enn fyri tveimum árum síðani. Tølini
vísa, at síðani tíðliga í fjør hava altsamt fleiri
útlendingar fingið arbeiðsloyvi. Í fyrsta ársfjórðingi
í ár vórðu 6.095 arbeiðsloyvi útskrivað, og tað var
26 prosent fleiri enn í seinasta ársfjórðingi í fjør.
Tað eru framvegis yvirhøvur fólk úr Póllandi, sum
leita sær til Danmarkar, og tey eiga eisini meiri enn
helmingin av nýggju arbeiðsloyvunum.
Tað eru fýra fólk, sum
eru ákærd í stóra
rúsevnismálinum.
Kvinnan skal inn at
sita í hálvttriðja ár. 22
ára gamli maðurin
skal revsast við einum
lítlum ári handan
rimar, og 33 ára gamli
maðurin skal í gegli í
eitt hálvt ár. Tað eru
ynskini hjá ákæra
num. Bíðað verður
við dóminum til 20
ára gamla mannin
NARKO
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hálvttriðja ára treytaleysa
fongsulsrevsing. Tað er revs
ingin, sum ákærin metir
vera hóskiliga til 30 ára
gomlu kvinnuna. Verjin sig
ur, at eitt ár er nóg mikið.
Kvinnan er ákærd í til
samans 34 førum. Ákærur
um smugling og sølu av rús
evnum, um at fjala rúsevnir
og at nýta rúsevnir, umframt
onnur brot á revsilógina,
eitt nú brot á apotekaralóg
ina, embætismisnýtslu og
grovt tjóvarí.
– Eg veit eg havi gjørt
okkurt skeivt, og eg vil taka
ta revsing, sum prógvast, at
eg eigi at fáa. So vil eg eis
ini siga, at eg angri og
skammist um, tað eg gjørdi
í mínum arbeiði. At eg breyt
álitið fólk høvdu á mær,
segði kvinnan, sum fekk
seinasta orðið á drúgva rætt
arfundinum í gjár. Hon bað
síðani dómarin um at vísa
atlit, tá hann metti um dóm
in til hennara, tí hon hevur
sitið varðhaldsfongslað í
meiri enn fimm mánaðir –
harav hálvanannan mánað í
isolatión.
Selt fyri 184.000 kr
Ákærin metir, at kvinnan
hevur umsitið fyri millum
250 og 300 gramm av
amfetamini, og at hald skal
leggjast á tilsamans 184.400
krónur, ið kvinnan skal
hava forvunnið úr hesum
og hassjinum, sum hon hev
ur játtað, at hon hevur
smuglað til Føroya. Hesa
mongd av amfetamin og
peningaupphæddina grund
ar ákærin á útrokningar frá
avlurtingum, kontoupplýs
ingum og øðrum.
Verjin, Jógvan Páll Lass
en, er langt frá samdur við
ákæran. Hann heldur, at
málið er gjørt nakað væl
størri enn tað í veruleikanum
er.
– Málið er einfalt. Hon
(t.e. kvinnan, blðm.) hevur
móttikið 100 gramm av
amfetamin frá einum dana,
og selt víðari av tí. Tað er
prógvað og tað er tað, sum
vit mugu fyrihalda okkum
til, segði Jógvan Páll Lass
en, sum skýrdi útrokningar
og mátan hjá ákæranum at
seta málið upp uppá, at vera
tendensiøst.
Lítið ár handan rimar
22 ára gamli maðurin hevur
24 ákærur ímóti sær. Ákær
in heldur, at 10-11 mánaðir
handan rimar er tað, ungi
maðurin hevur uppiborið
fyri lógarbrot síni. Ákærin
legði serliga stóran dent á,
at 22 ára gamli maðurin
hevði virkað sum millum
maður fyri 30 ára gomlu
kvinnuna, og selt fyri hana.
Hann er eisini ákærdur fyri
at hava smuglað og roynt at
smuglað rúsevni til Føroya.
Verjin hansara vísti á, at
22 ára gamli maðurin upp
runaliga var ákærdur fyri at
hava smuglað eitt hálvt kilo
av amfetamin til Føroya,
men at ákærurnar nú als
ikki vóru so umfatandi.
Verjin vísti á, at 22 ára
gamli maðurin ikki hevði
havt nakran forvinning av
søluni, og at hann ikki hev
ur nortið rúsevni síðani
hann varð handtikin 1.
desember í fjør. Tískil metti
verjin, at eitt hálvt ár og
allarhægst sjey mánaðir
handan rimar var hóskiligt,
og at dómarin átti at síggja
burtur frá kravinum hjá verj
anum, um at leggja hald á
34.000 krónur, sum ákærin
metti vera vinningurin hjá
manninum.
Somuleiðis
legði verjin fram ynski um,
at ein partur av dóminum
skuldi vera treytaður.
– Eg veit eg havi gjørt
nakað galið, og nú vil eg
bara hava tað revsing, eg
havi uppiborið, segði 22 ára
gamli maðurin í rættinum í
gjár. Hann heitti tó á dóm
arin um at taka atlit fyri, at
hann hevur sitið varðhalds
fongslaður leingi, og at
hann er undir útbúgving,
sum hann ætlar at fullføra í
summar.
Persónskannast av
kriminalforsorgini
20 ára gamli maðurin hevur
tólv ákærur ímóti sær. Ein
er eitt harðskapsmál, meðan
hinar allar fevna um rús
evni. Ákæruvaldið kom tó
ikki við nøkrum kravi um
revsing mótvegis honum, tí
avgjørt er at lata hann per
sónkannast av kriminalfor
sorgini, soleiðis at hann
møguliga kann fáa ein treyt
aðan dóm. Tó kravdi ákæru
valdið, at hald verður lagt á
2900 krónur, sum mett verð
ur at hann hevur havt sum
vinning.
Málið hjá tí fjórða ákærda
varð avgreitt fyri trimum
vikum síðani. Tað snýr sum
um ein 33 ára gamlan mann,
sum hevur smugla hassj til
Føroya og selt tað her. Ákær
in krevur hann dømdan
hálvt ára fongsulsrevsing.
Um hetta verður revsing
hansara, og hvussu verður
við kvinnuni og 22 ára
gamla manninum, fáa vit
svar upp á mánadagin kl.
15.
Dómsviðgerðin í
størsta rúsevnismáli
í Føroya søgu var í
gjár, og eftir meiri
enn sjey tímar í
rættarsalinum varð
gjørt av, at dómur
fellur seinnapartin
mánadagin
NARKO
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey hava bíðað leingi, og
tey sleppa at bíða nakað
enn. Síðani 30 ára gamla
kvinnan, 22 og 20 ára
gamli maðurin vórðu hand
tikin í einum bili í Havn 1.
desember í fjør, hava tey
bíðað eftir avgerðini um,
hvussu teirra framtíð kem
ur at síggja út.
Í gjár roknaðu tey við,
at hetta fór at verða
avklárað, men eftir góðar
sjey tímar í rættarsalinum
máttu tey ásanna, at tað
ikki verður fyrr enn mána
dagin í komandi viku, at
dómur fellur.
– Eg tími ikki at bíða
meir, segði 30 ára gamla
kroysta kvinnan við grátu
rødd, tá dómarin spurdi
hana, um hon ynskti at fáa
málið avgreitt í gjár, ella
um tað kundi útsetast eina
viku.
Dómarin
gjørdi
greitt, at av tí at talan var
um so nógvar ákærur móti
kvinnuni – tilsamans 34 –,
so er tað bara til hennara
fyrimun, um hon gekk við
til at útseta málið. Alterna
tivið var, at hann avsegði
dómin seint mánadagin,
og tað kom so ikki at vera
til hennara fyrimun.
Og hóast kvinnan ongan
iva lat vera um, at hon
bara ynskir at fáa hetta út
av verðini og avgreitt, so
góðtók hon í samráð við
verja sín at útseta málið til
mánadagin 14. mai kl.
15.00.
Tá fær 22 ára gamli
maðurin eisini sín dóm,
meðan 20 ára gamli mað
urin sleppur at bíða nakað
longri. Hetta tí, at hann
skal persónskannast av
kriminalforsorgini fyri at
staðfesta, um hann møgu
liga kann sleppa við treyt
aðum ella partvíst treytað
um dómi.
Dómur fellur
mánadagin
Stóra rúsevnismálið:
Krevur hálvttriðja ára fongsul
Kvinnan hevur umsitið
fyri millum 250 og 300
gramm av amfetamini,
og hald skal leggjast á
tilsamans 184.400 krónur,
sigur ákærin
tilvildarlig mynd: polfoto
tíðindi