Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Nr. 88 - 9. mai 2007 Egnar pengaseðlar Næsta ár fáa grønlendingar sínar egnu pengaseðlar, eins og føroyingar hava havt í mong ár. Fólkatingið samtykti í gjár eitt uppskot frá Bendt Bendtsen, ráðharra í búskaparmálum, um serligar grønlendskar pengaseðlar. Málið verður nú latið Tjóð­ bankanum, og greitt er, at í fyrsta umfari verður talan um fimm ymsar seðlar, sum Naja Abelsen, listafólk, skal prýða. Grøn­ lendsku pengaseðlarnir koma í umfar tíð­ liga næsta ár. Fleiri fáa arbeiðsloyvi Nýggj tøl vísa, at munandi fleiri fólk fáa arbeiðsloyvi í Danmark nú enn fyri tveimum árum síðani. Tølini vísa, at síðani tíðliga í fjør hava altsamt fleiri útlendingar fingið arbeiðsloyvi. Í fyrsta ársfjórðingi í ár vórðu 6.095 arbeiðsloyvi útskrivað, og tað var 26 prosent fleiri enn í seinasta ársfjórðingi í fjør. Tað eru framvegis yvirhøvur fólk úr Póllandi, sum leita sær til Danmarkar, og tey eiga eisini meiri enn helmingin av nýggju arbeiðsloyvunum. Tað eru fýra fólk, sum eru ákærd í stóra rúsevnismálinum. Kvinnan skal inn at sita í hálvttriðja ár. 22 ára gamli maðurin skal revsast við einum lítlum ári handan rimar, og 33 ára gamli maðurin skal í gegli í eitt hálvt ár. Tað eru ynskini hjá ákæra­ num. Bíðað verður við dóminum til 20 ára gamla mannin NARKO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hálvttriðja ára treytaleysa fongsulsrevsing. Tað er revs­ ingin, sum ákærin metir vera hóskiliga til 30 ára gomlu kvinnuna. Verjin sig­ ur, at eitt ár er nóg mikið. Kvinnan er ákærd í til­ samans 34 førum. Ákærur um smugling og sølu av rús­ evnum, um at fjala rúsevnir og at nýta rúsevnir, umframt onnur brot á revsilógina, eitt nú brot á apotekaralóg­ ina, embætismisnýtslu og grovt tjóvarí. – Eg veit eg havi gjørt okkurt skeivt, og eg vil taka ta revsing, sum prógvast, at eg eigi at fáa. So vil eg eis­ ini siga, at eg angri og skammist um, tað eg gjørdi í mínum arbeiði. At eg breyt álitið fólk høvdu á mær, segði kvinnan, sum fekk seinasta orðið á drúgva rætt­ arfundinum í gjár. Hon bað síðani dómarin um at vísa atlit, tá hann metti um dóm­ in til hennara, tí hon hevur sitið varðhaldsfongslað í meiri enn fimm mánaðir – harav hálvanannan mánað í isolatión. Selt fyri 184.000 kr Ákærin metir, at kvinnan hevur umsitið fyri millum 250 og 300 gramm av amfetamini, og at hald skal leggjast á tilsamans 184.400 krónur, ið kvinnan skal hava forvunnið úr hesum og hassjinum, sum hon hev­ ur játtað, at hon hevur smuglað til Føroya. Hesa mongd av amfetamin og peningaupphæddina grund­ ar ákærin á útrokningar frá avlurtingum, kontoupplýs­ ingum og øðrum. Verjin, Jógvan Páll Lass­ en, er langt frá samdur við ákæran. Hann heldur, at málið er gjørt nakað væl størri enn tað í veruleikanum er. – Málið er einfalt. Hon (t.e. kvinnan, blðm.) hevur móttikið 100 gramm av amfetamin frá einum dana, og selt víðari av tí. Tað er prógvað og tað er tað, sum vit mugu fyrihalda okkum til, segði Jógvan Páll Lass­ en, sum skýrdi útrokningar og mátan hjá ákæranum at seta málið upp uppá, at vera tendensiøst. Lítið ár handan rimar 22 ára gamli maðurin hevur 24 ákærur ímóti sær. Ákær­ in heldur, at 10­11 mánaðir handan rimar er tað, ungi maðurin hevur uppiborið fyri lógarbrot síni. Ákærin legði serliga stóran dent á, at 22 ára gamli maðurin hevði virkað sum millum­ maður fyri 30 ára gomlu kvinnuna, og selt fyri hana. Hann er eisini ákærdur fyri at hava smuglað og roynt at smuglað rúsevni til Føroya. Verjin hansara vísti á, at 22 ára gamli maðurin upp­ runaliga var ákærdur fyri at hava smuglað eitt hálvt kilo av amfetamin til Føroya, men at ákærurnar nú als ikki vóru so umfatandi. Verjin vísti á, at 22 ára gamli maðurin ikki hevði havt nakran forvinning av søluni, og at hann ikki hev­ ur nortið rúsevni síðani hann varð handtikin 1. desember í fjør. Tískil metti verjin, at eitt hálvt ár og allarhægst sjey mánaðir handan rimar var hóskiligt, og at dómarin átti at síggja burtur frá kravinum hjá verj­ anum, um at leggja hald á 34.000 krónur, sum ákærin metti vera vinningurin hjá manninum. Somuleiðis legði verjin fram ynski um, at ein partur av dóminum skuldi vera treytaður. – Eg veit eg havi gjørt nakað galið, og nú vil eg bara hava tað revsing, eg havi uppiborið, segði 22 ára gamli maðurin í rættinum í gjár. Hann heitti tó á dóm­ arin um at taka atlit fyri, at hann hevur sitið varðhalds­ fongslaður leingi, og at hann er undir útbúgving, sum hann ætlar at fullføra í summar. Persónskannast av kriminalforsorgini 20 ára gamli maðurin hevur tólv ákærur ímóti sær. Ein er eitt harðskapsmál, meðan hinar allar fevna um rús­ evni. Ákæruvaldið kom tó ikki við nøkrum kravi um revsing mótvegis honum, tí avgjørt er at lata hann per­ sónkannast av kriminalfor­ sorgini, soleiðis at hann møguliga kann fáa ein treyt­ aðan dóm. Tó kravdi ákæru­ valdið, at hald verður lagt á 2900 krónur, sum mett verð­ ur at hann hevur havt sum vinning. Málið hjá tí fjórða ákærda varð avgreitt fyri trimum vikum síðani. Tað snýr sum um ein 33 ára gamlan mann, sum hevur smugla hassj til Føroya og selt tað her. Ákær­ in krevur hann dømdan hálvt ára fongsulsrevsing. Um hetta verður revsing hansara, og hvussu verður við kvinnuni og 22 ára gamla manninum, fáa vit svar upp á mánadagin kl. 15. Dómsviðgerðin í størsta rúsevnismáli í Føroya søgu var í gjár, og eftir meiri enn sjey tímar í rættarsalinum varð gjørt av, at dómur fellur seinnapartin mánadagin NARKO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tey hava bíðað leingi, og tey sleppa at bíða nakað enn. Síðani 30 ára gamla kvinnan, 22 og 20 ára gamli maðurin vórðu hand­ tikin í einum bili í Havn 1. desember í fjør, hava tey bíðað eftir avgerðini um, hvussu teirra framtíð kem­ ur at síggja út. Í gjár roknaðu tey við, at hetta fór at verða avklárað, men eftir góðar sjey tímar í rættarsalinum máttu tey ásanna, at tað ikki verður fyrr enn mána­ dagin í komandi viku, at dómur fellur. – Eg tími ikki at bíða meir, segði 30 ára gamla kroysta kvinnan við grátu­ rødd, tá dómarin spurdi hana, um hon ynskti at fáa málið avgreitt í gjár, ella um tað kundi útsetast eina viku. Dómarin gjørdi greitt, at av tí at talan var um so nógvar ákærur móti kvinnuni – tilsamans 34 –, so er tað bara til hennara fyrimun, um hon gekk við til at útseta málið. Alterna­ tivið var, at hann avsegði dómin seint mánadagin, og tað kom so ikki at vera til hennara fyrimun. Og hóast kvinnan ongan iva lat vera um, at hon bara ynskir at fáa hetta út av verðini og avgreitt, so góðtók hon í samráð við verja sín at útseta málið til mánadagin 14. mai kl. 15.00. Tá fær 22 ára gamli maðurin eisini sín dóm, meðan 20 ára gamli mað­ urin sleppur at bíða nakað longri. Hetta tí, at hann skal persónskannast av kriminalforsorgini fyri at staðfesta, um hann møgu­ liga kann sleppa við treyt­ aðum ella partvíst treytað­ um dómi. Dómur fellur mánadagin Stóra rúsevnismálið: Krevur hálvttriðja ára fongsul Kvinnan hevur umsitið fyri millum 250 og 300 gramm av amfetamini, og hald skal leggjast á tilsamans 184.400 krónur, sigur ákærin tilvildarlig mynd: polfoto tíðindi