Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2007 23 · Volkswagen Golf: 545.608 · Opel Astra: 452.749 · Peugeot 207/206: 443.780 · Renault Clio: 431.702 · Ford Focus: 418.300 · Fiat Grande Punto/ Punto: 400.996 · Ford Fiesta: 353.644 · Volkswagen Passat: 331.801 · Peugeot 306/307: 306.448 · Volkswagen Polo: 294.993 Kelda: Automotive News Europe Bilarnir, sum vórðu umrøddir í úrvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin 9. mai, vóru Jeep Grand Cherokee og Ssangyong Rodius Bilar Í útvarpssendingini “Bylgj­ an” í Kringvarpi Føroya miku­dagin vóru tveir bilar umrøddir. Talan var um Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD, er ein luksus SUV (Sport Utility Vehicle), og Ssangyong Rodius, ið er ein stórur MPV (Multi Purpose Vehicle) við plássi til sjey ferðandi við við­ føri. Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD er ein luksus SUV (Sport Utility Vehicle) við allari hugsandi útgerð. Bilurin, ið varð royndar­ koyrdur, hevði 3,0 litra V6 turbodiesel við commonrail innspræning og 218 hk. Motorurin er ljóðleysur, kraft­ar væl og er sera kvik­ ur. Grand Cherokee fæst eis­ ini við tveimum V8 motor­ um upp á ávikavist 4,7 g 5,7 litrar. Grand Cherokee hevur Quadra-Drive II skipan, sum alla tíðina syrgir fyri, at rætta drívmegin er, har hon skal vera. Grand Chero­ kee orkar væl at sleipa og er væl egnaður til t.d. an­ hang­ara og til hestatrans­ port. Bilurin, sum var royndar­ koyrdur, var ein Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD, ið kost­ ar kr.640.000. Í bíligastu út­gávuni kostar Jeep Grand Cherokee kr. 522.000 og 393.000 sum Van hjá Ivan Johansen Bilum. Ssangyong Rodius er ein av størstu MPV (Multi Pur­ pose Vehicle) á marknaði­ num. Bilurin er yvir fimm metrar langur og vigar yvir tvey tons. Motorurin er ein 5 syl. dieselmotor på 2,7 liters med 165 hk og 342 Nm. Motorurin og automatgir­kassin eru frá Mercedes-Benz. Innrættingin er sera liði­ lig, t.d. kunnu setrini í miðj­ uni snarast 180 stig, so tey venda ímóti teimum á aft­ asta rað. Hóast øll 7 setrini eru í brúk, er viðførisrúmið stórt (875 litrar). Við øllum setru­ num niðri hevur Rodius eitt vørurúm upp á yvir 3.000 litrar. Bilurin, sum var royndarkoyrdur, var ein Ssangyong Rodius Spirit Aut. 4x4 kostar kr. 386.431. Bíligasti SsangYong Rodius XDI Freedom kostar kr. 319.258 hjá Bilverkstaðnum v.H.J. Kollsker á Hjalla. Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum tosaði við Sofus Hansen, bilbyggj­ ara, og Óla Jákup Rólants­ son og Magnus Gunnarsson, sum skriva um bilar í ávikavist Vikublaðnum og Sosialinum. mg. Bilarnir í “Kringvarpsgarasjuni”: Rodius og Grand Cherokee VW Golf mest seldi bilur í Evropa Tíggju teir mest seldu bilarnir í Europa 2006 Bilarnir í “Bylgjuni” í Kringvarpi Føroya mikudagin vóru Ssangyong Rodius 2,7 XDI og Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD Ellisakfar til sølu Volvo 144 sedan, árg. 1971. Bilurin varð høvuðs­ umvældur í 1994 og er í góðum standi. Bert tveir eigarar, einans koyrt 85.000 km. Tel. 282805 Ssang Rodius Jeep Cherokee Jeep Cherokee og Ssangyong Rodius bilar