Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 88 - 9. mai 2007 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Svenskur Cadillac Wagon Cadillac eru ikki longur einans stórir amerikanskir ”flótarar”, men nú verða teir eisini gjørdir í Skandinavia til evropeiska marknaðin. Cadillac BLS verða gjørdir á Saab verksmiðjuni í Svøríki Bilar Cadillac BLS, sum í nøkur ár hevur verið gjørdur á Saab verksmiðjuni í Trollhättan í Svøríki, kemur nú sum stationcar, ið eisini er bygdur yvir Saab 9-3 platt- formin eins og sedan útgávan. Umframt 4 syl. motorar frá 175 til 210 hk, fæst Cadillac BLS við V6 motori við 255 hk. BLS fæst eisini við 1.9 litra dieselmotori við 150 hk. Tað eru General Motors sum eiga Saab. mg Toyota eftir stødd Seinasta hósdag stóðu hesir tríggir Toyota bilarnir á rað á Eystaru bryggju í Havn. Tað áhugaverda við hesi myndini er at bilarnir – helst ótilvitað – standa á rað eftir stødd. Fremst er Toyota Auris (avloysarin fyri Corolla), síðan kemur Yaris og Aygo. Síðan Toyota Corolla kom til Evropa fyri 40 árum síðan, sum tann minsti Toyota um okkara leiðir, er hann alla tíðina vaksin nakað, so hvørt sum nýggj modell koma á marknaðin. Nýggi Yaris er eisini størri enn forgangarin. Tendensurin hjá flestu bilmodellum er at so hvørt sum nýggj modell koma, eru tey eitt sindur størri enn forgangarin. Einaferð verð- ur Toyota Aygo kanska líka stórur sum Yaris, og Yaris verður líka stórur sum Auris er í dag. Longdin á hesum trimum bilum er: Auris 4,22 m, Yaris 3,75 m og Aygo 3,41 m. mg Í sambandi við at Ford Transit er kosin ”International Van of the Year 2007”, gera Ford í Evropa nógv gjørt burtur hesum heiðuri. Á grundøkinum hjá “Fords Dunton Technical Centre”, nærhendis London, hava teir sett upp eitt 15 metrar høgt heiðurstekin við ein byggipall, har tríggir ”fullvaksnir” Transit vørubilar eru lyftir upp á byggipallin. Endamálið hjá Ford Europe við hesum átaki er at marknaðarføra Ford Transit sum ársins vørubil 2007. mg Ford Transit: »International Van of the Year 2007« Toyota eftir stødd. Fremst (frá høgru) Toyota Auris, Toyota Yaris og Toyota Aygo. Bilarnir eru á veg til Suðuroyar og skulu við Smyrli Stóri byggipallurin við trimum Ford Transit vørubilum hjá “Fords Dunton Technical Centre”, nærhendis London