mikudagur 9. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 88 - 9. mai 2007
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf. 341800
bilar
Svenskur
Cadillac Wagon
Cadillac eru ikki longur einans stórir
amerikanskir ”flótarar”, men nú verða teir eisini
gjørdir í Skandinavia til evropeiska marknaðin.
Cadillac BLS verða gjørdir á Saab verksmiðjuni í
Svøríki
Bilar
Cadillac BLS, sum í nøkur ár hevur verið gjørdur á
Saab verksmiðjuni í Trollhättan í Svøríki, kemur nú
sum stationcar, ið eisini er bygdur yvir Saab 9-3 platt
formin eins og sedan útgávan.
Umframt 4 syl. motorar frá 175 til 210 hk, fæst
Cadillac BLS við V6 motori við 255 hk. BLS fæst eisini
við 1.9 litra dieselmotori við 150 hk.
Tað eru General Motors sum eiga Saab.
mg
Toyota eftir stødd
Seinasta hósdag stóðu hesir
tríggir Toyota bilarnir á rað
á Eystaru bryggju í Havn.
Tað áhugaverda við hesi
myndini er at bilarnir – helst
ótilvitað – standa á rað eftir
stødd. Fremst er Toyota
Auris
(avloysarin
fyri
Corolla), síðan kemur Yaris
og Aygo.
Síðan
Toyota
Corolla
kom til Evropa fyri 40 árum
síðan, sum tann minsti
Toyota um okkara leiðir, er
hann alla tíðina vaksin
nakað, so hvørt sum nýggj
modell koma á marknaðin.
Nýggi Yaris er eisini størri
enn forgangarin.
Tendensurin hjá flestu
bilmodellum er at so hvørt
sum nýggj modell koma,
eru tey eitt sindur størri enn
forgangarin. Einaferð verð
ur Toyota Aygo kanska líka
stórur sum Yaris, og Yaris
verður líka stórur sum Auris
er í dag. Longdin á hesum
trimum bilum er: Auris
4,22 m, Yaris 3,75 m og
Aygo 3,41 m.
mg
Í sambandi við at Ford Transit er
kosin ”International Van of the
Year 2007”, gera Ford í Evropa
nógv gjørt burtur hesum heiðuri.
Á grundøkinum hjá “Fords
Dunton Technical Centre”,
nærhendis London, hava teir sett
upp eitt 15 metrar høgt
heiðurstekin við ein byggipall,
har tríggir ”fullvaksnir” Transit
vørubilar eru lyftir upp á
byggipallin.
Endamálið hjá Ford Europe við
hesum átaki er at marknaðarføra
Ford Transit sum ársins vørubil
2007.
mg
Ford Transit:
»International Van of the Year 2007«
Toyota eftir stødd. Fremst (frá høgru) Toyota Auris, Toyota Yaris og Toyota Aygo. Bilarnir eru á veg til Suðuroyar og skulu við
Smyrli
Stóri byggipallurin við
trimum Ford Transit
vørubilum hjá “Fords
Dunton Technical Centre”,
nærhendis London