mikudagur 9. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 88 - 9. mai 2007
tíðindi
Eg óttist fyri, at
sokallaða vælferðin so
væl og virðiliga hevur
gjørt okkum til trælir
aftur – nýtímans10-,
12- ella kanska 14
tíma arbeiðsdaga træl
ir, segði Jenis av Rana
1 MAIDAGSHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
mynd: Álvur Haraldsen
Tað var løgtingslimurin hjá
Miðflokkinum, Jenis av Rana,
sum í ár var høvuðsrøðari
á 1. maidagshaldinum hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann legði soleiðis fyri:
- Parolan, ið breiddi seg
um allan heim í sambandi við
kollveltingina í 1780‘unum,
var jú frælsi, javnaður og
brøðralag. Undir hesum
heitum fóru verkafólk í stríð
fyri at vinna sær liviverdar
sømdir, fyrst av øllum ta
løn, ið arbeiði teirra hevði
uppiborið (og her kundi
je passandi mint á orð
Jesusar og Paulusar, har teir,
hvør í sínum lagi, siga, at:
arbeiðsmaðurin er løn sína
verdur, og arbeiðsmaðurin
er føði sína verdur). Hesi
verkafólk, tey, ið vórðu mett
lægst av øllum lágum at vera
tá á døgum, hesi, ið arbeiddu
dag og nátt, og livdi í djúpastu
armóð, stríddust harumframt
fyri einum arbeiðsdegi, har
tíð var til teirra kæru og ikki
bert til trælahald. Verkamenn
í Melbourne (og hetta er úr
1800 talinum) søgdu soleiðis
um mál sítt: Eight hours to
work - Eight hours to play
- Eight hours to sleep (átta
tímar til arbeiðis, átta tímar til
spæl og átta tímar til svøvn),
segði Jenis av Rana.
Og tað eydnaðist teimum,
helt hann fram. - Tað, sum
okur rokna sum náttúrligt,
og sum ger at okur kunnu
samlast her í dag, kostaði tó
nógv - og fleiri teirra lívið.
Millum teirra havi je hug at
nevna August Spies, ið var
blaðstjóri á Chicago Arbeiter-
Zeitung. Saman við øðrum
stríddist hann stríð teirra
líðandi, og tað førdi hann
í gálgan, segði formaður
Miðfloksins í røðuni.
Dagin tá hann, sjálvur
triði, varð hongdur í gálgan,
av órøttum skuldsettur
fyri uppreistur í kendum
stríði á Haymarket Square
í Chicago, segði hann hesi
kendu orð: there will be a
time when our silence will
be more powerful than the
voices you strangle today.
Leysliga títt minti hann á,
at »dagar koma, tá tøgnin tit
skapa av okkum, fer at verða
sterkari enn tær røddir tit í
dag kvæla«.
Heimsins mótsagnir
- Teir vunnu rættin til 8 tímars
arbeiði - og tað er hesin rættur,
sum meira enn nakað annað
um allan heim verður knýttur
at 1. mai dags haldinum. Og
vegna tað sama standa okur
so her í dag - men je freistist
at spyrja: eigur føroyingurin
hendan rættin í dag? Eigur
vestlendingurin hendan rætt
in? Ella kanska rættari: rúmar
dagsins sokallaða vælferð
hesum 8 tímars rætti, spurdi
Jenis.
- 8 tíma arbeisðdagurin
varð vunnin í Australia og
í New Zealandi heilt afturi
í 1850’unum, í USA um
aldarskifti, í Danmark í 1919
- og okur kundu hildi á - men
lat meg spyrja føroyska fak
felagsleiðaran/føroyska
politikaran/føroyska verka
mannin - ja føroyingin sum
heild – heldur tú, at vanligi
føroyingurin eigur hendan
rættin í dag, vildi Jenis
vita.
Hann ivaðist í, um verka
fjøldin var so væl fyri. - Je
óttist, at sokallaða vælferðin
so væl og virðiliga hevur
gjørt okkum til trælir aftur
– nýtímans10-, 12- ella
kanska 14 tíma arbeiðsdaga
trælir, metti Jenis av Rana.
Hann helt tað vera stóra
mótsøgn, at verkamanna
fjøldin hátíðarhelt ein 8-tímar
arbeiðsdag, sum als ikki var
nóg mikið til eitt virðiligt lív.
Og síðani vísti hann á fleiri
mótsøgnir í tí heimi, vit liva
í. Hungur, hóast goymslur
standa á tremur við mati.
Sjúkur, hóast meiri enn nóg
mikið er til av grøðandi
heilivági. Kríggj, hóast fólk
rópa eftir friði. Hóttandi lágt
barnsburðartal, samstundis
sum vit fremja fosturtøkur,
fyri at nevna burtur úr rúgv
uni.
- Av sonnum ein neyðars
heimur, har sjálvsøkni hevur
otað seg til háborðs, segði
Jenis av Rana.
Frælsi, javnaður
og brøðralag
- Je hevði tann forrætt at
vaksa upp í einum umhvørvi
har hesi vóru daglig, vird
og kend. Boðskapurin um
ta ultimativu og frígerðandi
frelsuna, varð borin mær
av foreldrum og trúgvandi
vinum teirra, og boðskapurin
um brøðralagið og javnaðin,
var ein náttúrligur partur av tí
trúgv, ið av foreldrunum varð
løgd í mje í barnaheiminum í
Trongisvági, segði Jenis, sum
ynskti fyri mannamúgvuna
á Vaglinum hendan dagin,
at tey eisini kundu uppliva
Hann.
Síðani vendi hann sær
til fakfeløgini um Føroya
Banka:
- Í dag umboða tit - Víg
dis, Hans, Ingeborg, Jan,
Gunnleiv, Heidi, Ása, Vár
og okur kundu nevnt fleiri
- tykur umboða túsundur
av monnum og kvinnum,
sum hvør eigur ein/48000
túsunda part av einum í
Føroyum kendum banka.
Ábyrgdin er stór, ovurhonds
stór á herðum tykra, at forða
fyri at hendan ogn lima tykra
verður seld fyri undirprís til
nakrar - føroyingar ella danir,
sum so kunnu ríka seg enn
meira av ogn allra. Í 90’unum
kostaði tað limum tykra
ovurhonds nógv at bjarga
bankakervinum. Mong mistu
hús og heim, nøkur máttu
flýggja úr føðilandinum
undan neyðini - og ikki
bara hesa einu ferð hava tey
goldið, segði Jenis av Rana.
Síðani minti Jenis fólk
um søguna um hønuna, ið
legði gullegg: um tú hønu
eigur, ið gullegg leggur í
reiður, so gev henni korn
eftir besta tykki, men drep
og kryv hana ikki.
- Vísið tykum sum kvinur
og menn, og noktið fyri at
hendan ogn lima tykra verð
ur frá teimum tikin. Og
megna tykur tað ikki, so
mugu tykur í hvussu so er
tryggja, at føroyingurin fær
fullan prís fyri sína aktiu.
Tykur eru álitið, nú okur í
nú hvíta bygninginum her
aftanfyri okun, hava svikið
í hesum máli, segði Jenis.
Tingmaður Miðfloksins
endaði við at minna á, at
orsøkin til gjónna millum
rík og fátæk er ikki bara
teir skattalættar, sum uttan
sosialt fyrilit eru settir í verk
seinnu árini.
- Nógv týdningarmiklari
enn alt hetta er ósigur tykra,
um tit enn einaferð lata tykk
um lokka og tøla at geva
eftir, tá á stendur. Tað er, tá
teir rætta tykun pennin og
við táravættum eygum bøna
um undirskriftir tykkara
á sáttmálan, at virði tykra
verður prógvað. Og ikki tá
tykur aftaná, ella ímillum
sáttmálaskeiðini, tosa í
mikrofon útvarpsmanna,
sjónvarpsmanna ella við
journalistar, segði Jenis av
Rana at enda í sínari 1. mai
dagsrøðu.
Jenis av Rana í 1. maidagsrøðu síni:
Vælferðin gjørt okkum til trælir
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, var høvuðsrøðari á 1. maidagshaldinum á Vaglinum í ár
Jenis av Rana, Katrin
Dahl Jacobsen, Hans
Joensen og Jóhan
Mortensen práta
saman