Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 at hon var tann besta, men hann megnaði hegnisligani at fara frá einum sangi til annan. At fara frá ein sangi um flúgvandi vaskiklæðir til eitt so álvarsamt evni sum at missa ein kæran, er ein avbjóðing. Og at gera tað á ein smidligan hátt er meiri enn ein avbjóðing, men tað eydnaðist honum. Hann sang einki serligani væl, og gittarspælið var so sum so, men hinvegin var hann tann einasti hetta kvøldið, sum veruligani kom út um pallkantin og fekk samband við áskoðararnar. LeygarkvøLd: Óvanligt hjúnarband Hanus og Aldubáran høvdu fingið alt leygarkvøldið fyri seg sjálvi og vóru einasta navnið á skránni. Miðalaldurin á áhoyrarunum var hækkaður munandi sammett við hini bæði fyrru kvøldini, men framvegis vóru eisini fleiri ung komin at lurta. Hetta heldur óvanliga hjúnarbandið millum ótamda vísusangaran úr Klaksvík og fremstu tónlistaúrmælingarnar í Føroyum hevur skjótt meiri enn átta ár á baki. Frá myrkri til ljós Andras Olsen byrjaði framførsluna við einum tónleikastykki á trombon. Miðskeiðis í stykkinum kom Hanus gangandi úr hinum endanum av hølinum, meðan hann við sínari sermerktu, djúpu rødd til skiftis sang og las eina yrking eftir Jakob Sande (1906-1967). Síðani Hanus fyri nøkrum árum síðani varð boðin til Noregs at spæla og av tilvild endaði í heimbýnum hjá Sande, hevur hann tikið verkini hjá norska yrkjaranum til sín. Nýggjasta fløgan hjá Hanusi og Aldubáruni, frå leddiken, eru yrkingar eftir Sande, sum tey síðani hava latið í nýggjan ham. Fleiri av løgunum vórðu spæld hetta kvøldið og myndaðu helmingin av skránni. Hin helmingurin av tilfarinum vóru yrkingar eftir Pól F., sum flest allir føroyingar kenna, m.a. “Tá eg at kvøða”, “Fagra blóma” og “Áh, kundu á tíðarhavi”. Yrkingarnar vóru tó ikki býttar upp eftir yrkjara, men eftir huglagi. Fyrra helvtin var tann dapra, greiddi Hanus frá, meðan tann seinna var eitt sindur ljósari. Tað eina verkið var um ein ungan drong, ið fer niðan í fjøllini at taka lívið av sær, tá ið honum verður noktað av foreldrunum at fara á sjónleikaraskúla. Og heldur enn at vera orð við einum lagið, gerst framførslan ein søga, har tónleikurin avger, hvussu huglagið skal vera. - Eg vil spæla rokk Við einari vælspælandi og sera dynamiskari Aldubáru, bar ein intensur og eldhugaður Hanus yrkingarnar fram, sum galt tað um lív. - Eg ynski at fáa boðskapin út um kantin, sigur Hanus, tá ið hann verður spurdur um sína livandi framførslu. – Eg tími ikki at syngja bara fyri at syn- gja. Burtursæð frá onkrum bólkum í sínum ungu døgum og nú Aldubáruni, hevur Hanus fyri tað mesta spælt sum einstaklingur. Spurdur, um hetta hevur verið eitt tilvitað val, svarar hann: - Nei, tað kann man ikki siga. Tað er bara blivið so við tíðini. Eg hevði væl tímað at spælt í einum rokk- bólki eina ferð í framtíðini, sigur hann við einum smíli. Hanus gangandi úr hinum endanum av hølinum, meðan hann við sínari sermerktu, djúpu rødd til skiftis sang og las eina yrking eftir Jakob Sande mynd: Petur W. Háberg