mikudagur 9. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 88 - 9. mai 2007
tíðindi
Politikararnir hava
myndugleikan og
amboðini at gera sítt
til, at vit fáa eitt
samfelag, har teir
ymsu samfelagsbólk
arnir hava nøktandi
og góð livikor. Vit siga
okkara hugsan og seta
okkara krøv fram
undir samráðingun
um við arbeiðsgevara
feløgini. Í dag er
adressan í størri mun
politiska skipanin,
segði Jóhan Carl Dam
í 1. maidagsrøðú síni
á Vaglinum
1 MAIDAGSHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
mynd: Álvur Haraldsen
Ein av røðarunum á Vagl
inum 1. mai var drúgvi
nevndarlimurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, Jóhan
Carl Dam.
Hann nýtti sum fyrsti
røðari høvið at bjóða
fólki vælkomin til haldið,
og helt síðani eina røðu,
sum í mun til undanfarin
ár vendi sær meiri móti
politikarunum og politisku
skipanini, heldur enn móti
arbeiðsgevarunum.
- Tað er støðan hjá verka
fólki okkara, ið stendur ovast
á dagss kránni í dag, men
spurningurin er, um støðan
hjá verkafólki yvirhøvur er á
dagss krá hjá politikarunum,
segði Jóhan Carl Dam.
Hann helt, at politikarar
vísa viðurskiftunum hjá
verkafjøldini frá sær og
siga, at tað er eitt mál fyri
arbeiðsmarknaðin at loysa.
Og tað er eisini rætt.
- Men hinvegin kunnu
somu
politikarar
ikki
loyva sær at sita hendur í
favn, um lønarbólkar liva
undir vánaligum og alsamt
versnandi korum. Og tað
er júst støðan í dag, segði
Jóhan Carl Dam.
Verkamannalønin er lág,
stendur í stað og eftirlønin
haltar eisini aftaná við tí
úrsliti, at verkafólk bert
kunnu standa og hyggja
við langtandi eygum í sýnis
gluggarnar eins og gentan
við svávulpinnunum. Alt
meðan tey alment løntu
kundu dusa sær við ferðum,
klæðum, húsi og bili, helt
nevndarlimurin í HA.
Høgur skattur
- lág keypiorka
Tað fór ikki bara aftur við
borðinum, at løgmaður
fyri tveimum árum síðani
segði, at stættarstríðið var
av soleiðis sum mann kendi
tað. Men Jóhan Carl sendi
løgmanni hesa heilsan:
- Tað kann vera, at løg
maður ongan klass akamp
hómar, har hann er staddur.
Men eg skal heilsa og siga,
at klass amunurin er øgiligur,
og at hesin munur skjótt fer
at elva til eitt klass astríð,
sum vit kanska ongan tíð
hava upplivað her á landi
áður.
Síðani vísti røðarin á, at
meðan almennu lønirnar
vaksa við rúkandi ferð er
verkafólkið við sviðusoð.
Skatturin er høgur, og eftir
lønina mugu verkafólk
sjálvi gjalda. Og tað verður
bara tyngri og tyngri at fáa
endarnar at røkka saman. Og
her er tað, at politikararnir
svíkja, segði Jóhan Carl.
- Avlopið minkar og harvið
eisikni keypiorkan. Og tað
er upp til politikararnar at
skapa karmarnar um eina
trygga og lívgandi tilveru
hjá verkafólkinum, vísti
røðarin á.
Politikarin ábyrgd
Jóhan Carl Dam helt ikki
arbeiðsgevararnar púra sak
arleysar, tí hóast tað finnast
teir, ið »hava sæð ljósið«,
og geva arbeiðsfólkunum
bæði góða og fasta løn, so
fáa flestu verkafólk fram
vegis einki annað enn mini
mumslønina.
- Men tað er ikki bara lønin,
ið er avgerandi fyri, hvuss u
livikorini hjá verkafólkum
eru. Arbeiðsgevarafeløgini
avgera ikki prísleguna í mat
vøru-, klædna- og timbur
handlum, tey líkna ikki skatt
og avgjøld og tey avgera ikki
skattapolitikkin, segði Jóhan
Carl Dam.
Og hann helt fram:
- Politikararnir hava
heldur ikki ávirkan á alt, tað
eru tíbetur viðurskifti, sum
teir ikki hava møguleikan
at stýra. Men politikararnir
hava myndugleikan og am
boðini at gera sítt til, at vit
fáa eitt samfelag, har teir
ymsu samfelagsbólkarnir
hava nøktandi og góð livikor.
Vit siga okkara hugsan og
seta okkara krøv fram undir
samráðingunum við arbeiðs
gevarafeløgini. Í dag er
adress an í størri mun politiska
skipanin, segði hann.
Nevndarlimurin í HA helt,
at verður einki munagott
gjørt, verður gjógvin millum
samfelagsbólkarnar skjótt
so breið, at hvørki sæst ella
hoyrist tvørturum.
Glottar eru, treyðugt so,
segði Jóhan Carl Dam og
vísti á samstarvið millum
trý fakfeløg um eina felags
heimasíðu, eins og hann
fegnaðist um, at fakfeløg
vóru gingin saman um fel
ags samskipara. Men saml
aði boðskapurin var ikki at
miss kilja:
- Míni ráð til politikararnar
eru: Setið ikki kikaran fyri
blinda eygað, havið dirvi til
at síggja veruleikan og gera
nakað við hann, segði Jóhan
Carl Dam í 1. maidagsrøðu
síni.
Jóhan Carl Dam í 1. maidagsrøðu:
Adressan er politiska skipanin
Jóhan Carl Dam hevur í mong ár verið nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Nakað av fólki var á Vaglinum til 1. Maidagshald, tó at tað onkuntíð hava verið fleiri