Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 [ Nr. 88 - 9. mai 2007 ] Øll vilja síggja Før­oy­ ar spæla móti heims­ meis­tar­unum. Longu fyrs­ ta dagin seldi FSF 2.500 atgongumerki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sannur telefonstormur var á skrivstovuni hjá Fót­bólts­ sam­band­inum í gjár. At­gon­ gu­merk­ini til dystin móti I­tal­ia vórðu nevnliga sett til sø­lu í gjár, og longu nú tyk­ ist púrasta greitt, at Tórs­ vøll­ur verður stúgvandi full­ ur. Ísak Mikladal, að­al­skriv­ ari, sig­ur, at hendan fyrsta dag­in seldu teir 2.500 at­gon­ gu­mer­ki. - Hetta er fyrsta ferðin, at vit selja atgongumerki við nú­ve­r­a­ndi skipan, har fólk ei­si­ni ringja inn. Tí fáa vit ik­ki reiðiliga sammett sø­lu­ na hesa ferð við aðrar dystir. Men eg fái sagt somikið, at vit eru væl nøgd við áhugan frá áskoðarunum, sigur Ísak Mik­la­dal. Hóast aðalskrivarin ikki vil staðfesta tað, so er mest sum eingin ivi um, at talan verð­ur um fullsettan Tór­s­ vøll til dystin. Íalt er talan um 6.000 atgongumerki. Part­ur av hesum eru eyð­ merkt til sponsorar og VIP’arar hjá bæði Tórsvølli og FSF, eins og Italia eisini eig­ur rætt til nøkur at­gon­gu­ mer­ki. Tað vil við øðrum or­ð­um siga, at úti við helm­ ing­ur­in av tøku at­gon­gu­ merk­ju­num vórðu mest sum rivin burtur longu fyrs­ ta dagin. Gott fyri roknskapin Og tað er einki at ivast í, at góða sølan kemur væl við í pen­ga­kas­sa­num hjá FSF. Ár­ið í gjør hilnaðist einki ser­ligt fíggjarliga. Ser­stak­li­ ga vóru tað fallandi á­skoð­ ar­a­inn­tøkur, ið kostaðu á botn­lin­juni, sum sýndi eitt hall á góða hálva millión. Samanlagt vóru á­skoð­a­ra­ inn­tøk­ urnar í 2006 772.000 kr., men bara Italia-dysturin gev­ur helst væl meira enn het­ta. Runt roknað, so gevur ein fullsettur Tórsvøllur um eina millión í kassan, og so er FSF longu væl ávegis ei­ni javnvág í inntøkum og út­reiðs­lum. Og aðrir góðir kassadystir stan­da eisini fyri framman. Bara fýra dagar eftir Italia stend­ur Skotland á skránni, og í heyst kemur eisini Frak­ land hendavegin. - Atgongumerkini til Skot­ lands-dystin eru eisini sett til sølu. Og nøkur hava nýtt høv­ ið at keypa sær sess til báð­ar dystirnar. Tó eru hesi ik­ki eins nógv í tali, sum tey eru til Italia-dystin, sig­ ur Ísak Mikladal. Men heldur ikki her man nak­ar ivi vera um, at á­skoð­ ar­ar­nir verða hampuliga nógv­ir í tali. Bæði tí Føroyar of­ta hava staðið seg sera væl móti Skotlandi. Og ikki min­st tí skotar sjálvir fylgja væl við landsliði sínum. So­leið­is verður á FSF-skriv­ stov­uni roknað við, at skotsk­ir áskoðarar keypa á leið 700 atgongumerki. SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Nógvir áskoðarar hava fyri langari tíð síðani bílagt pláss, og bæði gistingarhús og camping-pláss eru at kalla fullsett Ingigerð á Trøðni, Kunningarstovan 700 skotar og 150 i­tal­ iu­­menn skulu hýsast, nú fótbóltslandsliðið stend­ur fyri tveimum av stóru dystum sín­um Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað merkist á øllum gis­tin­­g­ ar­støð­ um kring landið, at stór­dyst­ir hjá Fót­bólts­lands­ lið­num standa fyri fram­m­ an. Italiumenn hava á leið 150 áskoðarar við sær, tá teir skulu spæla á Tórsvølli tann 2. juni, men stóra inn­ rás­in kemur beint eftir het­ ta, tá á leið 700 skotar vilja slep­pa á Svangaskarð at sígg­ja sínar landsmenn. Há­árs­tíð er fyri ferða­vinn­ una, og tá Hotel Føroyar sam­stund­is er bookað av lands­ liðs­spælarum, gevur het­ta sjálvandi nakrar prak­ tisk­ar trupulleikar. - Tað hava vit sjálvandi merkt. Nógvir áskoðarar ha­va fyri langari tíð síðani bí­lagt pláss, og bæði gis­ting­ ar­hús og camping-pláss eru at kalla fullsett, sigur Ingi­ gerð á Trøðni, leiðari á Kunn­ing­ar­stov­uni í Havn. Fyri trimum árum síðani – tá Írland vitjaði – var at kal­la undantaksstøða hjá Kunn­ing­ar­stovuni. Við at se­ta lýsingaráheitanir til pri­ vat­­fólk í bæði skrivaðar og loft­bor­nar miðlar eydnaðist tó at hýsa øllum á­skoð­ar­un­ um, og Ingigerð útilokar als ik­ki, at tað verður neyðugt við somu átøkum. - Tað fáa vit at síggja. Bí­ legg­­ing­ar­nar eru í øllum før­ um nógvar kring alt landið, so tað kann væl verða, at vit enn eina ferð mugu seta á­lit­ið á gestablídnið hjá før­ oy­ingum. Rætting um svimjigrein Í grein í blaðnum í gjár skrivaðu vit um avgerðina hjá Peturi Heðin á Fløtti, sum ikki vildi ímóti heit­i­ num sum ársins venjari. Í greinin varð millum annað en­dur­gev­ing frá heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, men hetta var tó komið skeivt fyri. Viðmerkingin var en­dur­gevin frá svimjing.com, og hendan síðan er IK­ KI tann hjá Svimjisambandinum. Í Svim­ji­samb­an­ di­ num siga tey annars, at tey einki hava við handanina av virðislønunum at gera, men at hetta er nakað, sum fe­løg og venjarar standa fyri. -mørk Sjónvarpslið á bíðlista Í týskum sjónvarpi vilja tey fegin gera send­ing­ar um Føroyar og føroyskan fót­ bólt. Trupulleikin er tó í løtuni, at rúm er ik­ki fyri sjónvarpsliðnum, ið telur 30 fólk Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn eina ferð setir fótbóltslandsliðið Føroyar á heims­­kort­ið. Italskir og skotskir miðlar vísa í hesum dø gum oyggjum okkara stóran ans, og eisini í Týsk­ lan­di vilja tey fegin nýta komandi landsdystirnar til at seta fokus á oyggjar okkara. Soleiðis hevur ein týsk sjónvarpsstøð boðað frá, at tey senda eitt sjónvarpslið hendan vegin fyrstu vik­ una í juni, men í løtuni er óvist, hvørt tað eydnast at hýsa teimum 30 fólkunum allar dagarnar. - Helst vilja tey á sjónvarpsliðnum búgva í Havn, men tað tykist mest sum ógjørligt. Tað er tó rúm fyri teimum á Hotel Eiði í nakrar, men seinastu dagarnar av ferðini mugu vit finna aðrar møguleikar, sigur In­ gi­gerð á Trøðni, sum er leiðari á Kunningarstovuni í Havn. -mørk GÍ-formaðurin farin frá Á aðalfundinum fekk Janus Rasmussen ikki undir­tø­ ku fyri at leggja saman við LÍF Tað veit Norðlýsið at siga. Tað hevur ljóðað leingi, at samband hevur verið millum GÍ og LÍF um mø­gu­ liga samanlegging. Og eftir øllum at dø ma er hetta prát enn ikki liðugt. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Janusi Rasmussen, men nýggi formaðurin, And­ re­as Poulsen, sigur við Norðlýsið, at vantandi un­dir­ tøka fyri eini samanlegging her og nú var orsøkin til, at Janus segði seg úr formanssessinum. -mørk Øll vilja síggja Italia Skal metast eftir fyrsta søludegnum, so kundi Tórsvøllur verið væl og virðiliga fyltur meira enn tí einu ferðina, nú heimsmeistararnir koma á vitjan Fullsett um alt landið