Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nógvir føroyingar fara av landinum á hesar sokallaðu “shopping- túrarnar”, og her er London sjálvsagt ein góður møguleiki. Tá føroyingar fara til London, leita teir sær ofta inn á Oxford Street, sum er gøtan við øllum møguleikunum. Tað er sjáldan, tú kemur tómhentur heim haðani SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo London er ein stórbýur við al­­ skyns møguleikum, og hesin bý­ur er eisini blivin eitt alt størri ferða­ mál fyri ferðandi úr Føroy­um. Til tíðir skipar ferðavinnan fyri túrum til London, og hesum tilboðum taka vit aloftast ímóti við opnum ørmum, tí nú hava vit møguleika at fara til London at slappa av í eina viku. Tíðin í London verður tó ikki bert nýtt til at slappa av, tí vit hava eisini eina ávísa trongd, sum sigur okkum, at vit vilja brúka eitt sind­ ur av pengum, tá vit nú einaferð eru farin av landinum, og her er Oxford Street tann stóri møgu­leik­ in hjá okkum. Her fæst alt mill­um himmal og jørð – alt frá dýrum merkisvørum til teir meir bíligu handlarnar, har tú kanst ganga inni í tímavís og keypa uttan at brúka serliga nógvar pengar. Lættur vegur til Oxford Street Tað hendir ofta, at fólk ikki kenna vegin, tá tey ganga og mala í ein­ um stórbýi sum London. Tey ganga við einum korti í hondini og mugu all a tíðina hyggja niður í hetta góða kort fyri at finna vegin fram. London er tó kendur fyri sína góðu og gomlu undirgrund, og hetta er uttan iva lættasti vegur fram, um ein vil ferðast runt í bý­num. Tað er nevniliga eisini lætt at koma inn á Oxford Street við undirgrundina. Tú spyrgt bara okkurt av hjálparfólkunum á undir­grundsbanunum, hvussu tú sleppir til Oxford Circus, sum er undirgrundsbanin mitt á Oxford Street. So setur tú teg í tokið, og lítla løtu seinni stendir tú mitt á Oxford Street og sært yvir á ein av kendastu handlunum, Top Shop. Alskyns handlar Tær noyðist ikki endiliga at taka undirgrundina til Oxford Street, tí til ber eisini at ganga til gøtuna við øll um møguleikunum. Tað tyk­ist kanska lætt at siga, at Ox­ford Street hevur all ar møgu­ leikar. Tað hevur hon kanska ikki, men um tú ætlar tær at keypa nakað, so er heilt sikkurt, at hetta er at fáa á Oxford Street. Føroyingar hava ofta lindi til at fara inn í H&M handlarnar at keypa, og hesum hava tey eisini møguleika fyri á Oxford Street. Har eru fleiri av hesum handlu­ num, og her kann man keypa eina ørgrynna uttan at skulu gjalda tað heilt stóra. Tað er nevniliga sera bíligt í H&M. Ein onnur bílig keta er eisini inni á Oxford Street, og her er tal­ an um Top Shop, sum liggur beint við Oxford Circus, um tú skuldi tikið undirgrundina. Her fæst eis­ ini eitt stórt úrval av klæðum um­framt skógvar í hópatali, so eitt er sikkurt. Tær nýtist ikki at fara til London at keypa fyri stórar peningaupphæddir, tí minni dýrir handlar finnast eisini á Oxford Street. Oxford Street hevur tó eisini eina ørgrynnu av øðrum handlum. Har eru stórir handilsbygningar, ítróttahandlar, og nógvir hadlar, sum selja merkisvørur. Og so eru skógvahandlar á mest sum hvørj­ um horni. Eingin ivi er um, at møguleikarnir eru óendaligir og Oxford Street, og tú mást nýa meir enn ein dag í býnum, um tú skalt klára at ganga ígjøgnum all a gøtuna. Oxford Street: Gøtan við møguleikunum Oxford Street er veruliga gøtan við møguleikunum. Har fæst snøgt sagt alt frá dýrum merkisvørum til teir bíligaru handlarnar, har tú kanst keypa í tímavís uttan at brúka serliga nógvar pengar