Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 88 - 9. mai 2007 Stutt Sagt Avsanna skuld- setingar Russland og Kina vísa aft­ ur skuldsetingum frá Am­ nesty International, sum vil vera við, at tey bæði lond­ ini senda vápn til Darfur, og at tey tí eru við til at halda ófriðinum og ágang­ inum har uppi. Amnesty International sigur, at russ­ isk vápn fyri 21 mió. dollar­ ar og kinesisk vápn fyri 24. mió. dollarar endaðu hjá teimum harðrendu Janja­ weed­uppreistrarmonn­ unum í fjør. Tað er alment kent, at Janjaweed fær stuð­ ul frá sudanska stjórnarheri­ num. Bæði londini avsanna tíðindini, og kinesiska stjórnin sigur, at hon er tvørturímóti til reiðar at senda hjálparfólk til Darfur, soleiðis sum ST hevur bið­ ið um. Einki rættarmál Ein dómari í Texas í USA staðfesti í gjár, at tann út­ lagni kubanin og fyrrver­ andi CIA­maðurin Luis Posada Carriles skal ikki møta í rættinum í einum máli, sum annars skuldi byrja í býnum Houston um nakrar dagar. Kuba og Vene­ suela hava kravt at fáa fatur á Luis Posada Carriles, sum verður settur í samband við eina bumbuatsókn at einum kubanskum ferðamannaflog­ fari í 1979. Atsóknin kravdi 73 mannalív. Men dómarin í Houston sigur, at tann 79 ára gamli Carriles er ósekur í ákæruni. Hann hevur annars sitið í fongsli í tvey ár fyri brot á innflytaralógina, men herfyri bleiv hann latin leysur ímóti 350.000 dollar­ um í trygd. Ongan tónleik Pakistanskir bussførarar, sum koyra buss tætt við afghanska markið, sleppa ikki at spæla allan tónleik í bussinum longur. Teir sein­ astu dagarnar hava víð­ gongdir muslimar veri í bussunum og lagt hald á tónleikafløgur, sum eftir teirra tykki vóru ósømi­ ligar. Nú skulu bussførar­ arnir bara spæla tónleik, sum hevur átrínaðarligt til­ knýti, ella sum eggjar til heilagt kríggj. Handlar, sum selja tónleik, hava fing­ ið boð um at taka allan verðsligan tónleik av hillu­ num. Akta handilsmenninir ikki boðini, verða handl­ arnir stongdir. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Eg biði øll, sum vita nakað um Madeleine McCann, siga myndugleikunum frá (fótbóltsstjørnan Christiano Ronaldo) útlond Tann trý ára gamla enska gentan Madeleine McCann hvarv í Portugal seinasta hósdag. Myndugleikarnir ivast ikki í, at hon er burturflutt Allar marknastøðir á marki­ num millum Portugal og Spania hava myndir av Madeleine McCann hang­ andi á veggjunum, og tað sama er í floghavnum og aðrastaðni, har nógv fólk koma saman. Portugisisku myndugleikarnir eru kortini ikki vísir í, at gentan er framvegis í Portugal, og tí hevur Interpol fingið boð um at leita eftir gentuni. Keldur í løgregluni siga við blaðið O Público í dag, at løgreglan ber ótta fyri, at eitt altjóða brotsmannalið hevur burturflutt Madeleine, og at ætlanin helst er at lata onkran ættleiða hana fyri nógvar pengar. Madeleine McCann varð rænd úr songini á einum gistingarhúsi í Praia da Luz tætt við ta væl umtóktu Algarve­strondina seinasta hóskvøld, meðan foreldur hennara sótu á einari mat­ stovu í grannalagnum. O Público skrivar, at løgreglan hevur teknað eina mynd av einum manni, sum í síðstu viku royndi at lokka nøkur smábørn í býnum Sagres nærhendis Algarve at koma við sær. Men løgreglan torir ikki at almannakunngera tekningina, tí tað kann koma Madeleine McCann í lívsvanda, skrivar blaðið. Burturflytingin hevur sum vera man vakt stóran ans í Bretlandi. Í gjárkvøldið var fótbóltsspælarin Christi­ ano Ronaldo í Sky News og bað øll hjálpa portugisisku myndugleikunum at finna Madeleine. Ronaldo er portugisi, men spælir við enska meistarafelagnum Manchester United. Nógvir grannar hjá Hollywood hava fingið boð um at fara úr húsunum Skógareldurin hevur serliga gjørt um seg í Griffith Park­ lundini í Los Angeles, og myndugleikarnir í býnum bera ótta fyri, at fleiri av teimum kendu býareyð­ kennunum kunnu fara upp í royk. Eldurin kyknaði í gjár­ kvøldið lokala tíð, og mynd­ ugleikarnir sendu fleiri hundrað sløkkiliðsmenn við tyrlum at basa eldinum. Kortini breiddi eldurin seg skjótt. Í nátt herjaði hann millum annað eitt bygt øki millum Hollywood og San Fernando Valley, og alla nátt koyrdu løgreglubilar runt í økinum, og í hátalar­ um vórðu fólk biðin um at fara úr húsunum. – Sleppið tykkum burtur hiðani, tí eldurin er á veg hendanvegin, róptu løgreglu­ menninir sambært AP­ tíðindastovuni. Eldur uttan fyri Hollywood Kann vera burturflutt til ættleiðing Madeleine McCann hvarv seinasta hóskvøld