hósdagur 10. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 89 - 10. mai 2007
Lisbeth L. Petersen offraði
heldur løgmanssessin, enn
at loyva Heðini Mortensen
at gerast borgarstjóri, tá
hon í 1994 hevði møgu leik
an at gerast Føroya Løgmað
ur eftir innanhýsis stríð í
Sambandsflokkinum
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Heðin Mortensen er ein trupul
leiki hjá Sambandsflokkinum í
hesum døgum. Tað var hann dagin
eftir býráðsvalið í 2004 – men tað
hevur hann eisini verið fyrr.
Heðin Mortensen hevur eina
fortíð sum javnaðarmaður. Hann
var limur í Javnaðarflokkinum tey
árini, tá hann umboðaði Uttan
flokkalistan hjá Petur í Gong í
Tórshavnar býráð. Hann varð
fyrstu ferð valdur í býráðið við
býráðsvalið í 1972.
Í áttiárunum meldaði Heðin
Mortensen seg úr Javnaðarflokki
num og fór upp í Sambands
flokkin.
Til býráðsvalið í 1988 stillaði
hann upp og varð valdur fyri Sam
bandsflokkin.
Eftir býráðsvalið í 1992 fekk
Sambandsflokkurin eitt sera gott
úrslit. Toppskorari var Lisbeth L.
Petersen.
Sambandsflokkurin
skipaði samgongu við Javnaðar
flokkinum og Tjóðveldisflokki
num við Lisbeth Petersen sum
borgarstjóra.
Í 1994 var eisini løgtingsval –
tað serliga valið, har Javnaðar
flokkurin misti helmingin av ting
manningini, og tá Sambandsflokk
urin við Edmundi Joensen á odda
gjørdist størsti flokkur.
Men Sambandsflokkurin hevði
tá eisini innanhýsis trupulleikar –
og fomanstrupulleikar. Hetta end
aði við, at Edmund Joensen tveitti
handklæðið í ringin og beyð Lis
beth L. Petersen løgmanssessin.
Um hon skuldi taka av, mátti
hon sjálvsagt leggja býráðsfor
manssessin frá sær.
Men tá rendi Sambandsflokk
urin seg aftur í trupulleikan Heðin
Mortensen, ið sum næsti maður
eftir Lisbeth L. Petersen var sjálv
skrivaður sum borgarstjóri.
Men tað vildi Lisbeth L. Peter
sen ikki.
Samgongan í býráðnum var
kallað til fundar seint á kvøldið
eitt sunnukvøld at viðgera støð
una, meðan time-out var í lands
stýrissamráðingunum á Gamla
Apoteki. Kravið hjá Lisbeth L.
Petersen var, at Eilif Samuelsen,
sum hevði komið inn í býráðið,
um Lisbeth legði frá sær, skuldi
gerast borgastjóri.
Men tað søgdu samgongufelag
arnir kortanei til.
Og Lisbeth L. Petersen vildi
undir ongum umstøðum hava Heð
in Mortensen til borgarstjóra.
Tískil var Heðin Mortensen
orsøk til, at Lisbeth L. Petersen
offraði løgmanssessin.
Heðin Mortensen hevur verið
valdur við øll býráðsvalini síðani
1972. Hann varð valdur á ting fyri
Sambandsflokkin í 2002, men fall
á valinum í 2004 við 399 persón
ligum atkvøðum – tað er uttan iva
met.
Heðin Mortensen var koyrdur
úr Sambandsflokkinum dagin eft
ir býráðsvalið í 2004, tí hann sam
bært Sambandsflokkinum sveik
eina avtalu um at tryggja Fólka
flokkinum formanssessin.
Heðin »kostaði« Listbeth løgmanssessin í 1994
Ein meiriluti í býráð
num fer uttan iva at
nokta Heðini Morten
sen løgtingssessin,
um hann ynskir at
verða sitandi sum
borgarstjóri
Politikkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Politiski talvleikurin í kjala
vørrinum av avgerðini hjá
Bárði Nielsen um at leggja
frá sær sum landsstýris
maður, tí hann fer í stjóra
starvið í Stórutjørn-byggi
ætlanini, heldur fram. Heð
in Mortensen heldur fast
um, at tingsessurin er hans
ara, men hevur ikki tikið
endaliga avgerð um, hvørt
hann ætlar sær at taka av.
Ger hann tað, so verður
hann eftir øllum at døma
noyddur at siga borgarstjóra
sessin frá sær.
Sosialurin hevur spurt
fleiri av býráðslinunum, og
bert tveir av teimum ætla
sær at geva borgarstjóranum
grønt ljós at fara í tingið.
Bert fýra býráðslimir –
íroknað Heðin sjálvan –
ætla sær at atkvøða fyri, at
hann sleppur í løgtingið.
Tey eru partakvinnurnar úr
Javnaðarflokkinum, Katrin
Dahl Jakobsen og Elin
Lindeskov, og Bjarti Mohr
úr Fólkaflokkinum.
– Sjálvandi skal Heðin
taka av, tá møguleikin upp
stendur. Eg skilji ótrúliga
væl, um hann ger tað. Eisini
sjálvt um hann heldur fram
sum borgarstjóri. Beint nú
og tvørtur um summarið er
ikki so nógv at gera í Løg
tinginum, og tí kunnu vit
altíð seinni taka spurningin
upp, um tað verður ov stór
arbeiðsbyrða hjá honum at
røkja bæði størvini. Heðin
er jú vælumtóktur sum borg
arstjóri, og hann er ótrúliga
arbeiðssamur. Vit plaga í
spølni at kalla han »damp«.
Øll javnaðarfólk, sum eg
havi tosað við, halda, at
hann sjálvandi skal taka av,
um møgulein kemur, sigur
Elin Lindenskov.
Somu støðu hevur Katrin
Dahl Jakobsen.
– Eg vil absolutt ikki
forða honum í at taka av.
Bjarti Mohr úr Fólka
flokkinum heldur eisini, at
Heðin Mortensen skal hava
møguleikan, tá hann er
næstur á sambandslistan
um.
– Í slíkum føri mugu
virða veljaran og harvið
demokratiið, sigur Bjarti
Mohr.
Undirtøkan frá hesum
trimum, røkkur tó ikki hjá
Heðini Mortensen, tí tey
flestu av hinum, sum Sosial
urin hevur tosað við, venda
fingurin niðureftir.
Óráðiligt at sita í
báðum støðum
Jógvan Arge ger vart við, at
spurningurin ikki er aktu
ellur, fyrr enn tað er greitt,
um Kaj Leo Johannesen
veruliga fer út í Landsstýr
ið.
Men hvørja støðu hevur
tú, um tað gerst aktuelt?
– Tað er ein veldug upp
gáva at vera borgarstjóri,
og eg haldi ikki, tað er ráði
ligt, at hann samstundis
skal sita í Løgtinginum, sig
ur Jógvan Arge úr Tjóð
veldisflokkinum, ið er sam
gongurflokkur saman við
javnaðarflokkinum í býráð
num.
Men við at vera lagaligur
nú, kanst tú sum vara
borgarstjóri fáa møguleikan
at gerast borgarstjóri, um
Heðin Mortensen stillar
upp til løgtingsvalið og
verður valdur. So kann
hann leggja frá sær tá; hvat
sigur tú til tann møgu
leikan?
– Tað er sjálvandi eisini
ein møguleiki, men hann er
altso ikki aktuellur, fyrr enn
vit vita, hvat Kaj Leo
Johannesen ger. Kaj Leo
hevur jú sagt, at hann ikki
fer í landsstýrið, um hetta
merkir, at Heðin Mortensen
kemur á ting, sigur Jógvan
Arge
Jan Christiansen úr Fólka
flokkinum, sum situr i and
støðu í býráðnum, fer at
atkvøða ímóti, at Heðin
Mortensen verður sitandi
sum borgarstjóri, um hann
velur at fara í Løgtingið.
– Frammanundan er hann
í alt ov nógvum. Hann er
bæði formaður í ÍSF og í
Kommunusamskipan Før
oya. At vera borgarstjóri er
nóg krevjandi í sær sjálvum,
og tað má vera mark fyri
forfeingiligheitini hjá Heð
ini. Tó vil eg siga, at eg
gleðiliga hevði atkvøtt fyri,
um tað merkti, at hann
segði seg frá sum borgar
stjóra, sigur Jan Christian
sen.
Bæði Beate L. Samuelsen,
Høgni Mikkelsen, Annika
Olsen og Sjúrður Olsen
siga nei, meðan Leivur Han
sen, Hildur Eyðunsdóttir og
Marin Kathrina Frýdal eru
ivasom, men fara neyvan at
atkvøða fyri.
Sostatt sær tað ikki bjart
út fyri Heðin Mortensen at
fáa í posa og sekk, men tal
an er jú um politikk, og tá
kann sum kunnugt alt
henda. Og tað kann henda
skjótt.
Ein meiriluti í býráðnum í Havn fer valla at loyva borgarstjóranum at verða sitandi, skuldi hann
tikið av møguleikanum at gerast løgtingslimur. Hetta er treytað av, at Kaj Leo Johannesen ger av
at fara í lansstýrið. Hetta boðaði hann frá í gjár, men bert fáar tímar seinni trekti hann tað aftur,
um fer at merkja, at Heðin fær løgtingssessin
Savnsmynd
Heðin má
velja millum
býráð og
løgting