Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 89 - 10. mai 2007 Lisbeth L. Petersen offraði heldur løg­manssessin, enn at loyva Heðini Mortensen at g­erast borg­arstjóri, tá hon í 1994 hevði møg­uleik­ an at g­erast Føroya Løg­mað­ ur eftir innanhýsis stríð í Sambandsflokkinum POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Heðin Mortensen er ein trupul­ leiki hjá Sambandsflokkinum í hesum døgum. Tað var hann dagin eftir bý­ráðsvalið í 2004 – men tað hevur hann eisini verið fyrr. Heðin Mortensen hevur eina fortíð sum javnaðarmaður. Hann var limur í Javnaðarflokkinum tey árini, tá hann umboðaði Uttan­ flokkalistan hjá Petur í Gong í Tórshavnar bý­ráð. Hann varð fyrstu ferð valdur í bý­ráðið við bý­ráðsvalið í 1972. Í áttiárunum meldaði Heðin Mortensen seg úr Javnaðarflokki­ num og fór upp í Sambands­ flokkin. Til bý­ráðsvalið í 1988 stillaði hann upp og varð valdur fyri Sam­ bandsflokkin. Eftir bý­ráðsvalið í 1992 fekk Sambandsflokkurin eitt sera gott úrslit. Toppskorari var Lisbeth L. Petersen. Sambandsflokkurin skipaði samgongu við Javnaðar­ flokkinum og Tjóðveldisflokki­ num við Lisbeth Petersen sum borgarstjóra. Í 1994 var eisini løgtingsval – tað serliga valið, har Javnaðar­ flokkurin misti helmingin av ting­ manningini, og tá Sambandsflokk­ urin við Edmundi Joensen á odda gjørdist størsti flokkur. Men Sambandsflokkurin hevði tá eisini innanhý­sis trupulleikar – og fomanstrupulleikar. Hetta end­ aði við, at Edmund Joensen tveitti handklæðið í ringin og beyð Lis­ beth L. Petersen løgmanssessin. Um hon skuldi taka av, mátti hon sjálvsagt leggja bý­ráðsfor­ manssessin frá sær. Men tá rendi Sambandsflokk­ urin seg aftur í trupulleikan Heðin Mortensen, ið sum næsti maður eftir Lisbeth L. Petersen var sjálv­ skrivaður sum borgarstjóri. Men tað vildi Lisbeth L. Peter­ sen ikki. Samgongan í bý­ráðnum var kallað til fundar seint á kvøldið eitt sunnukvøld at viðgera støð­ una, meðan time­out var í lands­ stý­rissamráðingunum á Gamla Apoteki. Kravið hjá Lisbeth L. Petersen var, at Eilif Samuelsen, sum hevði komið inn í bý­ráðið, um Lisbeth legði frá sær, skuldi gerast borgastjóri. Men tað søgdu samgongufelag­ arnir kortanei til. Og Lisbeth L. Petersen vildi undir ongum umstøðum hava Heð­ in Mortensen til borgarstjóra. Tískil var Heðin Mortensen orsøk til, at Lisbeth L. Petersen offraði løgmanssessin. Heðin Mortensen hevur verið valdur við øll bý­ráðsvalini síðani 1972. Hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 2002, men fall á valinum í 2004 við 399 persón­ ligum atkvøðum – tað er uttan iva met. Heðin Mortensen var koyrdur úr Sambandsflokkinum dagin eft­ ir bý­ráðsvalið í 2004, tí hann sam­ bært Sambandsflokkinum sveik eina avtalu um at tryggja Fólka­ flokkinum formanssessin. Heðin »kostaði« Listbeth løg­manssessin í 1994 Ein meiriluti í býráð­ num fer uttan iva at nokta Heðini Morten­ sen løg­ting­ssessin, um hann ynskir at verða sitandi sum borg­arstjóri POLITIKKUR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Politiski talvleikurin í kjala­ vørrinum av avgerðini hjá Bárði Nielsen um at leggja frá sær sum landsstý­ris­ maður, tí hann fer í stjóra­ starvið í Stórutjørn­byggi­ ætlanini, heldur fram. Heð­ in Mortensen heldur fast um, at tingsessurin er hans­ ara, men hevur ikki tikið endaliga avgerð um, hvørt hann ætlar sær at taka av. Ger hann tað, so verður hann eftir øllum at døma noyddur at siga borgarstjóra­ sessin frá sær. Sosialurin hevur spurt fleiri av bý­ráðslinunum, og bert tveir av teimum ætla sær at geva borgarstjóranum grønt ljós at fara í tingið. Bert fý­ra bý­ráðslimir – íroknað Heðin sjálvan – ætla sær at atkvøða fyri, at hann sleppur í løgtingið. Tey eru partakvinnurnar úr Javnaðarflokkinum, Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindeskov, og Bjarti Mohr úr Fólkaflokkinum. – Sjálvandi skal Heðin taka av, tá møguleikin upp­ stendur. Eg skilji ótrúliga væl, um hann ger tað. Eisini sjálvt um hann heldur fram sum borgarstjóri. Beint nú og tvørtur um summarið er ikki so nógv at gera í Løg­ tinginum, og tí kunnu vit altíð seinni taka spurningin upp, um tað verður ov stór arbeiðsbyrða hjá honum at røkja bæði størvini. Heðin er jú vælumtóktur sum borg­ arstjóri, og hann er ótrúliga arbeiðssamur. Vit plaga í spølni at kalla han »damp«. Øll javnaðarfólk, sum eg havi tosað við, halda, at hann sjálvandi skal taka av, um møgulein kemur, sigur Elin Lindenskov. Somu støðu hevur Katrin Dahl Jakobsen. – Eg vil absolutt ikki forða honum í at taka av. Bjarti Mohr úr Fólka­ flokkinum heldur eisini, at Heðin Mortensen skal hava møguleikan, tá hann er næstur á sambandslistan­ um. – Í slíkum føri mugu virða veljaran og harvið demokratiið, sigur Bjarti Mohr. Undirtøkan frá hesum trimum, røkkur tó ikki hjá Heðini Mortensen, tí tey flestu av hinum, sum Sosial­ urin hevur tosað við, venda fingurin niðureftir. Óráðiligt at sita í báðum støðum Jógvan Arge ger vart við, at spurningurin ikki er aktu­ ellur, fyrr enn tað er greitt, um Kaj Leo Johannesen veruliga fer út í Landsstý­r­ ið. Men hvørja støðu hevur tú, um tað gerst aktuelt? – Tað er ein veldug upp­ gáva at vera borgarstjóri, og eg haldi ikki, tað er ráði­ ligt, at hann samstundis skal sita í Løgtinginum, sig­ ur Jógvan Arge úr Tjóð­ veldisflokkinum, ið er sam­ gongurflokkur saman við javnaðarflokkinum í bý­ráð­ num. Men við at vera lagaligur nú, kanst tú sum vara­ borgarstjóri fáa møguleikan at gerast borgarstjóri, um Heðin Mortensen stillar upp til løgtingsvalið og verður valdur. So kann hann leggja frá sær tá; hvat sigur tú til tann møgu­ leikan? – Tað er sjálvandi eisini ein møguleiki, men hann er altso ikki aktuellur, fyrr enn vit vita, hvat Kaj Leo Johannesen ger. Kaj Leo hevur jú sagt, at hann ikki fer í landsstý­rið, um hetta merkir, at Heðin Mortensen kemur á ting, sigur Jógvan Arge Jan Christiansen úr Fólka­ flokkinum, sum situr i and­ støðu í bý­ráðnum, fer at atkvøða ímóti, at Heðin Mortensen verður sitandi sum borgarstjóri, um hann velur at fara í Løgtingið. – Frammanundan er hann í alt ov nógvum. Hann er bæði formaður í ÍSF og í Kommunusamskipan Før­ oya. At vera borgarstjóri er nóg krevjandi í sær sjálvum, og tað má vera mark fyri forfeingiligheitini hjá Heð­ ini. Tó vil eg siga, at eg gleðiliga hevði atkvøtt fyri, um tað merkti, at hann segði seg frá sum borgar­ stjóra, sigur Jan Christian­ sen. Bæði Beate L. Samuelsen, Høgni Mikkelsen, Annika Olsen og Sjúrður Olsen siga nei, meðan Leivur Han­ sen, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Kathrina Frý­dal eru ivasom, men fara neyvan at atkvøða fyri. Sostatt sær tað ikki bjart út fyri Heðin Mortensen at fáa í posa og sekk, men tal­ an er jú um politikk, og tá kann sum kunnugt alt henda. Og tað kann henda skjótt. Ein meiriluti í býráðnum í Havn fer valla at loyva borgarstjóranum at verða sitandi, skuldi hann tikið av møguleikanum at gerast løgtingslimur. Hetta er treytað av, at Kaj Leo Johannesen ger av at fara í lansstýrið. Hetta boðaði hann frá í gjár, men bert fáar tímar seinni trekti hann tað aftur, um fer at merkja, at Heðin fær løgtingssessin Savnsmynd Heðin má velja millum býráð og­ løg­ting­