hósdagur 10. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 89 - 10. mai 2007
Prát við Kaj Leo
Johannesen um
støðuna, sum er
íkomin
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Málið um at velja nýggjan
landsstýrismann í fíggjar
málum fyri Bárð Nielsen
hongur í løtuni í leysum
lofti.
Boðini um, at landsstýris
maðurin fór frá, komu út
klokkan 10 í gjáramorgunin.
Klokkan
12
kom
so
tíðindaskrivið
frá
Sam
bandsflokkinum, har kunn
gjørt var, at Kaj Leo Jo
hannesen tekur við sessi
num.
Í tíðindaskrivinum stend
ur soleiðis: “Tingbólkur
Sambandsfloksins hevur á
fundi í morgun valt Kaj Leo
Johannesen til landsstýris
mann í fíggjarmálum.
Tað verður formaður Sam
bandsfloksins,
Kaj
Leo
Johannesen, sum tekur við
sum
landsstýrismaður
í
fíggjarmálum eftir Bárð
Nielsen. Tað hevur ting
bólkur
Sambandsfloksins
gjørt av á fundi í morgun.”
Klokkan 16 í gjár kundi
útvarpið so boða frá, at Kaj
Leo Johannesen ikki fór at
taka við sessinum sum
landsstýrismaður, um prís
urin var, at Heðin Morten
sen, borgarstjóri í Havn, fór
uppí tingbólkin hjá Javnaðar
flokkinum.
Sambært
Kaj
Leo
Johannesen, formann í Sam
bandsflokkinum,
liggur
bólturin nú hjá løgmanni,
ið sum kunnugt er staddur
uttanlands. Men Sosialurin
skilur, at løgmaður als ikki
kennir á sær, at bólturin
liggur hjá sær, men at hetta
í fyrsta lagi verður tikið
upp, tá hann kemur aftur í
annaðkvøld.
Úti millum fólk hava
nógvar gitingar og prát
verið um støðuna sum kom
í. Millum annað hevur ivi
stungið seg upp um, hví
Sambandsflokkurin gjørdi,
sum hann gjørdi. Vit hava
prátað við Kaj Leo Johanne
sen um málið.
Formel avgerð
Hví sendu tit tíðindaskrivið
út áðrenn løgmaður hevði
fingið høvi til at góðkenna
valið av nýggjum landsstýris
manni?
Tað er meira formelt, at
hann skal góðkenna valið
av mær sum landsstýris
mann. Tingbólkurin hevur
peikað á meg sum lands
stýrismann, og tað eri eg
glaður fyri, tí tað er ein
álitisváttan á meg. So nú er
bara tað formella eftir. Vit
vildu gera skjótt av, tí
royndirnar siga, at tess
longri ein bíðar, tess verri.
Tað vita øll, sum hava tikið
lut í samgongusamráðing
um. So tað haldi eg, at vit
gjørdu rætt.
Men sjálvandi blívi eg
ikki formelt innsettur, fyrr
enn løgmaður hevur sett
meg sum landsstýrismann.
Men eg gangi út frá, at øll
skilja, at ein sambandsmaður
kann ikki fara út, um ein
javnaðarmaður kemur inn,
tí eg fari ikki at minka um
okkara tingbólk.
Hava greiða avtalu
Tá tit so skriva í tíðinda
skrivinum, at tú tekur við
sum landsstýrismaður eftir
Bárð Nielsen, hví taka tit so
ikki fyrivarni fyri tí í tíð
indaskrivinum?
Tað hava vit sjálvandi
tikið atlit til, eisini tá vit
sendu tíðindaskrivið. Vit
vita útmerka væl, at Heðin
er næsti maður á listanum.
Men vit ganga sjálvandi
útfrá tí, at Javnaðarflokkurin
og løgmaður finna útav
sínum tingum við Heðin
Mortensen. Hvat stempul
vil hann hava á pannuna, tá
hann kemur inn í Løgtingið?
Skal hann inn á lista B ella
lista C ella hvat vil hann?
Vit høvdu eina greiða
avtalu við løgmann um, at
tað er Javnaðarflokkurin,
sum skal syrgja fyri... tað er
jú soleiðis, at eg og Lisbeth
umboða Suðurstreym, og
tann greiða fatanin í tí
avtaluni millum okkum er
sjálvandi tann, at um ein av
okkum fer í farloyvi ella úr
tinginum, so taka vit tað
fyri givið, sjálvandi, at ein
javnaðarmaður ikki tekur
við tingsessinum. Tað haldi
eg, at øll skilja og tað ger
Javnaðarflokkurin eisini.
Handan avtalan, hvar og
nær varð hon gjørd?
Vit hava tosað fleiri ferðir
við Jóannes um hetta, og
tað skal so ikki vera ein
trupulleiki. Tað eigur ikki
at vera ein trupulleiki. Og
tað skal hann so tosa við
Heðin um, og so tosa vit
saman um tað, og so gangi
eg útfrá, at vit finna eina
loysn. Rokni eisini við, at
løgmaður eisini vil hava
skil á hesum.
Ikki koyrdur úr
flokkinum
..Nú verður ósemjan tikin
við inn í samgonguna...
Um
hann
(løgmaður,
red.) ikki klárar at loysa
ósemjuna millum Javnaðar
flokkin og Heðin, so hava
vit eina nýggja støðu, so
einfalt er tað... Eg havi tosa
við Jóannes um hetta, og
hann sigur, at bólturin ligg
ur hjá sær, at hann skal tosa
við Heðin Mortensen, so
tað bíði eg bara eftir.
.. Vit hava ikki gjørt nak
að galið..
Men tað hevur Heðin
Mortensen heldur ikki..?
Nei, men nú má hann
bestemma seg til, hvønn
hest hann vil ríða á. Man
kann ikki ríða á tveimum
hestum í senn.
Men var tann avgerðin
ikki tikin eftir síðsta býráðs
val, tá Heðin varð koyrdur
úr Sambandsflokkinum?
- Mærvitandi er Heðin
Mortensen ongantíð koyrd
ur úr Sambandsflokkinum.
Eg havi ongantíð koyrt
hann úr, og tað havi eg
heldur ikki mandat til.
Men hvussu kann hann
so vera borgmeistari í ein
ari býráðssamgongu, har
Sambandsflokkurin er í and
støðu?
- Tað mást tú spyrja
lokalfelagið um, tí eg havi
ikki koyrt hann úr flokki
num. Løgmaður hevur sam
gonguna at hugsa um og
Heðin Mortensen at hugsa
um. Og hann hevur ábyrgd
ina av báðum.
Hava tit bjóðað Heðini at
gerast limur í Sambands
flokkinum aftur?
Ikki mær vitandi, nei.
Hetta er sjálvandi typiskt
Heðin, hann liggur og spæl
ir øll út móti hvørjum
øðrum (flennir..)
Ikki slit
Um Heðin kortini velur at
fara upp í Javnaðarflokkin í
tinginum, hvat gera tit so?
So eru fleiri møguleikar,
tað eru tað altíð í politikki,
so skulu vit í øllum førum
tosa rættiliga álvarsliga um
hetta.
Fara tit at seta samgong
una uppá spæl?
Nei, vit hava eitt gott sam
starv í samgonguni, og tað
skulu ikki vera einkultper
sónar, sum sleppa at slíta
samgonguna.. Eg trúgvi
ikki øðrum enn at vit finna
eina loysn á hesum máli
num.
Bólturin liggur hjá løgmanni
Hølir ynskjast!
Vegna ein klient, sum ætlar at byrja virksemi í
Havn, verður søkt eftir hóskandi handilshølum
til støddar 2-300 m2 og við góðum atkomu- og
parkeringsviðurskiftum.
Áhugaði kunnu venda sær til
advokatfelagið við strond 4
Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359
fo-110 tórShavn · faroe iSlandS
email: lawfirm@lawfirm.fo
HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO
tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS
jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge
gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir
Jógvan Páll Lassen, adv. ella
Tórunn D. Lassen, skrivara
e-mail: tdl@lawfirm.fo
- Vit hava eina greiða avtalu við løgmann um, at Heðin Mortensen ikki kann taka við sessunum
í Suðurstreymi, sigur Kaj Leo Johannesen