hósdagur 10. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 89 - 10. mai 2007
Løgtingslimir ymsa
staðni í landinum
vilja hava tunlar fyri
yvir tvær milliardir.
Bjarni Djurholm
væntar, at tað verður
ringt at blanda kort
ini, tí allir politikarar
vilja draga til sítt val
dømi, sum nátúrligt
er nú val er í hondum
Tunlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er eitt roknistykki,
sum verður ringt at fáa at
ganga upp.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumálum,
er við at ganga undir í krøv
um og ynskjum um tunlar
alla møguliga staðni í landi
num.
- Tilsamans hava løgtings
limir sett fram ynski um
tunlar ymsastaðni í landi
num fyri væl yvir tvær milli
ardir, sigur hann.
Og teir skulu allir gerast
so skjótt sum møguligt. Ser
liga nú val er í hondum,
royna allir politikarar at
draga til sítt valdømi, sum
natúrligt er.
Men nú hevur Bjarni
Djurholm fingið eina full
fíggjaða
samferðsluætlan
frá Landsverki, har tunlar
og vegir, sum skulu gerast
tey
næstu
árini,
verða
nágreiniliga viðgjørd.
Samstundis hevur Lands
verk roknað samfelagsligu
nyttuna av hvørjum einasta
tunli og úrslitið av tí er, at
einasti tunnil, sum gevur
eitt samfelagsligt íkast, er
undirsjóvartunnilin ímillum
Eysturoy og Streymoy.
Allir aðrir tunlar geva
stórt, samfelagsligt hall, ser
stakliga undirsjóvartunnilin
í Sandoy og ætlaðu tunlarnir
í Norðoyggjum. Hinvegin
verður eisini staðfest, at
verður flogvøllur einaferð
gjørdur í Sandoy, verður
neyðugt við føstum sam
bandi.
Men landsstýrismaðurin í
vinnumálum leggur dent á,
at samferðsluætlanin hjá
Landsverki byggir ikki á
nakra politiska viðgerð yvir
høvur og útgreiningarnar í
henni skulu sostatt ikki
síggjast sum ein barometur
fyri, hvat politiski viljin er.
- Hetta er ein faklig hand
bók burturav um samferðslu
netið í Føroyum og hetta er
fyrstu ferð, at vit hava eitt
so nágreiniligt yvirlit yvir
at kalla hvønn vegastubba í
landinum.
Bjarni Djurholm sigur, at
síðani verður tað tann polit
iska viðgerðin, sum verður
avgerðandi fyri, hvat verður
gjørt fyrst og, hvat skal
bíða.
Men hann leggur eisini
dent á, at tað er ikki bara
kostnyttan, sum verður av
gerandi fyri, hvussu útbygg
ingar skulu raðfestast.
- Vit byggja eisini út fyri
at gera tað høgligari at ferð
ast, fyri at stimbra uppundir
búseting og vinnumøguleik
ar í ymsum økjum í landi
num og fyri at styrkja sosi
ala
sambandið
ímillum
fólk.
Hinvegin leggur lands
stýrismaðurin eisini afturat,
at fyri ein stóran part eru
útbyggingarnar næsta ár
fastlagdar.
- Tí verður tað mest sam
gongan, sum tekur við eftir
næsta løgtingsval, sum fær
tað stóra arbeiðið at raðfesta
útbyggingarnar.
Bjarni Djurholm sigur, at
tað næsta, sum liggur í
kortunum, er fast samband
til Sandoyar og uppskot um
tað, verður lagt fyri Løg
tingið í heyst.
- Tað er ein verkætlan,
sum tekur nógva fíggjarliga
orku úr Vinnumálaráðnum,
tí tað fer avstað við 60 milli
ónum um árið í nógv ár og í
miðal er tað ímillum ein
triðing og helvtina av allari
játtanini hjá Vinnumálaráð
num.
- Harafturat skal Leirvík
arvegurin gerast næsta ár.
Hinvegin verður Hovs
tunnilin liðugur í ár, so tað
leysgevur nakað av pen
ingi.
Bjarni Djurholm sigur, at
fær Sandoyartunnilin ikki
eina serliga játtan, fer tað at
avmarka aðrar útbyggingar
rættiliga nógv.
Óvist um Hestoy
kemur við
Nú vísa útrokningar frá
Landsverki, at tað frægasta
at gera við undirsjóvartunn
ilin í Sandoy, er at bora
hann beinleiðis og at lata
ferju sigla út í Heyst.
Verður tað soleiðis, ella
verður ein teinur boraður út
í Hest, so at eisini tey fáa
fast samband?
- Tað er ein spurningur,
sum ikki er avgjørdur enn.
Tað veldst um, hvussu linju
føringin verður. Talan er
um tvær linjuføringar. Ein
linjuføring er norðari og
gongur
sunnaliga
undir
Hestoynni. Hin Farleiðin er
longur suðuri. Ábendingar
eru um, at tann syðra linju
føringin er bíligari, men tað
eru eisini ábendingar um,
at undirlendið er vánaligari
at bora ígjøgnum. Verður
linjuføringin undir Hestoy
vald, eru møguleikar fyri at
knýta hana upp í tunnilin,
men tað dýrkar verkætlan
ina.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at nú skulu tekniskar
kanningar vísa, hvat er best
at gera og so skal ein polit
isk avgerð takast.
Fyrst til Norðoyggjar
Nú hevur tú boðað frá í
Løgtinginum, at stendur tað
til tín, verða tunlarnir í
Norðoyggjum teir næstu,
sum eru á skránni. Hví ert
tú komin til tað niðurstøðu,
tá ið útrokningin hjá Lands
verk vísir, at akkurát hesir
tunlarnir geva størst hall av
øllum, samstundis sum tað
loysir seg nógv frægari at
gera nýggjan tunnil til Hval
biar?
Tað er tí, at vit hava ar
beitt við tunli úr Klaksvík,
Norður um Fjall í fleiri ár
og nú er forarbeiðið liðugt.
Samstundis er farleiðin til
Viðareiðis ein tann vanda
miklasta í landinum.
Annars er at kalla øll játt
anin hjá vinnumálaráðnum
løgd í Suðuroy í nógv ár og
tí haldi eg samanlagt, at vit
eiga at fara í Norðoyggjar,
tá ið Hovstunnilin er liðug
ur.
Skulu vit broyta ætlan nú,
tekur tað mesta av einum
ári at fyrireika nýggjan
Hvalbiartunnil og tá er
tunnilin norður um fjall
komin langt.
- Men nú fáa vit so at
síggja, hvat Løgtingið vil.
Tveir tunlar ísenn
Annars vísir Bjarni Djur
holm á, at tunlarnir kunnu
býtast í tvey. Teir dýru tunl
arnir, eru tann Norður um
Fjall, tann til Viðareiðis,
Sandoyartunnilin og Hval
biartunnilin.
Annars hava vit minni
tunlar á skránni til Dals,
Fámjins og Tjørnuvíkar.
Hinvegin er tað ein spurn
ingur um tað er rætt, at gera
tunlar til Dals og til Tjørnu
víkar, tí har loysir tað seg
betri at fjallatryggjar vegir
nar
- Spurningurin er, hvussu
vit leggja til rættis, so at ætl
anirnar verða framdar hesi
næstu 10-12 árini. Ein
møguleiki, vit hava umhugs
að, er at gera ein lítlan og
ein stóran tunnil ísenn, so
at tvær verkætlanir altíð eru
ígongd.
Harafturat hevur Løgting
ið samtykt at gera tunnil til
Dals, men har er trupulleik
in, at friðingarmyndugleik
arnir vilja ikki góðtaka ætl
anina og har liggur málið í
løtuni.
Bjarni Djurholm sigur, at
harafturat koma neyðugar
útbyggingar á útoyggj, har
Svínoy hevur bestu møgu
leikarnar. Men skal hon
ikki avtoftast, má samferðsl
an betrast.
- Men tað skal ómetaliga
stór, politisk vælvild til at
fáa játtan til fleiri ætlanir
ísenn, staðfestir Bjarni Djur
holm.
Velja alment starv
Hóast meiri enn triðja hvør kvinna millum 25 og 34 ár
brúkar fleiri ár til at útbúgva seg enn fyrr, so velja kvinn
urnar framvegis at fáa sær starv hjá tí almenna. Tað vísa í
hvussu er hagtøl í Danmark. Fyri níggju árum síðani vísti
ein kanning, at helmingurin av kvinnunum við meðal
langari ella langari útbúgving arbeiddu hjá tí almenna, og
støðan er tann sama í dag, hóast kvinnurnar við meðallangari
og langari útbúgving eru væl fleiri nú.
Stjórnin hevði fallið
Um vikuskiftið er altingsval í Íslandi. Meiningakanningarnar
upp undir valið hava víst ymisk úrslit, og í gjár var fyri
fyrstu ferð ein, sum vísti, at stjórnin hevði fallið, var val
fyrr í vikuni. Eftir henni hevði Sjálfstæðisflokkurin fingið
38,1 prosent av atkvøðunum, og Framsóknarflokkurin
hevði fingið 8,6 prosent, og tað hevði givið verandi sam
gongu 30 av teimum 63 tinglimunum. 2400 fólk vórðu
spurd, hvønn flokk tey ætla sær at velja.
Vilja hava tunlar fyri tvær milliardir
Bjarni Djurholm fer at royna at fáa undirtøku fyri at vit tey næstu árini gera tveir tunlar ísenn