Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 89 - 10. mai 2007 Løgtingslimir ymsa­ staðni í landinum vilja hava tunlar fyri yvir tvær milliardir. Bjarni Djurholm væntar, at tað verður ringt at blanda kort­ ini, tí allir politikarar vilja draga til sítt val­ dømi, sum nátúrligt er nú val er í hondum Tunlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er eitt roknistykki, sum verður ringt at fáa at ganga upp. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, er við at ganga undir í krøv- um og ynskjum um tunlar alla møguliga staðni í landi- num. - Tilsamans hava løgtings- limir sett fram ynski um tunlar ymsastaðni í landi- num fyri væl yvir tvær milli- ardir, sigur hann. Og teir skulu allir gerast so skjótt sum møguligt. Ser- liga nú val er í hondum, royna allir politikarar at draga til sítt valdømi, sum natúrligt er. Men nú hevur Bjarni Djurholm fingið eina full- fíggjaða samferðsluætlan frá Landsverki, har tunlar og vegir, sum skulu gerast tey næstu árini, verða nágreiniliga viðgjørd. Samstundis hevur Lands- verk roknað samfelagsligu nyttuna av hvørjum einasta tunli og úrslitið av tí er, at einasti tunnil, sum gevur eitt samfelagsligt íkast, er undirsjóvartunnilin ímillum Eysturoy og Streymoy. Allir aðrir tunlar geva stórt, samfelagsligt hall, ser- stakliga undirsjóvartunnilin í Sandoy og ætlaðu tunlarnir í Norðoyggjum. Hinvegin verður eisini staðfest, at verður flogvøllur einaferð gjørdur í Sandoy, verður neyðugt við føstum sam- bandi. Men landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur dent á, at samferðsluætlanin hjá Landsverki byggir ikki á nakra politiska viðgerð yvir- høvur og útgreiningarnar í henni skulu sostatt ikki síggjast sum ein barometur fyri, hvat politiski viljin er. - Hetta er ein faklig hand- bók burturav um samferðslu- netið í Føroyum og hetta er fyrstu ferð, at vit hava eitt so nágreiniligt yvirlit yvir at kalla hvønn vegastubba í landinum. Bjarni Djurholm sigur, at síðani verður tað tann polit- iska viðgerðin, sum verður avgerðandi fyri, hvat verður gjørt fyrst og, hvat skal bíða. Men hann leggur eisini dent á, at tað er ikki bara kostnyttan, sum verður av- gerandi fyri, hvussu útbygg- ingar skulu raðfestast. - Vit byggja eisini út fyri at gera tað høgligari at ferð- ast, fyri at stimbra uppundir búseting og vinnumøguleik- ar í ymsum økjum í landi- num og fyri at styrkja sosi- ala sambandið ímillum fólk. Hinvegin leggur lands- stýrismaðurin eisini afturat, at fyri ein stóran part eru útbyggingarnar næsta ár fastlagdar. - Tí verður tað mest sam- gongan, sum tekur við eftir næsta løgtingsval, sum fær tað stóra arbeiðið at raðfesta útbyggingarnar. Bjarni Djurholm sigur, at tað næsta, sum liggur í kortunum, er fast samband til Sandoyar og uppskot um tað, verður lagt fyri Løg- tingið í heyst. - Tað er ein verkætlan, sum tekur nógva fíggjarliga orku úr Vinnumálaráðnum, tí tað fer avstað við 60 milli- ónum um árið í nógv ár og í miðal er tað ímillum ein triðing og helvtina av allari játtanini hjá Vinnumálaráð- num. - Harafturat skal Leirvík- arvegurin gerast næsta ár. Hinvegin verður Hovs- tunnilin liðugur í ár, so tað leysgevur nakað av pen- ingi. Bjarni Djurholm sigur, at fær Sandoyartunnilin ikki eina serliga játtan, fer tað at avmarka aðrar útbyggingar rættiliga nógv. Óvist um Hestoy kemur við Nú vísa útrokningar frá Landsverki, at tað frægasta at gera við undirsjóvartunn- ilin í Sandoy, er at bora hann beinleiðis og at lata ferju sigla út í Heyst. Verður tað soleiðis, ella verður ein teinur boraður út í Hest, so at eisini tey fáa fast samband? - Tað er ein spurningur, sum ikki er avgjørdur enn. Tað veldst um, hvussu linju- føringin verður. Talan er um tvær linjuføringar. Ein linjuføring er norðari og gongur sunnaliga undir Hestoynni. Hin Farleiðin er longur suðuri. Ábendingar eru um, at tann syðra linju- føringin er bíligari, men tað eru eisini ábendingar um, at undirlendið er vánaligari at bora ígjøgnum. Verður linjuføringin undir Hestoy vald, eru møguleikar fyri at knýta hana upp í tunnilin, men tað dýrkar verkætlan- ina. Landsstýrismaðurin sig- ur, at nú skulu tekniskar kanningar vísa, hvat er best at gera og so skal ein polit- isk avgerð takast. Fyrst til Norðoyggjar Nú hevur tú boðað frá í Løgtinginum, at stendur tað til tín, verða tunlarnir í Norðoyggjum teir næstu, sum eru á skránni. Hví ert tú komin til tað niðurstøðu, tá ið útrokningin hjá Lands- verk vísir, at akkurát hesir tunlarnir geva størst hall av øllum, samstundis sum tað loysir seg nógv frægari at gera nýggjan tunnil til Hval- biar? Tað er tí, at vit hava ar- beitt við tunli úr Klaksvík, Norður um Fjall í fleiri ár og nú er forarbeiðið liðugt. Samstundis er farleiðin til Viðareiðis ein tann vanda- miklasta í landinum. Annars er at kalla øll játt- anin hjá vinnumálaráðnum løgd í Suðuroy í nógv ár og tí haldi eg samanlagt, at vit eiga at fara í Norðoyggjar, tá ið Hovstunnilin er liðug- ur. Skulu vit broyta ætlan nú, tekur tað mesta av einum ári at fyrireika nýggjan Hvalbiartunnil og tá er tunnilin norður um fjall komin langt. - Men nú fáa vit so at síggja, hvat Løgtingið vil. Tveir tunlar ísenn Annars vísir Bjarni Djur- holm á, at tunlarnir kunnu býtast í tvey. Teir dýru tunl- arnir, eru tann Norður um Fjall, tann til Viðareiðis, Sandoyartunnilin og Hval- biartunnilin. Annars hava vit minni tunlar á skránni til Dals, Fámjins og Tjørnuvíkar. Hinvegin er tað ein spurn- ingur um tað er rætt, at gera tunlar til Dals og til Tjørnu- víkar, tí har loysir tað seg betri at fjallatryggjar vegir- nar - Spurningurin er, hvussu vit leggja til rættis, so at ætl- anirnar verða framdar hesi næstu 10-12 árini. Ein møguleiki, vit hava umhugs- að, er at gera ein lítlan og ein stóran tunnil ísenn, so at tvær verkætlanir altíð eru ígongd. Harafturat hevur Løgting- ið samtykt at gera tunnil til Dals, men har er trupulleik- in, at friðingarmyndugleik- arnir vilja ikki góðtaka ætl- anina og har liggur málið í løtuni. Bjarni Djurholm sigur, at harafturat koma neyðugar útbyggingar á útoyggj, har Svínoy hevur bestu møgu- leikarnar. Men skal hon ikki avtoftast, má samferðsl- an betrast. - Men tað skal ómetaliga stór, politisk vælvild til at fáa játtan til fleiri ætlanir ísenn, staðfestir Bjarni Djur- holm. Velja alment starv Hóast meiri enn triðja hvør kvinna millum 25 og 34 ár brúkar fleiri ár til at útbúgva seg enn fyrr, so velja kvinn- urnar framvegis at fáa sær starv hjá tí almenna. Tað vísa í hvussu er hagtøl í Danmark. Fyri níggju árum síðani vísti ein kanning, at helmingurin av kvinnunum við meðal- langari ella langari útbúgving arbeiddu hjá tí almenna, og støðan er tann sama í dag, hóast kvinnurnar við meðallangari og langari útbúgving eru væl fleiri nú. Stjórnin hevði fallið Um vikuskiftið er altingsval í Íslandi. Meiningakanningarnar upp undir valið hava víst ymisk úrslit, og í gjár var fyri fyrstu ferð ein, sum vísti, at stjórnin hevði fallið, var val fyrr í vikuni. Eftir henni hevði Sjálfstæðisflokkurin fingið 38,1 prosent av atkvøðunum, og Framsóknarflokkurin hevði fingið 8,6 prosent, og tað hevði givið verandi sam- gongu 30 av teimum 63 tinglimunum. 2400 fólk vórðu spurd, hvønn flokk tey ætla sær at velja. Vilja hava tunlar fyri tvær milliardir Bjarni Djurholm fer at royna at fáa undirtøku fyri at vit tey næstu árini gera tveir tunlar ísenn