Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 89 - 10. mai 2007 tíðindi Filmur Kim Simonsen Filmurin er gjørdur av 35 ára gamla leikstjóranum Morten Hartz Kaplers, ið fyrr hevur gjørt nógvar stutt­ filmar. Hann er nýliga út­búgvin bæði frá Prag og frá filmskúlanum Super 16 í Keypmannahavn. Morten hevur roynt nógv í lívinum longu. Sum 13 ára gamal var hann framm­ arlaga í KU, (Konservativa Ungdóminum), sum 18 ára gamal var hann endaður sum BZ´ari í elefanthúgvu við jarnrøri í hondini. Hann hevur lært til sirkusartist og hevur livað kring heimin og ferðast til óvanlig støð, so sum tey mest vandamiklu lond­ini í Afrika sum polit­ iskur aktivistur. Ein ferða­ frá­søgn eftir hann er at finna í Outsider Magazin numm­ar 1. Hann heldur ikki, at lopið frá KU til BZ var langt. Vit kallaðu okk­um sjálvar anar­ kistar í KU, og eg hoyrdi til úti á uttasta veinginum av tí vit í dag kalla fyri ultra­ libe­ralistar. Eg haldi, at tað er umráðandi at halda fast um, at hetta eisini er støðið und­ir mínum filmi. Tað er ikki so langt frá mær og filmi­num, sum nógv halda. Annars er Morten Kaples kendur fyri at skipa fyri sjón­leik­ara­ skeiðum og fyri at gera reklamufilmar og tón­leika­videoir. Eitt skifti arbeiddi hann fyri Kulturministeriet, har hann framleiddi søguligt undir­vísingartilfar á CD- ROM fyri børn. Fólk eru bangin Sjálvur sigur Morten Hartz Kaplers í samrøðu við Sosial­in um filmin, at polit­ ik­­arar kenna seg kanska mis­brúktar. – Men eg haldi, at tað er neyðugt at provokera eitt kjak fram her, ið kann hjálpa okkum at definera hvat frælsi, talufrælsi og leik­luturin hjá politikarum er í okkara fólkaræði. Hetta er eitt listarverk og skal tí ikki síggjast sum journali­ stikk­ur ella almennur borg­ ar­ligur kjak-etikkur. Tað er altíð provokerandi tá onkur vendur alt á høvdið, sigur leik­stjórin. Víðari sigur Morten Hartz Kaplers: – Longu í byrjanini visti eg, at eg ongan kjans hevði fyri at fáa stuðul frá Film­ instituttet. Tað eru fleiri um­ mælarar, ið hava nevnt, at hetta er ein filmur, sum eing­­­in filmkonsulentur vildi givið stuðul. Kortini valdi eg at gera hann. – Samanumtikið hevur øll filmsmætlanin tikið fimm ár og kosta mær ómeta­­liga nógva mótgongd. Eg søkti Filminstituttet ferð eftir ferð, men fekk bert stuð­ul til verkstaðararbeiði. Tað var ikki fyrr enn eg hevði arbeitt við filminum í tvey ár, at eg byrjaði at fáa fólk at trúgva upp á filmin. Filmsætlanin er so stór, at tilfarið eg havi tikið upp svar­ar til fimm spæli­film­ ar. Tá eg byrjaði, hugsaðu øll enn um 11. september 2001 í USA. Borgarliga stjórn­in í Danmark gjørdi, at eingin tordi at siga nakað, og eingin tordi at hugsa nak­ að annað. Tað var ein tungur stemningur av ótta yvir øll­ um. Veruligt talufrælsið, er nakað vit skulu berjst fyri allatíðina, tí annars so missa vit tað. Einki er broytt sum so Tað er ikki nógv broytt í Dan­mark. Sjónvarpsrásir sum DR og TV2 tora ikki at keypa filmin hjá mær, sjálvt um svenskt og hollenskt sjón­varp hava keypt hann longu, og 25 altjóða festi­valar hava bjóðað mær og filmi­ num við. Eg komi eis­ini fegin til Føroyar at vísa filmin. TV3 tora ikki at keypa filmin, tí tey mettu, at tey kundu koma at dálka seg sum rás, áðrenn tey skuldu bjóða uppá keypið av TV2. Hesi vóru tó so er­lig, at tey tordu at siga, sum er við meg. Hini eru ræðslu­ sligin. Eg veit ikki um allir dansk­­ir stjórar líða av ótta fyri at missa teirra pensión. Tey kunnu ikki seriøst meina, at ein sjónvarps­send­ ing ella filmur, sum er hálv­ an annan tíma langur, skal kunna oyðilegga alt sam­fe­ lagið? Nei, vit standa framm­­an fyri ótta, fobium og svartari konservatismu. Eg haldi, at fólk skulu síggja filmin, heldur enn at hava fordómar móti honum og døma hann upp á for­ hond. Filmurin er fullur í kærleika og snýr seg um fólkaræði og talufrælsi. Tað er altíð ein baksíða Undir arbeiðinum sum tók nógv ár hendi nógv á tí per­ sónliga økinum, ið eisini sæst aftur í filminum. Listarligt arbeiði hevur altíð eina baksíðu av pínu, men hendan baksíðan er veruliga størsti vinningurin fyri filmin. Tá eg var mest inn í pínuni, kom eitt nýtt tilvit fram. Allar stórar listarligar verk­ætlanir eru pínufullar, serliga hesin filmurin, sum nærum hevur kostað mær alt. Bæði persónligt, fíggjar­ ligt og professionelt. At grava í sær sjálvum og seta seg sjálvan fram, sum eg geri í hesum filminum, hevur gjørt tað lættari fyri meg nú at arbeiða, tí eg tori betri at taka tað fram, sum er privat og brúka hetta listar­liga. Ger ein annan film Hann er longu farin í holt við at gera ein nýggjan film. Hesuferð skal hann búgva í Berlin og í Paris í eitt hálvt ár og læra seg betri franskt og týskt fyri at kunna gera næsta spæli­film­ in. Eg havi verið í filmídnað­ inum í níggju ár og verið óvan­liga treiskur. Eg havi ongantíð viljað gjørt filmar, sum onnur vilja hava meg at gera og altíð trúð á míni egnu hugskot. Eg havi altíð gjørt tað, sum eg vildi og trúð hundrað prosent á tað. AFR er veruliga ein stór uppgáva, ið tey flestu vildu brotnað undir. Skal eg gev­ ast við at vera lítilátin, so merki eg longu, at fjølmiðlar eru farnir at spæla við mocku­mentary genruna og meiri við politiskari satiru. AFR var frumframførdur kring alt Danmark fríggja­ dagin 20. apríl. Gjørligt at at síggja eitt brot her: www.afr-filmen.dk Samrøða við leikstjóran Morten Hartz Kaplers, ið er frammi við filminum AFR – Anders Fogh Rasmussen Pína og kærleiki eru handan alla skapan AFR fingið stóra virðisløn Fyrst kom Borat, nú koma so tveir enn ógvusligari og meiri álvarligir ”mockumentary filmar”, í tí eina er tað Anders Fogh Rasmussen, ið verður dripin og í hinum ”Death Of A President”, er tað Georg W. Bush, sum verður myrdur. Filmurin AFR fekk ovurhonds góð ummæli í donskum bløðum, tá hann kom fram fyri kortum. Fyrst skapti hann øsing millum politikarar og nógv kjak í millum annað Danmarks Radio fyri síðani at fáa góð ummæli. Filmurin skapar sína egnu filmgenru. Leikstjórin hevur haft samrøður við fólk sum Piu Kjærsgaard og onnur, sum hann so hevur klipt sundur og saman og brúkt í einum øðrum konteksti. Pia Kjærsgaard, Naser Khader, Søren Søndergaard, Helge Adam Møller og Henrik Qvortrup eru øll við. Eisini eru klipp við Kofi Annan, Romano Prodi, George W. Bush og øðrum. Hetta er ein satiriskur filmur, sum við samrøðum og grovari rangsnúgvan skapar sína egnu søgu. Leikstjórin spælir sjálvur elskarin hjá Fogh Emil. AFR var frumframførdur á altjóða filmfestivalinum i Rotterdam i februar 2007, har hann fekk fyrstu virðislønina., ið kallast ein ”VPRO Tiger Award”. Morten Hartz Kaplers hevur júst verið í Buenos Aires í Argentina. AFR luttekur á 25 festivalum kring allan heimin. Kendi rithøvundin Carsten Jensen hevur bert lovorð at geva filminum. Hann heldur, at tað ikki er løgið, at fólk gera slíkar filmar um Fogh, tí hann er bert ein fasada. Filmurin er fyri tað mesta gjørdur uttan filmstuðul. Samanumtikið hevur hann kostað 3,5 milliónir at gera, mótvegis einum vanligum donskum filmi, ið kostar fimm ferðir so nógv. Marknaðarføringin av filminum kostaði 400.000 kr. FAKTA Tað er ikki ofta, at ein forsætis­málaráð­ harri verður dripin í einum filmi. Í filminum AFR verður Anders Fogh Rasmussen dripin av sínum homoseksuella elskara, Emil. Men tað serliga við filminum, er at Fogh er ein hetja í filminum, tí hann fer at hjálpa triðja heiminum og vil støðga kriggi, eftir at hann hevur møtt Emil. Filmurin vísir tann statsmannin, ið Fogh kundi verið, men ongantíð gjørdist Filmurin um Anders Fogh Rasmussen verður væntandi vístur í Føroyum - Eg haldi, at fólk skulu síggja filmin, heldur enn at hava fordómar móti honum og døma hann upp á forhond, heldur Morten Hartz Kaplers, leikstjóri. Í filminum spælir hann sjálvur leiklutin Emil, sum er elskari hjá Anders Fogh Rasmussen