Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 15 Petrea Olsen á Toftum fer til gravar úr Fríðrikskirkjuni í morgin, hósdagin 10. mai, klokkan 14. Elsa Andreasen, Valurin, Tvøroyri, andaðist mánadagin 7. mai 77 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Tvøroyrar sjúkrahúsi, í kirkjuna í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju hósdagin klokkan 12.30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Elsu, kunnu lata Hjartafelagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir nøvn Nú 13. mei fyllir mamma okkara 60. Hon eitur Kristianna Jensen, men varð fødd Øregaard. Summir søldfirðingar kalla hana Lítla, tí at Kristiannurnar vóru so nógvar har úti fyrr, og hon var altíð yngst. Mamma varð fødd í Søldarfirði og vaks upp saman við systkjum og foreldrum á Fornanum. Tey húsini eru ikki til longur sum hús, men bara sum minnir og á myndum. Húsini stóðu nær við har, sum vegurin frá keiini møtir høvuðsvegnum. Men tá mamma flutti til Gøtu í trýssunum, var Søldarfjørður ein onnur bygd enn nú. Mamma og pápi fingu Borgar fyrst. Hann varð føddur í einum kamari á loftinum í Fornahúsinum. Vit eru trý systkin eftir. Tórheðin, Meinhard og Mirjam. Borgar høvdu vit til 1989. Tá var hann 22. Tíbetur eru ikki nógvar mammur, sum uppliva at missa sítt fyrstafødda. Men mamma hevur borið byrðina tolin og hevur dugað at hildið minnið um hann livandi heima hjá okkum. Tað hevur nógv at siga. Mamma og pápi møttust uttan fyri ein bilverkstað í Søldarfirði, sum heldur ikki er til longur. Tá var mamma 15. Nú øll hesi árini eru farin, eru tey líka ólík sum altíð, men draga sama andadrátt. Tá mamma fylti 30, tók Meinhard synd í henni, tí at hon var so gomul. Men nú hon fyllir 60, er hon nógv for ung til at vera 60. Mamma mammu æt Thora, fødd Ras­ mussen, og hon var yngst av systkjunum uppi í Toft. Hon varð fødd í 1908, og mamma hennara varð fødd í 1860. So tað er langt aftur til ættarliðini. Abbi æt Hans David Øregaard og var úr Fuglafirði. Hann varð føddur í 1898. Abbi bleiv blindur tíðliga í tjúgunum, og tá bar ikki so væl til fíggjarliga hjá fólki við skerdum førleika sum nú, so tey vóru sein at giftast. Hann var 37, tá omma og hann fingu Jógvan. Hini systkini eru Pól og Rannvá. Jógvan mammubeiggi doyði í 1991. Abbi doyði í 1958, so nú er mamma eldri, enn hann bleiv. Hon var bara 11, tá hon misti hann. Minnini um pápa sín hevur mamma goymt sum teir fínastu skreytlutirnar, og hon hevur dugað væl at sett tey fram, soleiðis at vit hava dugað at sæð, hvussu dýrabær tey eru. Vit sóu ongantíð abba, men vit eiga minnini um hann, soleiðis sum mamma goymdi tey sum smágenta. Omma doyði í 1984. Tá var mamma um tann aldurin, sum Tórheðin og Mein­ hard eru nú. Vit hugsaðu ikki, at tað var synd í mammu at gerast móðurleys tá, tí hon var so gomul, og omma var so avgomul. Omma búði í kjallaranum hjá okkum seinasta árið, og tað var gott. Hon var verðins besta fólk og vísari enn verðin. Mamma er líka. Hon hevur brúkt tað mesta av tíðini í lívinum upp á, at vit og øll, sum nærkast húsunum, skulu hava tað gott. Ikki bara vit og Óluva og Petur og Joan og Bo og tey, sum hava verið her mest, men øll, sum hava gingið inn á Heyggi. Mamma hevur evnir til alt møguligt. Til dømis hevur hon framúr málslig evni. Men hevði hon havt lært, so hevði tað skulað havt við innandura arkitektur at gjørt. Tað hevði verið stuttligt at samlað allar myndirnar av stovuni gjøgnum tíðirnar. Innan sum uttan er alt kollvelt óteljandi ferðir. Alíkavæl hava húsini ikki sæð út sum eitt arbeiðspláss. Tvørturímóti. Altíð pent og heimligt. Ommubørnini eru 7. Borgar er elst­ ur, og hini eita Kristianna, Embla, Jan, Jónatan, Maria og Rebekka. Og mamma er ein omma. Ikki ommulig upp á tann ommuliga mátan, men upp á tann mammuliga mátan. Tolnast í verðini og gevur meir av sær sjálvari, enn tey flestsu høvdu hildið verið rímiligt. Mamma er ikki útatvend, men hon hevur eitt annað, sum er nógv betri. Hjá henni hevur tað ongantíð verið neyðugt at farið út í verðina at gera væl, tí á Heyggi hevur altíð verið ríkiligt av fólki at verið góð við. Tað ljóðar so hátíðarligt at siga so, men tað passar. Í veruleikanum er tað gerandisligt. Sum tá ein tekoppur er sloppin at kølna, tí onkur hevur prátað for nógv. Vit hava lært av foreldrunum at liva her í verðini, men eisini at kenna okkum passaliga fremmand til at kunna leingjast inniliga eftir betri bústøðum. Har fáa vit eisini sonnu merkingina at vita av orðum sum pápi og mamma og frumborin og innandura arkitekturur. Men hvat skal man siga um mammu sína? Skriva eina síðu og halda seg hava sagt tað, sum skuldi sigast? Tá mamma nú fyllir 60, noyðast vit at siga okkurt. Men innast inni siga vit lítið og onki, sum kemur á prent. Vit undrast og eru glað fyri at hava hana og at hava havt hana, og vit eru ótrúliga glað fyri, at okkara børn og makar hava upplivað hana, og at so nógv onnur fólk hava havt gleði av at kenna hana. Mamma ger ikki nógv burtur úr sær sjálvari, men hon heldur gildi 60 ára dagin. Føðingardagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – tað er nær við missiónshúsið – og tað er sunnudagin 13. mei frá klokkan 16, og øll eru so sera vælkomin. Heilsanin er frá Honnu, Tórheðini, Kristionnu og Jan og frá Mirjam, Eyð­ finni, Borgari, Emblu og Rebekku og frá Rutt, Meinhardi, Jónatan og Mariu. Børnini Kristianna Jensen fyllir 60 Dagurin 11. mai. Mamertus, deyður í 475. Biskupur í Suður­ fraklandi. Hann varð tikin av døgum. Fríggjadagin 11. mai letur »LISTA­GLUGG­ IN – A­RT GA­LLERIE« upp í Niels Finsens­ gøta 25 í Havn. Fyrstu framsýnararnir eru listamenninir Eyðun av Reyni og Anker Mortensen, ið sýna fram málningar List Listagluggin – Art Gallerie fer at leggja seg eftir at sýna fram nútíðarlist umboðað av fremstu før­ oysku listafólkunum. Eisini fer Listagluggin at sýna fram verk av øðrum lista­ fólkum, umframt at hølini eisini fara at verða karmur um onnur kreativ tiltøk, t.d. sýning av nýggjari føroysk­ ari sniðgeving, sum hevur íblástur úr fremstu móta­ metropolum úti í heimi. LISTAGLUGGIN húsast í Niels Finsensgøtu 25, Tórshavn (beint yvirav Thomas Dam). Inngongd er frá vegnum, og hølini eru á fyrstu hædd. Tað eru Mortan C. Carlsen, Elisa C. Heinesen og Katrin Rubek Nielsen, sum eiga og reka nýggja gallaríið. Fyrsta framsýningin letur upp verður fríggjadagin 11. maj kl. 16, tá ferniseringin verður. Tað eru Eyðun av Reyni og Anker Mortensen, ið sýna fram málningar. Hetta eru verk, sum í høvuðsheitum eru gjørd í 2006 og 2007. LISTAGLUGGIN fer eisini at bjóða fyritøkum, almennum stovnum og privatfólki at taka sær av størri listarligum prýðing­ um, herundir at fáa til vega hóskandi listaverk, upp­ heinging, ljósseting o.s fr. Eisini verður møguligt at leiga hølini til serlig tiltøk so sum móttøkur, hátíðarhald og tíðindaframløgur. Til hesi tiltøk ber til at fáa matstovu at veita mat og drekka um ynski er um tað. LISTAGLUGGIN ætlar at hava 6 meginframsýningar um ári, við einum ella fleiri listafólkum. Millum hesar framsýningar fer LISTAGLUGGIN eisini at sýna fram blandaðar framsýningar við fleiri listafólkum. Eisini fer LISTAGLUGGIN at keypa list, formidla keyp og sølu av list og gera virðismetingar av listaverkum. Listagluggin - Art Gallerie: Anker og Eyðun í nýggjum gallaríi Listamenninir Anker Mortensen og Eyðun av Reyni eru teir fyrstu sum sýna fram í »Listagluggin – Art Gallerie« Mynd: Magnus Gunnarsson