Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 17 tíðindi Stutt sagt Dømdur fyri leka Ein embætismaður í bretsku stjórnar­umsit­ing­ ini bleiv í gjár dømdur fyri at hava latið fjøl­miðl­ unum loyniligar upp­lýs­ ingar frá einum fundi mill­ um Tony Blair, for­sæt­is­ ráðharra og George W. Bush, forseta. Í einum no­ta­ti frá fundinum stóð, at Bush hevði ætlanir um at bumba høvuðsstøðina hjá arabisku sjón­varps­ støð­ini al-Jazeera í Qatar, men at Blair var ímóti tí. Hóast notatið var loyniligt, skrivaði blaðið Daily Mir­ ror um tað seinni, og tað kom fram, at tað var ein embætismaður, sum hevði latið blaðnum innihaldið. Í rættinum í gjár segði tann 50 ára gamli em­bæt­ ismaðurin, at hann helt ikki, at tað órógvaði Bret­ lands trygd ella áhugamál, at innihaldið í notatinum bleiv alment. Savna mat Myndugleikarnir í Kuwait bera ótta fyri, at ósemjan um iransku kjarn­orku­ verkætlanina kann enda við kríggi, og tí hava teir gjørt av at fyrireika landið til eitt møguligt kríggj. Al­menna tíðindastovan KUNA skrivaði í gjár, at eftir boðum frá mynd­ug­ leikunum eru nógv túsund tons av mati savnað sam­ an í goymslum ymsa­ staðni kring landið, so fólk­ið skal fáa mat í munn­ in, skuldi kríggj brostið á. Í Kuwait bera tey eisini ótta fyri, at amerik-an­ar­ arn­ir kunnu finna uppá at bumba kjarnorkuverk í Iran. Eitt av verkunum er bara 300 kilometrar frá kuwaitiska markinum. Stillar uppaftur Forsetin í Kekkia, Václav Klavs, kunngjørdi í gjár, at hann stillar uppaftur á forsetavalinum, sum verð­ ur næsta ár. Boðini komu, eftir at stjórnin hevði kunn­gjørt, at hon fer at stilla forsetan uppaftur. Vác­lav Klavs skal vænt­ andi dystast ímóti fyrr­ver­ andi sosialdemokratiska uttanríkisráðharranum Jiri Dienstbier. Václav Klavs hevur verið kekkiskur forseti síðani 2003, tá hann tók við eftir Vaclav Havel. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk - Eg vænti, at eg fari at fáa millum 70 og 80 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum (José Ramos-Horta) útlond José Ramos-Hortam vann forsetavalið í Eystur-Timor Forsetaval var í Eystur- Timor í gjár, og sjálvt um tað almenna og endaliga úrslitið ikki kemdur fyrr enn í nátt ella í morgin, er tað longu greitt, at José Ramos-Horta hevur vunnið. Ramos-Horta er for­sæ­tis­ ráðharri frammanundan. -Tað kann væl vera, at eg havi fingið millum 70 og 80 prosent av atkvøðunum, segði hann við tíðindafólk í gjár, og hann fekk rætt. Tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði hann fingið 73 prosent. Mein­ inga­kanningarnar undan val­inum vístu eisini greitt, at hann fór at vinna. Hansara mótvalevni er Francisco Guiterres, sum í mong ár var ein av leiðar­ unum í frælsisstríðnum, sum endaði, tá indonesiski stjórnarherurin tók seg aftur í 1999. Tey næstu árini vóru innanhýsis bardagar, til ST- hermenn fingu skilt part­ arnar sundur. Í 2002 fekk Eystur-Timor altjóða viður­ kenning sum sjálvstøðugt ríki. Hann vann stórsigur Meirilutin hjá donsku stjórnini og Danska Fólkaflokkinum er tódnaður, so nú hava flokkarnir bara tveir tinglimir í meiriluta Tann 29. apríl fór Morten Messerschmidt burtur úr fólkatingsbólkinum hjá Danska Fólkaflokkinum, 8. apríl gjørdi tók Louise Frevert sama stig, og í morgun kunngjørdi Leif Mikkelsen, at hann hevði tikið seg burtur úr fólka­ tings­bólkinum hjá Vinstra og var farin upp í Ny Alli­ ance. Sostatt hava Vinstri, Kon­ servativi Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin 91 tinglimir eftir, og tað er ein meiri, enn minsta krav til meiri­luta er. Tískil tolir stjórn­in ikki, at fleiri fara burtur úr teimum trimum tingbólkunum, og nú ávarar Anders Fogh Rasmussen, for­sætisráðharri, um, at tað fær avleiðingar, um fleiri stinga í sekkin: - Enn er tann parla­men­tar­ iska støðan ikki broytt, men skuldi tað hent, at hon verður broytt, so vita øll, hvørjar avleiðingar tað fær, segði forsætisráðharrin við danska sjónvarpið fyrra­part­ in. Spurdur, hvørjar av­leið­ ing­ar hann hugsaði um, svar­­aði hann stutt: - Tað skuldi ikki verið neyð­ugt at lýst tað nærri. Forsætisráðharrin vildi ikki siga, at orð hansara eru ein ávaring til tinglimirnar hjá teimum trimum flokk­ unum, men heldur ein stað­ festing av veru­leikanum. Anders Fogh hóttir við vali José Ramos-Horta, nývaldur forseti í Eystur-Timor Anders Fogh Rasmussen: - Tað kann fáa avleiðingar, at tinglimir stinga í sekkin