Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 17 tíðindi Stutt Sagt Dømdur fyri leka Ein embætismaður í bretsku stjórnarumsiting­ ini bleiv í gjár dømdur fyri at hava latið fjølmiðl­ unum loyniligar upplýs­ ingar frá einum fundi mill­ um Tony Blair, forsætis­ ráðharra og George W. Bush, forseta. Í einum notati frá fundinum stóð, at Bush hevði ætlanir um at bumba høvuðsstøðina hjá arabisku sjónvarps­ støðini al­Jazeera í Qatar, men at Blair var ímóti tí. Hóast notatið var loyniligt, skrivaði blaðið Daily Mir­ ror um tað seinni, og tað kom fram, at tað var ein embætismaður, sum hevði latið blaðnum innihaldið. Í rættinum í gjár segði tann 50 ára gamli embæt­ ismaðurin, at hann helt ikki, at tað órógvaði Bret­ lands trygd ella áhugamál, at innihaldið í notatinum bleiv alment. Savna mat Myndugleikarnir í Kuwait bera ótta fyri, at ósemjan um iransku kjarnorku­ verkætlanina kann enda við kríggi, og tí hava teir gjørt av at fyrireika landið til eitt møguligt kríggj. Almenna tíðindastovan KUNA skrivaði í gjár, at eftir boðum frá myndug­ leikunum eru nógv túsund tons av mati savnað sam­ an í goymslum ymsa­ staðni kring landið, so fólkið skal fáa mat í munn­ in, skuldi kríggj brostið á. Í Kuwait bera tey eisini ótta fyri, at amerik­anar­ arnir kunnu finna uppá at bumba kjarnorkuverk í Iran. Eitt av verkunum er bara 300 kilometrar frá kuwaitiska markinum. Stillar uppaftur Forsetin í Kekkia, Václav Klavs, kunngjørdi í gjár, at hann stillar uppaftur á forsetavalinum, sum verð­ ur næsta ár. Boðini komu, eftir at stjórnin hevði kunngjørt, at hon fer at stilla forsetan uppaftur. Václav Klavs skal vænt­ andi dystast ímóti fyrrver­ andi sosialdemokratiska uttanríkisráðharranum Jiri Dienstbier. Václav Klavs hevur verið kekkiskur forseti síðani 2003, tá hann tók við eftir Vaclav Havel. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg vænti, at eg fari at fáa millum 70 og 80 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum (José Ramos-Horta) útlond José Ramos-Hortam vann forsetavalið í Eystur-Timor Forsetaval var í Eystur­ Timor í gjár, og sjálvt um tað almenna og endaliga úrslitið ikki kemdur fyrr enn í nátt ella í morgin, er tað longu greitt, at José Ramos­Horta hevur vunnið. Ramos­Horta er forsætis­ ráðharri frammanundan. ­Tað kann væl vera, at eg havi fingið millum 70 og 80 prosent av atkvøðunum, segði hann við tíðindafólk í gjár, og hann fekk rætt. Tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði hann fingið 73 prosent. Mein­ ingakanningarnar undan valinum vístu eisini greitt, at hann fór at vinna. Hansara mótvalevni er Francisco Guiterres, sum í mong ár var ein av leiðar­ unum í frælsisstríðnum, sum endaði, tá indonesiski stjórnarherurin tók seg aftur í 1999. Tey næstu árini vóru innanhýsis bardagar, til ST­ hermenn fingu skilt part­ arnar sundur. Í 2002 fekk Eystur­Timor altjóða viður­ kenning sum sjálvstøðugt ríki. Hann vann stórsigur Meirilutin hjá donsku stjórnini og Danska Fólkaflokkinum er tódnaður, so nú hava flokkarnir bara tveir tinglimir í meiriluta Tann 29. apríl fór Morten Messerschmidt burtur úr fólkatingsbólkinum hjá Danska Fólkaflokkinum, 8. apríl gjørdi tók Louise Frevert sama stig, og í morgun kunngjørdi Leif Mikkelsen, at hann hevði tikið seg burtur úr fólka­ tingsbólkinum hjá Vinstra og var farin upp í Ny Alli­ ance. Sostatt hava Vinstri, Kon­ servativi Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin 91 tinglimir eftir, og tað er ein meiri, enn minsta krav til meiriluta er. Tískil tolir stjórnin ikki, at fleiri fara burtur úr teimum trimum tingbólkunum, og nú ávarar Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, um, at tað fær avleiðingar, um fleiri stinga í sekkin: ­ Enn er tann parlamentar­ iska støðan ikki broytt, men skuldi tað hent, at hon verður broytt, so vita øll, hvørjar avleiðingar tað fær, segði forsætisráðharrin við danska sjónvarpið fyrrapart­ in. Spurdur, hvørjar avleið­ ingar hann hugsaði um, svaraði hann stutt: ­ Tað skuldi ikki verið neyðugt at lýst tað nærri. Forsætisráðharrin vildi ikki siga, at orð hansara eru ein ávaring til tinglimirnar hjá teimum trimum flokk­ unum, men heldur ein stað­ festing av veruleikanum. Anders Fogh hóttir við vali José Ramos-Horta, nývaldur forseti í Eystur-Timor Anders Fogh Rasmussen: - Tað kann fáa avleiðingar, at tinglimir stinga í sekkin