Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2007 VARPIÐ Canal+Film1 • Týsdagin kl. 19.00 Like Minds Ein 16 ára gamal drongur verður ákærdur fyri at hava myrt skúlafelaga sín. Kriminalsálarfrøðingurin Sally Rowe átekur sær at kanna morðið. Tað vísir seg, at tann myrdi og tann ákærdi á óhugnaligan hátt eru tengdir saman. Men tað er trupult at gera av, hvat veruliga hendi. DR1 • Týsdagin kl. 21.00 Wicked Minds Tá Holden Pryce kemur aftur frá college finnur hann útav, at ríki pápi hansara hevur gift seg aftur. Lara er ikki bara helvtina yngri enn maðurin. Hon er eisini vøkur og eggjandi. Sera eggjandi. TV3 • Týsdagin kl. 19.00 Fede tider Í hesi røðini fylgja vit nøkrum av feitastu persónunum í USA. Somikið stór eru tey, at valið stendur millum at klænka seg ella doyggja. Summi skulu missa upp til 80% av síni vekt. Vit síggja millum annað mannin, sum hvørt kvøld át 24 Big Mac til náttúrða, og kvinnuni, sum át pizza frá morgni til myrkurs. SvF • Sunnudagin kl. 20.00 30 ár við Ingeborg Herfyri vóru liðin 30 ár, síðani Ingeborg Vinther sum 31 ára gomul varð vald í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag. Øll hesi árini hevur hon dúgliga vart borg um áhugamálini hjá arbeiðarum, og nú hon í næstum verður 62, ásannar hon, at tíðin at gevast nærkast í hvørjum, hóast mong mál tíverri enn liggja á láni og bíða eftir at fáa eina loysn. Hóast dagurin, tá hon takkar fyri seg, ikki er ásettur enn, gleðir hon seg til at kunna vera meira saman við manni, børnum og ommubørnum. Leivur Hansen hevur gjørt eina portrettsending um Ingeborg, har eisini løgmaður, landsstýrismaðurin í vinnumálum, umboð fyri arbeiðsgevararnar og hini arbeiðarafeløgini eru við og siga sína hjartans meining um ein av fremstu fakfelagsleiðarunum í Føroyum seinastu 30 árini.