hósdagur 10. mai 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2007
VARPIÐ
Canal+Film1 • Týsdagin kl. 19.00
Like Minds
Ein 16 ára gamal drongur
verður ákærdur fyri at
hava myrt skúlafelaga sín.
Kriminalsálarfrøðingurin Sally Rowe
átekur sær at kanna morðið. Tað vísir
seg, at tann myrdi og tann ákærdi á
óhugnaligan hátt eru tengdir saman.
Men tað er trupult at gera av, hvat
veruliga hendi.
DR1 • Týsdagin kl. 21.00
Wicked Minds
Tá Holden Pryce kemur aftur frá college finnur
hann útav, at ríki pápi hansara hevur gift seg
aftur. Lara er ikki bara helvtina yngri enn
maðurin. Hon er eisini vøkur og eggjandi. Sera
eggjandi.
TV3 • Týsdagin kl. 19.00
Fede tider
Í hesi røðini fylgja vit nøkrum av feitastu
persónunum í USA. Somikið stór eru tey,
at valið stendur millum at klænka seg ella
doyggja. Summi skulu missa upp til 80% av
síni vekt. Vit síggja millum annað mannin,
sum hvørt kvøld át 24 Big Mac til náttúrða, og
kvinnuni, sum át pizza frá morgni til myrkurs.
SvF • Sunnudagin kl. 20.00
30 ár við Ingeborg
Herfyri vóru liðin 30 ár, síðani Ingeborg Vinther sum 31 ára gomul varð vald í
nevndina í Føroya Arbeiðarafelag. Øll hesi árini hevur hon dúgliga vart borg
um áhugamálini hjá arbeiðarum, og nú hon í næstum verður 62, ásannar hon,
at tíðin at gevast nærkast í hvørjum, hóast mong mál tíverri enn liggja á láni
og bíða eftir at fáa eina loysn. Hóast dagurin, tá hon takkar fyri seg, ikki er
ásettur enn, gleðir hon seg til at kunna vera meira saman við manni, børnum og
ommubørnum. Leivur Hansen hevur gjørt eina portrettsending um Ingeborg, har
eisini løgmaður, landsstýrismaðurin í vinnumálum, umboð fyri arbeiðsgevararnar
og hini arbeiðarafeløgini eru við og siga sína hjartans meining um ein av fremstu
fakfelagsleiðarunum í Føroyum seinastu 30 árini.