mánadagur 14. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 89 - 10. mai 2007
lýsingar
• Handilin er í støðugari framgongd
• Umboðar tey kendastu merkir
• Liggur væl fyri í miðbýnum
• Góðan kundaskara
Vil tú hava avbjóðingar er hetta ein
góður møguleiki.
Meir fæst at vita við at venda sær til
tlf 514811 ella á mail dros@dros.fo
søkir eftir
Námsfrøðingi til
Dagstovnin í Skálafirði
Dagstovnurin í Skálafirði læt upp 1. apríl 2007, á
stovninum eru 2 vøggustovur normerað til 12
børn í hvørjari. Vit eru ein stovnur undir Runavíkar
Kommunu og halda til í leigaðum hølum í Kelduni
í Skálafirði.
Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru
rúmlig og ljós og vit liggja tætt við haga og
fjørðu.
Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka
barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði
persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka
málinum er neyðugt við einum tryggum og
stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi
millum leiðslu, starvsfólk og foreldur.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi, 25 t. um vikuna til Bláu stovu.
Uppgávan hjá tí, ið settur verður, kemur primert
at snúgva seg um at stuðla einum 1 ára gomlum
rørðslutarnaðum barni í gerandisdegnum.
Setan verður frá 1. juni 2007 ella eftir nærri avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Tóru
Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 25. mai 2007, kl. 12,00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Postboks 139
FO600 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
Søkt verður eftir
stuðulsfólki at byrja 1. juli
Starvið er avloysarastarv fyri stuðulsfólk í barsils
farloyvi.
Arbeiðstíðin er 24,5 tímar um vikuna.
Løn samb. sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Umsókn við møguligum viðmælum skulu verða
kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi 1. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
kommunuskrivstovuna tlf. 47 27 27.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
Smúkkuhjørnið Hotel Bólið søkir eftir álítandi
fólki at byrja fulla ella hálva tíð.
Vit vænta at tú
• setur kundatænastu høgt
• ert fyrikomandi
• ert ágrýtin og álítandi
• ert klárur at lyfta tak, tá hetta krevst
• klárar alt vanligt telduarbeiði
• hevur kunnleika til føroyskt og enskt
Ætlanin er at viðkomandi skal byrja skjótast
gjørligt. Trýggir teir fyrstu mánarnir vera
royndartíð.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til felagið á tlf. 213303
Smúkkuhjørnið
Niels Finsensgøta 51
Søkt verður eftir
álítandi kVinnu
Vinnumálaráðið søkir eftir einum starvsfólki til
KT-skivuna hjá KT-fyrisitingini.
KT- fyrisitingin er ein deild í Vinnumálaráðnum,
ið tekur sær av kunningartøkniligari samskipan
innan landsfyrisitingina sum heild.
KT-fyrisitingin útvegar undirstøðukervi, felags
nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisiting-
arligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd
til. Hetta undirstøðukervið verður nevnt Lands-
NET, og er eitt rættiliga stórt kt-kervi við gott
500 brúkarum, og støðugt vaksandi.
Starvið:
Í dag starvast tvey fólk í KT-skivuni og uppgávan
er í høvuðsheitum at ráðgeva og vegleiða
teldubrúkarum, tá hesir hava tørv á hjálp. Talan
kann verða um ráðgeving og vegleiðing í nýtslu
av felags nýtsluskipanunum og standardforritum
ella meiri tekniskari hjálp.
Arbeiðsuppgávur:
• taka í móti og skráseta fyrispurningar
frá brúkarum
• um gjørligt, at hjálpa brúkarunum við
trupulleikum
• senda fyrispurningar víðari til serkøn
innan KT
• tryggja at brúkari fær hjálp
• brúkaraumsiting
Talan er um eitt nýtt starv í eini rættiliga nýggj-
ari fyrisiting, og skal tann, sum settur verður,
tola møguligar broytingar í starvsinnihaldinum.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum av umsøkjarum, at teir hava:
• Kunnleika og royndir innan KT
• Royndir við teimum vanligastu
KT-forritunum (MS Office v.m.)
• Hegni til at vegleiða brúkarum í
nýtsluni av KT
• Viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir
innan KT
• Ídni, áræði og góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og av-
bjóðandi starv í einum umhvørvi, ið tú sjálv/
sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert og mennandi.
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at
arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini í
landsfyritøkuni. Góðar møguleikar fyri skeiðum
og eftirútbúgvingum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin
umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt onnur stjórnarráð.
Umsóknir:
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast
til:
Vinnumálaráðið
Tinganes
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 21. mai 2007. Fleiri
upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Gunnar Toftegaard, tlf. 35 60 78.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
KT-FYRISITINGIN
Søkt verður eftir
starvsfólki til KT-skivuna
StarvSfólk til
Statoil argir
Statoil Argir sóknast eftir dugnaligum starvs
fólki til at arbeiða skiftandi vaktir. Uppgávurnar
eru: Kassin og annað vanligt handils arbeiði.
Statoil Argir leggur stóran dent á at veita góða
tænastu.
Ert tú fyrikomandi, smílandi, og eldri enn 17 ár?
So er tað kanska júst tær vit leita eftir.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Róa Snorrason á tlf. 56 40 16.
Ljóðar hettar sum tú? Send so eina skrivliga
umsókn til:
Statoil argir
Traðargøta 41
FO160 Argir