Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 91 - 14. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 27. apríl 2007 var prógvhandan og hátíðarhald fyri teimum fyrstu lesandi, sum hava lokið “Akademi­ útbúgvingina” á Føroya Handilsskúla Prógvhandan Myndir: PhotoCare Føroya Handilsskúli ynskti at markera, at fyrstu les­andi vóru liðug við “Akademi­útbúgvingina”, og tað var hátíðarhildið við prógvhandan. 12 lesandi, sum starvast innan bæði privata vinnu­ lívið og á almennum stovn­um, fingu prógv. Á “Aka­demiútbúgvingini” ber til at velja sær ávísa breyt. Tey, sum nú hava lokið Akademiútbúgving hava útbúgvi seg innan marknaðarførslu, samskifti og búskap sum sergrein. Í sambandi við próv­hand­ anina vóru fleiri røður. Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla, umrøddi m.a. í síni røðu gongdina frá tí Akademiútbúgvingin byrjaði á Føroya Handilsskúla til í dag. Somuleiðis umrøddi Reidar, hvørjar møguleikar eru í útbúgvingini og hvørj­ ar ætlanir eru viðv. útbúgv­ ingini. Richard Mortensen, stjóri á FT Samskifti og undirvísari á Akademiútbúgvingini, kom í síni røðu m.a. inn á, hvussu týdningarmikið tað er fyri Føroyar sum heild og fyri tann einstaka, at útbúgva seg. Somuleiðis helt Richard, at tað í veruleikanum eru alt ov fá, sum kenna Aka­demi­ útbúgvingina. Um tú millum fólk spyr, um tey kenna Aka­ demi­útbúgvingina, verður ofta svara: ”Aka – hvat fyri nak­að” – Og tað hóast Aka­ demi­útbúgving er sera við­ komandi og tey, sum hava lokið útbúgvingina, gera tað á einum høgum fakligum støði. Aina L. Knudsen, útbúgv­ ingarleiðari fyri Aka­demi­ útbúgvingina, ásannar, at Føroya Handilsskúli helst ikki hevur gjørt nóg nógv við at kunnað um út­búgvingina og teir mongu møgu­leik­ar­ nar, ið hon bjóðar. Og at hetta eigur Handilsskúlin at bøta. Fróði Magnussen, stjóri á Formula og undirvísari á Akademiútbúgvingini, hugleiddi m.a. broytingar. Í dag verður javnan tikið til, at vit liva í eini við stórum broytingum, men áður er bæði stórar og víðfevndar broytingar farnar fram. Tað, sum er øðrvísi í dag, er hetta at broytingarnar, hóast tær ikki altíð eru so víttfevnandi, seta stór krøv til okkara førleikar og vitan. Og harvið eisini áhaldandi krøv til førleikamenning – og til útbúgving. Føroya Handilsskúli, Tórshavn: Fyrstu næmingarnir fingið akademiútbúgving Tey sum fingu prógv handað vóru: Aftasta rað: Rúni Jákupson Jakobsen, Súni Sigvaldsson Kristiansen, Lene Rosengaard, Ingvard Fjallstein, Albert Ellefsen og Henrid Johansen. Fremsta rað: Katrin Sloan Nielsen, Ingrid Gregersen, Súsanna Jacobsen, Jónley Lava, Malan Joensen Tauser og Thea Joensen Um Akademiútbúgvingina á Føroya Handilsskúla: Vinnulig – ella sonevnd merkantil – útbúgving – við møguleikum at førleikamenna seg innan eitt nú leiðslu, marknaðarførslu og búskap. Útbúgvingin er skipað í modulir. Til ber at taka støk modulir (lærugreinir), men til at fáa fulla Akademiútbúgving krevst, at tann lesandi tekur 6 modulir. 12 lesandi hava lokið útbúgvingina síðan hon var sett á stovn í 2003. 56 lesa í løtuni á útbúgvingini á Føroya Handils- skúla. Akademiútbúgvingin er ein uppgradering av væl­ kendu merkonom útbúgvingini Kelda: Aina L. Knudsen og www.fh.fo FAKTA Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla Fróði Magnussen, stjóri á Formula og undirvísari á Akademiútbúgvingini Føroya Handilsskúli markeraði at fyrstu lesandi vóru liðug við »Akademiútbúgvingina« Reidar Nónfjall, handilsskúlastjóri handar Súna Sigvaldsson Kristiansen prógvið Súsanna Jacobsen fær próvið handað