mánadagur 14. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 91 - 14. mai 2007
tíðindi
Hittir veljaran
Javnaðarflokkurin heldur fram við tiltakinum "Flokkurin møtir veljarunum", ið er
skipað sum fundir ymsastaðni kring landið, har fólk fáa høvi at skifta orð við nakrar
av politikarum floksins. Hesaferð verður tiltakið í skúlanum í Porkeri mikukvøldið
16. mai klokkan 19. Við á fundinum verða ting- og landsstýrisumboðini hjá
flokkinum, og fólk kunnu seta teimum spurningar og siga sína hugsan um tann
førda politikkin og úrslitið av honum.
Fiskaðu fyri 600 mió.
Sambært norska blaðnum Fiskaren fiskaðu tey føroysku uppisjóvarskipini 350.000
tons í fjør. Tað var á leið sama nøgd sum fyri tveimum árum síðani, men tað er
stórur munur á landingarvirðinum. Fyri tveimum árum síðani landaðu skipini fyri
370 mió. krónur, men í fjør var landingarvirðið næstan 600 mió. krónur. Tey bestu
føroysku skipini í fjør vóru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum,
Norðborg og Fagraberg.
Nýggjasta farið í fiski
flotanum er einki min
ni enn eitt vælaverk
frá Tórshavnar Skipa
smiðju. Fiskaklettur
varð latin eigarunum
leygardagin
Nýtt fiskiskip
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var ein stórur dagur á
Tórshavnar
Skipasmiðju
leygardagin. Hóast kalligt
so sá sólin, tá gumman
Bjørg Kass í vøkrum føroys
kum
tjóðarbúnað
tveitti
sjampanjufløskuna
móti
nýmálaðu og jomfrúuligu
skipssíð-uni.
Fiskaklettur
er navnið á nýggjasta farin
um í føroyska fiskiflotanum.
Ein trolbátur, sum góðu
handverkararnir á Skipa
smiðjuni hava smíðað nú í
fleiri
mánaðir.
Reiðarin
Bjarni Kass er vælnøgdur
við nýggja bátin, sum hevur
kostað umleið 13 mill. kr.,
og sum fer til fiskiskap 1.
juni. Hann skal fiska fyri
umleið 7,5 mill. kr. fyri at
svara hvørjum sítt. Tað held
ur reiðarin man fara at gan
ga við verandi prísum og
fiskidøgum. Undir hátíðar
haldinum á bryggjuni segði
stjórin á Tórshavnar Skipa
smiðju, Gunnar Mohr seg
vóna, at eigararnir fóru at
vera nøgdir við skipið, tí
nærløgdu handverkararnir
høvdu gjørt sær stóran
ómak at fáa skipið liðugt til
tíðina og at lata úr hondum
eitt vælaskip. -Tað haldi eg
trygt kann siga, at hetta
skipið er segði Gunnar
Mohr, sum legði dent á, at
fyri føroyskt skipasmíð hev
ur tað eisini nógv at siga, at
vit kunnu halda førleikan
við líka at smíða smærri
skip eisini. (Lesið reportas
juna frá stóru løtuni í Vinnu
síðunum týsdagin.)
Í hugaheiminum hjá
stigtakaranum til
Stórutjørn var fíggjar
málaráðharrin besta
boðið uppá stjóra
starvið til Føroya
størstu verkætlan
nakrantíð
Stjóratjørn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú verkætlanin ”Stóratjørn”
hevur sett stjóra heldur Ják
up á Dul, sum er upphavs
maðurin til hesa verkætlan,
at ein týðandi brikkur er
komin uppá pláss. Hann er
eisini sjálvur væl nøgdur
við avgerðina hjá nevndini
fyri Stórutjørn at seta Bárð
Nielsen, fyrrverandi fíggjar
málaráðharra í starvið.
-Har vóru sera nógv góð
fólk, sum søktu. Har var
eitt veldugt potentiali í
mongum av teimum. Men
vit kontaktaðu eisini onnur,
sum ikki søktu, og har skar
aði Bárður Nielsen burtur
úr. Sjálvur havi eg hitt hann
onkuntíð og kendi á mær, at
hetta var ein góður maður.
Vit fingu eisini at vita frá
øðrum, at hetta var ein dug
naligur ungur og positivur
maður.
Jákup á Dul heldur tað
ikki vera løgið, tá man hev
ur fingið 40 kvalifiserðar
umsøkjarar, at man eisini
hyggur eftir øðrum eisini.
Umráðandi at hava allar
møguleikar á borðinum.
-Føroyingar mugu læra
seg at hugsa uttanfyri kass
arnar. Rætt er tað, at har
vóru 40 góðir umsøkjarar,
men har vóru eisini einir
10, sum ikki høvdu søkt og
sum vóru heilt góðir. Spyr
teir fyrst og so hevur tú
kanska 50 góðar umsøkjarar
at velja ímillum.
At man so valdi ongan
minni enn ein fíggjarmála
ráðharra til starvið heldur
Jákup á Dul ikki vera nakað
løgið í. Tað er als ikki óvan
ligt í Íslandi, at politikarar
fara til tað privata. Her er
so bæði spurningurin um
løn og nýggjar avbjóðingar.
Og Jákup á Dul dylur ikki
fyri, at tað at skula standa
fyri Føroya størstu privatu
verkætlan nakrantíð er ein
spennandi avbjóðing. Og
lønin er so eisini hareftir.
-Vit hava ikki hugsað, at
tað skuldi hava týdning fyri
verkætlanina at fáa ein fyrr
verandi fíggjarmálaráðharra
at standa fyri henni. Vit
høvu hoyrt um mannin, vis
tu at hann hevur arbeitt sum
grannskoðari, er gløggur í
tølum, er samstarvsgóður
og ein maður, sum kemur
væl fram.
Leggja pakka
fram í heyst
Tað næsta, sum nú hendir,
er, at samráðingar verða aft
ur við Tórshavnar Býráð.
Jákup á Dul sigur, at tá tær
eru lidnar, eiga tey saman
við býráðnum at leggja ein
pakka fram, sum greitt vís
ir, hvat farið verður undir at
gera næstu seks árini. Nú
jørðin er komin uppá pláss
vónar hann, at tey kunnu
leggja samlaða og endur
skoðaða pakkan fram í
heyst og at kunna seta spak
an í komandi ár. Hóskandi
tíðspunkt kundi verið á ólav
søku 2008. Heildarpakkin
við øllum verður ikki langt
frá 1,5 til 2 mia. kr.
Nú verkætlanin hevur ver
ið nógv umrødd í almenn
inginum og tað eisini hava
verið atfinningar móti pørt
um av verkætlanini so hava
Jákup á Dul og hansara fólk
eisini roynt at loftað og vent
skilabesta kritikkinum. Tal
an verður tí um at gera yms
ar justeringar, men hann
vónar, at man helst ikki fer
at minka um verkætlanina
– kanska heldur at leggja
okkurt aftrat.
Føroyar brúk fyri
Stórutjørn
Jákup á Dul er framvegis
sannførdur um, at framtíðar
Føroyar hava brúk fyri
Stórutjørn. -Vit síggja nógv
ar møguleikar, tí her er so
nógv, sum manglar í Føroy
um.
-Vit taka atfinningar posi
tivt og vilja eisini í tann
mun tað er rætt og forsvar
ligt laga verkætlanina eftir
tí kritikki, sum hevur verið
rættur. Húsini vórðu kanska
nakað høg og hava vit tí
gjørt ymsar justeringar har
og byggja soleiðis, at húsini
verja hvørt annað fyri vind.
Tey hava sett vindmátarar
upp, sum vísa, at har er ótrú
liga nógvur vindur.
-Vit fara so at venda øll
um hesum aftur, tá Bárður
kemur til Íslands í vikuni
leggur hann aftrat.
Jákup á Dul, sum fylgir
gongdini í Føroyum, eisini
sæð út frá einum globalum
sjónarhorni, heldur, at tað
er umráðandi, at føroyingar
ikki steðga upp men fylgja
við í teirra tilgongd, sum er
grundarlag fyri vøkstri aðra
staðni.
-Fyri 15 árum síðani vóru
føroyingar umleið 50.000 í
tali og íslendingar 250.000.
Í ár eru íslendingar 310.000
í tali og føroyingar 48.000.
Vøksturin
í
Íslandi
er
veldugur, tí man m.a. hevur
givið loyvi til at taka
útlendska arbeiðsmegi til
landið.
Um
íslendingar
halda fram við at byggja
sítt land upp og at vøksturin
fer fram alla staðni í verðini,
og vit halda, at vit ongan
vøkstur
skulu
hava
í
Føroyum og kortini behalda
øll fólkini, sum vilja nakað,
so taka vit feil. Føroyar
hava einki val, um vit vilja
vera við í altjóðagerðini. Tí
tú verður við um tú vil tað
ella ikki. Tí eiga føroyingar
eisini at medvirka til at
skapa
grundarlag
undir
einum vøkstri.
Fiskaklettur fríðkar fiskiflotan
Reiðarin Bjarni Kass og
gumman Bjørg Kass saman
við skipasmiðjustjóranum
og dóttrini.
Mynd Jan Müller
Jákup á Dul Jacobsen:
Bárður best egnaður sum stjóri