Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2007 tíðindi Hittir veljaran Javnaðarflokkurin heldur fram við tiltakinum "Flokkurin møtir veljarunum", ið er skipað sum fundir ymsastaðni kring landið, har fólk fáa høvi at skifta orð við nakrar av politikarum floksins. Hesaferð verður tiltakið í skúlanum í Porkeri mikukvøldið 16. mai klokkan 19. Við á fundinum verða ting- og landsstýrisumboðini hjá flokkinum, og fólk kunnu seta teimum spurningar og siga sína hugsan um tann førda politikkin og úrslitið av honum. Fiskaðu fyri 600 mió. Sambært norska blaðnum Fiskaren fiskaðu tey føroysku uppisjóvarskipini 350.000 tons í fjør. Tað var á leið sama nøgd sum fyri tveimum árum síðani, men tað er stórur munur á landingarvirðinum. Fyri tveimum árum síðani landaðu skipini fyri 370 mió. krónur, men í fjør var landingarvirðið næstan 600 mió. krónur. Tey bestu føroysku skipini í fjør vóru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg og Fagraberg. Nýggjasta farið í fiski­ flotanum er einki min­ ni enn eitt vælaverk frá Tórshavnar Skipa­ smiðju. Fiskaklettur varð latin eigarunum leygardagin Nýtt fiskiskip Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað var ein stórur dagur á Tórshavnar Skipasmiðju leygardagin. Hóast kalligt so sá sólin, tá gumman Bjørg Kass í vøkrum føroys- kum tjóðarbúnað tveitti sjampanjufløskuna móti nýmálaðu og jomfrúuligu skipssíð-uni. Fiskaklettur er navnið á nýggjasta farin- um í føroyska fiskiflotanum. Ein trolbátur, sum góðu handverkararnir á Skipa- smiðjuni hava smíðað nú í fleiri mánaðir. Reiðarin Bjarni Kass er vælnøgdur við nýggja bátin, sum hevur kostað umleið 13 mill. kr., og sum fer til fiskiskap 1. juni. Hann skal fiska fyri umleið 7,5 mill. kr. fyri at svara hvørjum sítt. Tað held- ur reiðarin man fara at gan- ga við verandi prísum og fiskidøgum. Undir hátíðar- haldinum á bryggjuni segði stjórin á Tórshavnar Skipa- smiðju, Gunnar Mohr seg vóna, at eigararnir fóru at vera nøgdir við skipið, tí nærløgdu handverkararnir høvdu gjørt sær stóran ómak at fáa skipið liðugt til tíðina og at lata úr hondum eitt vælaskip. -Tað haldi eg trygt kann siga, at hetta skipið er segði Gunnar Mohr, sum legði dent á, at fyri føroyskt skipasmíð hev- ur tað eisini nógv at siga, at vit kunnu halda førleikan við líka at smíða smærri skip eisini. (Lesið reportas­ juna frá stóru løtuni í Vinnu­ síðunum týsdagin.) Í hugaheiminum hjá stigtakaranum til Stórutjørn var fíggjar­ málaráðharrin besta boðið uppá stjóra­ starvið til Føroya størstu verkætlan nakrantíð stjóratjørN Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú verkætlanin ”Stóratjørn” hevur sett stjóra heldur Ják- up á Dul, sum er upphavs- maðurin til hesa verkætlan, at ein týðandi brikkur er komin uppá pláss. Hann er eisini sjálvur væl nøgdur við avgerðina hjá nevndini fyri Stórutjørn at seta Bárð Nielsen, fyrrverandi fíggjar- málaráðharra í starvið. -Har vóru sera nógv góð fólk, sum søktu. Har var eitt veldugt potentiali í mongum av teimum. Men vit kontaktaðu eisini onnur, sum ikki søktu, og har skar- aði Bárður Nielsen burtur úr. Sjálvur havi eg hitt hann onkuntíð og kendi á mær, at hetta var ein góður maður. Vit fingu eisini at vita frá øðrum, at hetta var ein dug- naligur ungur og positivur maður. Jákup á Dul heldur tað ikki vera løgið, tá man hev- ur fingið 40 kvalifiserðar umsøkjarar, at man eisini hyggur eftir øðrum eisini. Umráðandi at hava allar møguleikar á borðinum. -Føroyingar mugu læra seg at hugsa uttanfyri kass- arnar. Rætt er tað, at har vóru 40 góðir umsøkjarar, men har vóru eisini einir 10, sum ikki høvdu søkt og sum vóru heilt góðir. Spyr teir fyrst og so hevur tú kanska 50 góðar umsøkjarar at velja ímillum. At man so valdi ongan minni enn ein fíggjarmála- ráðharra til starvið heldur Jákup á Dul ikki vera nakað løgið í. Tað er als ikki óvan- ligt í Íslandi, at politikarar fara til tað privata. Her er so bæði spurningurin um løn og nýggjar avbjóðingar. Og Jákup á Dul dylur ikki fyri, at tað at skula standa fyri Føroya størstu privatu verkætlan nakrantíð er ein spennandi avbjóðing. Og lønin er so eisini hareftir. -Vit hava ikki hugsað, at tað skuldi hava týdning fyri verkætlanina at fáa ein fyrr- verandi fíggjarmálaráðharra at standa fyri henni. Vit høvu hoyrt um mannin, vis- tu at hann hevur arbeitt sum grannskoðari, er gløggur í tølum, er samstarvsgóður og ein maður, sum kemur væl fram. Leggja pakka fram í heyst Tað næsta, sum nú hendir, er, at samráðingar verða aft- ur við Tórshavnar Býráð. Jákup á Dul sigur, at tá tær eru lidnar, eiga tey saman við býráðnum at leggja ein pakka fram, sum greitt vís- ir, hvat farið verður undir at gera næstu seks árini. Nú jørðin er komin uppá pláss vónar hann, at tey kunnu leggja samlaða og endur- skoðaða pakkan fram í heyst og at kunna seta spak- an í komandi ár. Hóskandi tíðspunkt kundi verið á ólav- søku 2008. Heildarpakkin við øllum verður ikki langt frá 1,5 til 2 mia. kr. Nú verkætlanin hevur ver- ið nógv umrødd í almenn- inginum og tað eisini hava verið atfinningar móti pørt- um av verkætlanini so hava Jákup á Dul og hansara fólk eisini roynt at loftað og vent skilabesta kritikkinum. Tal- an verður tí um at gera yms- ar justeringar, men hann vónar, at man helst ikki fer at minka um verkætlanina – kanska heldur at leggja okkurt aftrat. Føroyar brúk fyri Stórutjørn Jákup á Dul er framvegis sannførdur um, at framtíðar Føroyar hava brúk fyri Stórutjørn. -Vit síggja nógv- ar møguleikar, tí her er so nógv, sum manglar í Føroy- um. -Vit taka atfinningar posi- tivt og vilja eisini í tann mun tað er rætt og forsvar- ligt laga verkætlanina eftir tí kritikki, sum hevur verið rættur. Húsini vórðu kanska nakað høg og hava vit tí gjørt ymsar justeringar har og byggja soleiðis, at húsini verja hvørt annað fyri vind. Tey hava sett vindmátarar upp, sum vísa, at har er ótrú- liga nógvur vindur. -Vit fara so at venda øll- um hesum aftur, tá Bárður kemur til Íslands í vikuni leggur hann aftrat. Jákup á Dul, sum fylgir gongdini í Føroyum, eisini sæð út frá einum globalum sjónarhorni, heldur, at tað er umráðandi, at føroyingar ikki steðga upp men fylgja við í teirra tilgongd, sum er grundarlag fyri vøkstri aðra- staðni. -Fyri 15 árum síðani vóru føroyingar umleið 50.000 í tali og íslendingar 250.000. Í ár eru íslendingar 310.000 í tali og føroyingar 48.000. Vøksturin í Íslandi er veldugur, tí man m.a. hevur givið loyvi til at taka útlendska arbeiðsmegi til landið. Um íslendingar halda fram við at byggja sítt land upp og at vøksturin fer fram alla staðni í verðini, og vit halda, at vit ongan vøkstur skulu hava í Føroyum og kortini behalda øll fólkini, sum vilja nakað, so taka vit feil. Føroyar hava einki val, um vit vilja vera við í altjóðagerðini. Tí tú verður við um tú vil tað ella ikki. Tí eiga føroyingar eisini at medvirka til at skapa grundarlag undir einum vøkstri. Fiskaklettur fríðkar fiskiflotan Reiðarin Bjarni Kass og gumman Bjørg Kass saman við skipasmiðjustjóranum og dóttrini. Mynd Jan Müller Jákup á Dul Jacobsen: Bárður best egnaður sum stjóri