Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2007 5 Sørvingar hava upp­ skot um at byygja 22 sethús á Billubø, sum er seinasti møguleikin at slíka bygging niðri í bygdini HÚSABYGGING Ólavur í Beit beiti@kallnet.fo - Føroyar og ikki minst Sør­ vágur eru eyðkendar fyri sítt livandi landslag, men hetta landslag er lítið í mun til onnur. Hetta er serstakt og krevur tí eisini serstaka bygging. Soleiðis tekur Jákup á Stongum til í byrj­ anini til samrøðuna. Jákup á Stongum hevur sam­an við øðrum sent upp­ skot inn til Sørvágs komm­ unu um alternativa sethúsa­ bygging á Billubønum. Upp­skotið eru 22 sethús, sett í lendið soleiðis, at hvørt húsið hevur sítt ser­ staka umhvørvi í landslag­ num. Alternativa uppskotið er ein heildarætlan fyri allan Billubøin, har tveir vegir eru inn á økið eystantil í erva og í neðra. Inni á sjálv­ um økinum er eingin gjøg­ numgangangdi ferðsla og heldur ongar brekkur. Húsini eru úr 100 til 230 fermetrar stór og øll hava útsýni út á fjørðin. Og kostn­ aðurin verður helst á sama støði sum eini vanlig sethús í somu stødd. Jákup á Stongum, stjóri í West-tech og stigtakari til ætlanina sigur, at hann hevur arbeitt við hugsanini um at gera útstykkingar sum fella inn í føroyska lands­­lagið síðani hann fór at lesa til arkitekt. - Men tíðin er sjáldan til gransking og skitsering sum skal til, tá ið tú skalt fara undir eina sovorðna ætlan. Vit eru so bundin av tí sum vit eru von við, og møguleikarnir til at gera eitt sovorðið uppskot standa tær tí eisini sjáldan í boði. - Viðvíkjandi Billubønum so er hetta seinasti møgu­ leiki til alternativa bygging niðri í bygdini. Og tí hava vit sent eina umsókn inn til Sørvágs kommunu, sigur Jákup á Stongum. Tað eru Spf. West-Tech, Spf. Berg Rasmussen, Spf. K. J. O., og Spf. Handilsvirki Niclasen sum saman søkja um byggiloyvi til ætlanina. Jákup á Stongum sigur ann­ ars, at serliga bygdirnar hava tørv á alternativari bygg­ing, tí at nógvastaðni er bygt á tað vallaða lendið, og tað sum vit eru von við dugur ikki í livandi lendi. Avgerandi er, at hædd verð­ ur tikin fyri hesum, tá ið útstykkingar verða gjørdar. Ein stórur krani hevur í dag heysað nýggja breiðbands­ útgerð umborð Norrönu. Tað merkir, at bæði ferðafólk og manning fáa tráðleyst internetsamband. Væntandi verður sambandið klárt um tvær-tríggjar vikur Samskifti Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í dag verður útgerð til breið­ bandsatgongd sett umborð á Norrönu. Breiðbands­ loysnin fer at geva Smyril Line virknari arbeiðsum­ støður, tí starvsfólk og ferða­fólk umborð alla tíðina kunnu hava tætt samskifti við síni kæru og starvs­felag­ ar á landi, stendur í tíð­inda­ skrivi frá Føroya Tele, ið veitir tænastuna í samstarvi við Vikmar. - Hetta er sera týdn­ingar­ mikið, tá hugsað verður um, at Norröna er okkara einasta ferðamannaskip og sostatt einasta fasta sjóvegis sam­band hjá føroyskum ferða­fólki við útheimin, skrivar Føroya Tele. Fyrrapartin hevur stórur staðið á Busatanga og ar­beitt við at lyfta útgerðina umborð. Tað snýr dragar seg til dømis um stórar para­ bolantennir, sum taka niður dáta umvegis fylgisvein. Sett verður upp eitt 4 M/512K samband. Enda­ mál­ið er at geva Norrönu størri bandbreidd til inter­ netið, so viðskiftafólk skulu kunna keypa breiðbands­at­ gongd umborð. Allur dáta­ flutningur og telefoni­sam­ skifti á skipinum fer tá at fara fram umvegis breið­ bandssambandið. Hetta merki, at Norröna alla tíð­ ina fer at hava tætt samskifti við skrivstovuna á landi og umheimin annars. Tað hevur leingi verið arbeitt við at fyrireika breið­ bandsloysnina umborð á Norrönu, sum verður sett upp á túrinum til Íslands og síðani royndarkoyrd. Sam­ bandið verður væntandi klárt um 14 dagar til tríggjar vikur. Sansir søkja fíggjarleiðara sansir.fo Av tí at virksemið hjá Sansum er vaksið, er eisini neyðugt, at Sansir fær eina nýggja, dygga fíggjarstýring. Hesa fíggjarstýring skalt tú verða við til at uppbyggja saman við leiðsluni, okkara fyriskipara og kt-leiðara. Tú fært ábyrgdina av rakstrar- og íløgufíggingini, av dagliga bókhaldinum, herímillum at leggja fíggjarætlanir, at gera mánaðar- og ársroknskapir, at greiða lønarviðurskiftini hjá starvsfólkunum o.a. Tú kemur í byrjanini at taka tær av sjálvum bókhaldinum. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú HD í roknskapi ella cand. merc. Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og roknskap, og tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Sansir eru ein framfýsin samskiftis– fyritøka við 33 starvsfólkum í fýra ymiskum londum. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum verður við til at skapa framtíðina saman við okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn. Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mai klokkan 16. Umsóknir kunnu sendast við vanligum posti ella við telduposti til Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk tín teldupost og títt fartelefonnummar. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr ella Høgna Rasmussen á tel 355 355. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Lenu ella Høgna. Send umsóknina til: Sansir Dvørgastígur 7 Postsmoga 1099 FO-110 Tórshavn. Sansir er ein fyritøka í stórari framgongd, og umsetningurin er trífaldaður seinastu 4 árini. Vit hava sett deild á stovn í Keypmannahavn, og ætlanin er næstu árini eisini at seta deildir á stovn aðrastaðni. Alternativ bygging í Sørvági Ferðafólk fáa tráðleyst samband Alternativu sethúsini í Sørvági skulu byggjast á Billu við góðum útsýni yvir fjørðin Um tvær-tríggjar vikur fáa bæði manning og ferðafólk umborð á Norrönu tráðleysa atgongd til internetið. Her heysar ein krani breiðbandsútgerð umborð av Busatanga Mynd: Jens Kristian Vang