mánadagur 14. mai 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2007
5
Sørvingar hava upp
skot um at byygja 22
sethús á Billubø, sum
er seinasti møguleikin
at slíka bygging niðri
í bygdini
HÚSABYGGING
Ólavur í Beit
beiti@kallnet.fo
- Føroyar og ikki minst Sør-
vágur eru eyðkendar fyri
sítt livandi landslag, men
hetta landslag er lítið í mun
til onnur. Hetta er serstakt
og krevur tí eisini serstaka
bygging.
Soleiðis
tekur
Jákup á Stongum til í byrj-
anini til samrøðuna.
Jákup á Stongum hevur
saman við øðrum sent upp-
skot inn til Sørvágs komm-
unu um alternativa sethúsa-
bygging
á
Billubønum.
Uppskotið eru 22 sethús,
sett í lendið soleiðis, at
hvørt húsið hevur sítt ser-
staka umhvørvi í landslag-
num.
Alternativa uppskotið er
ein heildarætlan fyri allan
Billubøin, har tveir vegir
eru inn á økið eystantil í
erva og í neðra. Inni á sjálv-
um økinum er eingin gjøg-
numgangangdi ferðsla og
heldur ongar brekkur.
Húsini eru úr 100 til 230
fermetrar stór og øll hava
útsýni út á fjørðin. Og kostn-
aðurin verður helst á sama
støði sum eini vanlig sethús
í somu stødd.
Jákup á Stongum, stjóri í
West-tech og stigtakari til
ætlanina sigur, at hann
hevur arbeitt við hugsanini
um at gera útstykkingar
sum fella inn í føroyska
landslagið síðani hann fór
at lesa til arkitekt.
- Men tíðin er sjáldan til
gransking
og
skitsering
sum skal til, tá ið tú skalt
fara undir eina sovorðna
ætlan. Vit eru so bundin av
tí sum vit eru von við, og
møguleikarnir til at gera
eitt sovorðið uppskot standa
tær tí eisini sjáldan í boði.
- Viðvíkjandi Billubønum
so er hetta seinasti møgu-
leiki til alternativa bygging
niðri í bygdini. Og tí hava
vit sent eina umsókn inn til
Sørvágs kommunu, sigur
Jákup á Stongum.
Tað eru Spf. West-Tech,
Spf. Berg Rasmussen, Spf.
K. J. O., og Spf. Handilsvirki
Niclasen sum saman søkja
um byggiloyvi til ætlanina.
Jákup á Stongum sigur ann-
ars, at serliga bygdirnar
hava tørv á alternativari
bygging, tí at nógvastaðni
er bygt á tað vallaða lendið,
og tað sum vit eru von við
dugur ikki í livandi lendi.
Avgerandi er, at hædd verð-
ur tikin fyri hesum, tá ið
útstykkingar verða gjørdar.
Ein stórur krani
hevur í dag heysað
nýggja breiðbands
útgerð umborð
Norrönu. Tað merkir,
at bæði ferðafólk og
manning fáa tráðleyst
internetsamband.
Væntandi verður
sambandið klárt um
tværtríggjar vikur
SAmSkIftI
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í dag verður útgerð til breið-
bandsatgongd sett umborð
á Norrönu. Breiðbands-
loysnin fer at geva Smyril
Line virknari arbeiðsum-
støður, tí starvsfólk og
ferðafólk umborð alla tíðina
kunnu hava tætt samskifti
við síni kæru og starvsfelag-
ar á landi, stendur í tíðinda-
skrivi frá Føroya Tele, ið
veitir tænastuna í samstarvi
við Vikmar.
- Hetta er sera týdningar-
mikið, tá hugsað verður
um, at Norröna er okkara
einasta ferðamannaskip og
sostatt einasta fasta sjóvegis
samband hjá føroyskum
ferðafólki við útheimin,
skrivar Føroya Tele.
Fyrrapartin hevur stórur
staðið á Busatanga og
arbeitt við at lyfta útgerðina
umborð. Tað snýr dragar
seg til dømis um stórar para-
bolantennir, sum taka niður
dáta umvegis fylgisvein.
Sett verður upp eitt 4
M/512K samband. Enda-
málið er at geva Norrönu
størri bandbreidd til inter-
netið, so viðskiftafólk skulu
kunna keypa breiðbandsat-
gongd umborð. Allur dáta-
flutningur og telefonisam-
skifti á skipinum fer tá at
fara fram umvegis breið-
bandssambandið.
Hetta
merki, at Norröna alla tíð-
ina fer at hava tætt samskifti
við skrivstovuna á landi og
umheimin annars.
Tað hevur leingi verið
arbeitt við at fyrireika breið-
bandsloysnina umborð á
Norrönu, sum verður sett
upp á túrinum til Íslands og
síðani royndarkoyrd. Sam-
bandið verður væntandi
klárt um 14 dagar til tríggjar
vikur.
Sansir søkja
fíggjarleiðara
sansir.fo
Av tí at virksemið hjá Sansum er vaksið,
er eisini neyðugt, at Sansir fær eina
nýggja, dygga fíggjarstýring. Hesa
fíggjarstýring skalt tú verða við til at
uppbyggja saman við leiðsluni, okkara
fyriskipara og kt-leiðara.
Tú fært ábyrgdina av rakstrar- og
íløgufíggingini, av dagliga bókhaldinum,
herímillum at leggja fíggjarætlanir, at
gera mánaðar- og ársroknskapir, at greiða
lønarviðurskiftini hjá starvsfólkunum
o.a. Tú kemur í byrjanini at taka tær av
sjálvum bókhaldinum.
Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur
hóskandi útbúgving, eitt nú HD í
roknskapi ella cand. merc.
Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og
roknskap, og tú hevur evni at arbeiða
sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Sansir eru ein framfýsin samskiftis–
fyritøka við 33 starvsfólkum í fýra
ymiskum londum. Vit skapa kunningar-
og marknaðarføringsloysnir í tøttum
samstarvi við okkara kundar. Førleika-
og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum
á Sansum er høgt og spennir víða.
Grundarlag okkara fyri støðugari
menning og framburði er persónligt
rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum
hugsunarhátti og stuðul til persónliga
menning hjá okkara starvsfólkum.
Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi,
so eigur tú at søkja starvið. Vónandi
verður tað tú, sum verður við til at skapa
framtíðina saman við okkum. Sjálvandi
fært tú eina góða løn.
Umsóknir til starvið skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 29. mai klokkan 16.
Umsóknir kunnu sendast við vanligum
posti ella við telduposti til Lenu L. Mohr
á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen
á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk tín
teldupost og títt fartelefonnummar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst
tú ringja til Lenu L. Mohr ella Høgna
Rasmussen á tel 355 355. Tú kanst eisini
senda fyrispurningar við telduposti til
Lenu ella Høgna.
Send umsóknina til:
Sansir
Dvørgastígur 7
Postsmoga 1099
FO-110 Tórshavn.
Sansir er ein fyritøka í stórari framgongd, og umsetningurin
er trífaldaður seinastu 4 árini. Vit hava sett deild á stovn
í Keypmannahavn, og ætlanin er næstu árini eisini at seta
deildir á stovn aðrastaðni.
Alternativ bygging í Sørvági
Ferðafólk fáa tráðleyst samband
Alternativu sethúsini í
Sørvági skulu byggjast á Billu
við góðum útsýni yvir fjørðin
Um tvær-tríggjar vikur fáa
bæði manning og ferðafólk
umborð á Norrönu tráðleysa
atgongd til internetið.
Her heysar ein krani
breiðbandsútgerð umborð av
Busatanga
Mynd: Jens Kristian Vang