Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2007 Ikki færri enn 76 sen­ di­harr­ar og makar, um­boð­andi 42 ymisk lond, eru á vitjan í Før­oy­um í hesum døg­um Vitjan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Sendiharrarnir, sum eru gest­ir hjá landsstýrinum, eru úr fjarskotnum londum sum Korea, Mexico, Thai­ lan­di, Vietnam, Ghanam Ug­an­da og nógv aðra stað­ ni. Tey komu til landið fyrra­ part­in sunnudagin, og fara tey avstað aftur í morgin ár­ini, týsdag. Skráin sum frem­m­an­du gestirnir skulu ígjøg­n­um hesar dagarnar er bæði spennandi og tøtt . Í Suðurstreymi Sunnudagin vóru tey á vit­ jan í Kirkjubø og síðani til døg­urða á Føroya Tele, har Jóan­n­es Eidesgaard, løg­ mað­­ur, var vertur. Fyrrapartin mánadagin vit­jaði fylgið úti á Tinganesi, í Løgtinginum og hjá Ríki­s­ um­boð­n­um. Síðani verður far­ið út í Mullers Pakkhús, har Heðin Mortensen, borg­ ar­stjó­ri, flytur fram røðu. Síð­ani sleppa sendiharrarnir at spáka sær ein túr í býnum, áð­renn farið verður niðan í Norð­ur­lan­da­húsið, har Niels Halm, stjóri, bjóðar væl­kom­in. Har fer Bjarni Ol­sen, stjóri í Eik, eisini at greiða frá um fígg­jar­við­ur­ skif­ti Føroya. Og Bogi Han­ sen, professari í hav­um­hvør­ vi, fer at greiða frá um veð­ ur­lags­broyt­ingar og hav­ streym­ar. Har fer Elin Heine­sen, stjóri í Samvit, at greiða frá um ferðavinnu, fígg­jar­viðurskifti og mó­ta­ vinn­una. Til endans fer Jó­an Pauli Joensen, rektari á Setrinum, at greiða frá um føroyska søgu og men­ tan. Vitja norðanfyri Týsdagin vitjar ferðalagið í Klaks­vík, har Steinbjørn Ja­cob­sen, borgarstjóri tekur ímó­ti í býráðshúsinum. Vit­ jað verður í P/F Lan­d­ing­ar­ mið­støð­ini, har Kristian Fríð­rik Olsen, stjóri, greiðir frá. Síðani verður vitjað í Christ­ians­kirkjuni, har Alex Sól­stein greiðir frá um kirk­ ju­na, og kórið Suð syngur. Um middagsleitið verður far­ið til Runavíkar, har Hans Jacob Lamhauge, borg­ar­stjóri, tekur ímóti og greið­ir frá. Har verður eisini døg­urði í býráðs­hús­ inum, og vitjað verður á P/ F Bakka­frost, har Regin Jacobsen, stjó­ri, greiðir frá. Túrurin endar við einari vitjan hjá P/F Töting. Fjølbroytt sendiharravitjan í Føroyum Her vitja tey í Tinginum, har Edmund Joensen, løgtingsformaður, greiddi frá um tingið og aktuellu politisku støðuna. Mr. Dmitriy B. Ryurikov, sendi­ har­ri Russlands í Danmark, er upp­ru­na­liga úr Moskva. Hann held­ur vitjanina í Føroyum vera óme­ta­liga spennandi, og sigur seg líka væl frælsis­hug­ sjón før­oy­in­ga gjøgnum allar tíð­ir. Hann hev­ur stóra virðing fyri, at vit ha­va megnað at skipa okkum við fólkaræði, og at vit, hóast stó­ ru fjarstøðuna við umheimin, eru so modernað og mentað. Hann hevur stóra virðing fyri fos­tur­lands­ kærleikanum hjá før­oy­ing­um, og so líkar honum væl hum­orin her uppi. Hann fegnast um, at hava havt høvi til at práta við løgmann, og er hann vissur í, at ferðin í Før­oy­um, fer at hava við sær tætt ari og betri samstarv millum londini. - Vit hava avtalað at gera okk­ a­ra til at lætt a um hand­ils­mø­gu­ leik­ar­nar millum londini bæði, sig­ur hann við Sosialin. Til endans sigur russiski sendi­harr­in, at hann hevur stóra virð­ing fyri fólkinum her, og at hann vónar at nógv fleiri russarar fara at vitja í Føroyum í framtíðini. Ranvá Holm Mortensen í Smiðjuni Frá Kristihimmalferðardegi 17. mai til 23. mai hevur Rannvá Holm Mortensen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýndar verða 24 nýprentaðar plakatir, og evnið er eitt úrslit av einum tríggjar mánaðar uppihaldi í India. Framsýningin letur upp hósdagin klokkan 15 til 18, og verður opin allar dagar somu tíðir, utt an leygardag, tá verður opið millum klokkan 13. og 18 Styrkja byrgingar Danska stjórnin hevur gjørt av at játt a átt a mió. krónur eyka til at styrkja nakrar av byrgingunum, sum verja láglendið ímóti sjónum. Avgerðin hevur samband við, at fleiri byrgingar fóru illa í illveðri í vetur, soleiðis at stór øki stóðu undir í sjógvi. Í onkrum føri høvdu fólk einki samband við umheimin í dagavís. Á verandi fíggjarlóg hevur Fólkatingið játt að fýra mió. krónur til at styrkja byrgingar, men tann játt anin røkkur ikki.