mánadagur 14. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 89 - 10. mai 2007
lýsingar
8.3
Húski útvega og viðlíkahalda sjálvi stativ. Stativið skal vera av góðkendum slag sambært
Fylgiskjali 2.
8.4
Um meira enn eitt húski er í einum sethúsum, hava tey skyldu til at hava felags støðu. IR
avgerð, um hús við fleiri íbúðum, raðhús og íbúðir í ávísum økjum skulu brúka eina
felagsbingju til pappír í staðin fyri posar. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunna
og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk.
8.5
IRF útvegar fyrstu ruskbingjuna, um so er, at íbúðirnar hava onnur íløt frammanundan.
Eftir hetta og í øki við nýbygdum íbúðum, hevur eigari ella eigarafelag skyldu til at útveg
góðkent ílat fyri egnan kostnað.
8.6
IRF tekur ein hvítan posa frá hvørjum húski við føstum millumbilum. IRF útflýggjar hvít
posar í samsvarið við innsavningartíttleikan. Øll húski fáa einaferð um árið eitt yvirlit yv
nær hvíti posin verður heintaður í teirra øki.
8.7
IRF kann, um serligar grundir eru fyri tí, gera av, at pappír ikki verður heintað í einari
kommunu. Viðkomandi kommuna skal kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í
verk. IRF kunnar íbúgvarnar um skipanina.
8.8
Annars eru somu treytir galdandi fyri innsavning av hvíta posanum sum av gráa posanum
9. Innsavningar- ella avhendingarskipan fyri serliga dálkandi burturkast
9.1
Skipanin fevnir um innsavning av serliga dálkandi burturkasti frá húskjum.
9.2
IRF útflýggjar øllum húskjum í limakommununum ein reyðan posa við jøvnum
millumbilum.
9.3
Hvørt húski fær ein nýggjan reyðan posa, so hvørt tað letur ein. Ruskinnsavnarin festir
nýggja posan í ruskstativið á tryggan hátt. Tað er ikki loyvt at koyra annað í reyða posan
enn tað, sum er fyriskivað í Fylgiskjali 1.
9.4
Eigarin setir reyða posan á støðuna hjá gráa ruskposanum eftir tørvi. Posakjafturin skal
vera afturlatin á tryggan hátt.
9.5
Reyði posin kann latast á vælriggaða burturkastmóttøku í kommununi, sambært Fylgiskja
4.
10. Móttøkustøð til rusk og burturkast
10.1
Kommunan hevur skyldu til at hava móttøkustøð til rusk og burturkast frá borgarunum
sambært Kunngerð um burturkast.
10.2
Móttøkurnar skulu í minsta lagi verða gjørdar og skipaðar sum fyriskrivað í Fylgiskjali 4
pkt. 1 og pkt. 2.1. Verða nevndu krøv ikki fylgd, er neyðugt at gera avtalu við IRF um
fyribilsskipan í seinasta lagi ein mánað eftir, at hesar reglur eru samtyktar. Á smáplássum
kunnu serligar skipanir verða settar í verk eftir avtalu við IRF.
10.3
Kommunan byggir og rekur móttøkustøðina í samráð við IRF, og hevur kommunan
ábyrgdina av, at støðin verður rikin forsvarliga.
10.4
IRF letur bingjur til móttøkustøðina við atliti til íbúgvaratalið í kommununi, og ber
kostnaðin av øllum vanligum viðlíkahaldi av teimum, sum stendst av vanligum sliti og el
meðan kommunan ábyrgdast fyri skaða ella óhapp, sum ikki stendst av vanligum sliti og
elli.
10.5
Kommunan ásetur sjálv, nær og hvussu leingi móttøkan er opin. Kommunan setir og løni
fólki at vegleiða, og at hava eftirlit á móttøkustøðini.
10.6
Móttøkustøðin tekur bert móti ruski og burturkasti frá vanligum húsarhaldi.
10.7
Tá rusk og burturkast verður latið á kommunalar móttøkur, skal tað verða skilt sambært
Fylgiskjali 1 og skiljimøguleikunum á staðnum.
10.8
IRF tømir bingjurnar eftir tørvi. Tó skulu bingjur til burturkast, sum skal brennast, sum
meginregla tømast einaferð um vikuna.
10.9
Kommunan hevur skyldu til at halda móttkustøðina og økið rundan um reint og ruddiligt
og fylgja teimum ásetingum, sum IRF setur.
10.10
Rusk og burturkast av bingjuplássum verður avroknað millum IRF og viðkomandi
kommunu sambært Fylgiskjali 5.
10.11
Kommunur kunnu samstarva um burturkastmóttøku.
11. Fyrispurningar og fráboðanir
11.1
Fyrispurningar viðvíkjandi burturkasti skulu stílast til høvuðsskrivstovuna hjá IRF.
11.2
Fráboðanir um broytingar skulu latast kommununum í góðari tíð.
12. Undantøk
12.1
IRF kann í serligum førum gera undantak frá hesum reglum.
12.2
Nevndin í IRF hevur heimild til at gera broytingar í fylgiskjølunum til reglurnar, sum sku
kunngerðast kommunum og borgarum í góðari tíð.
13. Eftirlit
13.1
Tann einstaka limakommunan í IRF hevur eftirlit við, at ásetingar í hesum reglum verða
fylgdar.
13.2
Verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við reglurnar staðfest, skal eigarin gera avtalu
við kommununa um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist.
13.3
Kommunan boðar IRF frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag.
14. Kærur
14.1
Kærur um innsavning av ruski og burturkasti skulu stílast beinleiðis til høvuðsskrivstovu
hjá IRF.
14.2
Húski kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til avvarandi kommunu.
14.3
Kommunur kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til Heilsufrøðiligu
starvstovuna.
15. Revsing
15.1
Verða ásetingar í hesum reglum ikki hildnar, kann IRF nokta fyri at taka ímóti ruski og
burturkasti frá húskjum og bingjuplássum. IRF boðar viðkomandi kommunu frá hesi
avgerð. Møguligt brot á lógir og kunngerðir nevndar í §1.1 kunnu verða revsað sambært
ásetingum í hesum.
16. Gildiskoma
16.1
Reglurnar koma í gildið 30 dagar eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins.
16.2
Broytingar í hesum reglum skulu samtykkjast á aðalfundi felagsins.
16.3
Reglurnar verða lýstar í stóru dagbløðunum og á heimasíðuni www.irf.fo í seinasta lagi
eina viku eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins.
Fylgiskjal 1. Flokkar av ruski og burturkasti
Rusk
Dømi um húsarhaldsrusk:
dálkað ella vátt pappír og papp
mjólka- og juicepakkar
matleivdir
reinførispappír av ymiskum slag
pappírsblæur og bind
smá plasttíløt og plastpakningur
ymiskt annað rusk, sum skal brennast
Pappír
Dømi um pappír:
tíðindabløð
vikubløð
lýsingarbløð
reint pappír og papp
smápakningur
telefonbøkur
Papp
Dømi um papp:
bylgjupapp
grovt flatpapp
pappeskur
stuðulspapp
Lívrunnið burturkast
Dømi um lívrunni burturkast:
høvd og innvølur av fiski, seyði og fugli
fiskaskræða
skinn
fjarðar
grindaleivdir
Jarn og metal
Dømi um jarn og metal:
aluminiumslutir
blikk
hegn
jarnlutir
koparlutir
komfýrar
messinglutir
mikroovnar
oljufýrsketil
onnur metal og metallutir
sentrifugur
súkklur
trillibørur
turkitrumlur
tómur oljutangi
uppvaskimaskinur
vaskimaskinur
ymiskt blandað metalskrambul
Køli- og frystiburturkast
Dømir um køli og frystiburturkast:
frystiboksir,
kuldaskáp
Elektronisk burturkast
Dømir um elektroniskt burturkast:
fartelefonir
kopimaskinur
printarar
sjónbandaspælarar
sjónvørp
skannarar
teldur
tól við battaríum at løða
tónleikaskipanir
útvørp
Serliga dálkandi ella vandamikið burturkast
Dømir um serliga dálkandi ella vandamikið burturkast:
Íløt við øllum sløgum av brúktari olju og smyrjiolju
Íløt við leivdum av máling, lakki og træverju
Íløt við leivdum av terpentini, bensini og annars tynnarum av øllum slag
Íløt við leivdum av eddikasýru, saltsýru, kaustiskari sodu og annars øllum sløgum av sýru og
lúti
Alt djóra- og plantueitur - eisini tóm íløt ella tómir posar
Ljósrør, kyksilvurlampur, lágorkurperur og halogenperur
Termometur, kondesatorar og blýleivdir
Øll sløg av battaríum – eisini knappasellur og oyðiløgd battarí av fartelefonum, borimaskinum
o.t.
Smærri el-drivin ella battarídrivin amboð ella leiku
Trýstfløskur
Reglur um rusk og burturkast frá húskjum í IRF-limakommunum (framhald)
Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007