Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2007 Spurdu ikki bygdaráðið Tað eru ikki allir grønlendskir politikarar, sum taka undir við avgerðini hjá landsstýrinum at banna allari rúsdrekkasølu í bygdini Qaanaaq. Avgerðin bleiv tikin eftir eina frágreiðing, sum vísti, at børnini í bygdini ganga og mala, tí foreldrini eru drukkin. Seinni er komið fram, at bygdarráðið bleiv ikki spurt, áðrenn bannið bleiv lýst, og tað halda tinglimirnir Ruth Heilmann og Agnete Davidsen vera í stríð við vanligar demokratiskar reglur. Greenpeace mótmælir Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace vil hava skotskar fiskimenn at gevast at veiða tosk í Norðsjónum, tí sambært fiskifrøðingunum er stovnurin so illa fyri, at hann tolir als onga veiði. Um vikuskiftið royndu nakrir limir í Greenpeace at órógva skotska trolaran Endurance. Tey hongdu seg í eina stongboyu við orðunum „STOP - Cod in Crises“ og løgdu seg framman fyri trolaran, men skotski skiparin lat ikki við seg koma. Álvarsemið setti sín dám á fundin, sum tingmanning og starvsnevnd Sam­ bandsfloksins settu hvørj­um øðrum á Gamla Apoteki í morgun. Á skránni var polit­ iska støðan, men ógj­ørligt var kortini at fáa samband við fundarfólkið, tí eingin teirra vildi siga nak­ að. – Eingin viðmerk­ ing, var samfelda svar teirra mótvegis Sosialinum SambandS- málaráðharri Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Nei, eg veit einki um, hvussu leingi fundurin fer at vara, segði Johan Dahl, næstformaður í flokkinum. Hann var sjálvur millum tey fyrstu á fundin í morgun, har tosast skuldi nærri um, hvør skal í sessin sum nýggj- ur fíggjarmálaráðharri eftir Bárður Nielsen. Fundurin byrjaði kl. 9 og innkallað vóru tingmanning floksins og starvsnevndin sum umframt forkvinnuna, Marjuna Olsen er mannað við tveimum øðrum limum. Álvarsama bragdið á fundarluttakarunum vísti, at henda politiska støðan skal viðgerast sakliga og greitt, soleiðis at ein sleppur undan fleiri óhepnum avgerðum. - Tit frætta nærri, tá fund- urin er liðugur, segði hann í stuttu viðmerking síni. Nakað eftir klokkan 9 kom høvuðspersónurin og floksformaðurin, Kaj Leo Johannesen á fundin, og løtu seinni varð fundurin settur. Edmund Joensen, løgtings- formaður var eisini á fund- inum. Men hann kundi neyvan verða við til allan fundin, tí hálvan tíma seinni skuldi hann hitta ein hóp av útlendskum sendiharrum. Vinnari ella tapari Mikið orðaskiftið hevur ver- ið seinastu dagarnar, eftir at Kaj Leo Johannesen fyrst varð valdur sum nýggjur fíggjarmálaráðharri. Seinni komu tó aðrir upp- lýsingar fram, sum higartil hava gjørt, at landið enn liggur í fíggjarmálaráðharraloysi. Málið um tann komandi fíggjarmálaráðharran er tengt at tveimum politikkarum, sum eisini eru ella hava verið virknir sum málverjar innan ítróttin – Kaj Leo sum HB- málmaður og Bárður sum VÍF-málmaður. Í ítrótti ræður um at vinna dystir og harvið at ogna sær stig. Og tað var júst hesa myndina, sum Bárður so skilagott brúkti undan fund- inum á Gamla Apoteki í morgun. - Orðatakið sigur “Tab og vind med samme sind”. Í ítrótti er altíð greitt, hvør hevur sigrað og hvør hevur tapt. - Men tá talan er um polit- ikk, er munandi øðrvísi. Tí er spurningurin, um nakar vinnari er í hesum førinum, segði Bárður. Tvær áskoðanir Í morgun skuldi so ein avgerð takast í hesum máli ella málum, sum mong halda hevur drigið alt ov leingi út – í fyrsta lagi, um Kaj Leo skal í fíggjarmálaráðið, og í øðrum lagi um eftirmann hansara sum tingmann. Undan vikuskiftinum gjørd- ist kortini greitt, at Kaj Leo ikki fer í fíggjarmálaráðið og tí er spurningurin um eft- irmann hansara á tingi ikki viðkomandi sum so. Tað er hinvegin skilligt, at fólk hava tvær áskoðanir á hin mannin, ið hesin spurn- ingurin eisini hevur snúð seg um: Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn. Summi sambandsfólk halda, at hann sjálvsagt eigur – ella átti! - at taka sætið á tingi, tí hann er ein maður sum kann fáa loyst ein hóp av málum. Uppaftur onnur eru helst meira ivasom og halda, at hann eigur – ella átti! – at bakka, tí hann ongatíð hevur verið serliga væl sæddur innanflokka. Stuttligi flokkurin Tá hetta er sagt, eru tað onnur sambandsfólk sum meta, at tað eru fjølmiðlarnir sum hava øst hetta málið upp til tað, sum tað er vorðið til. Hinvegin eru eisini onnur sambandsfólk harmast um hetta og halda, at hetta er alt eitt spæl fyri gallarí’num, og at tað er vorðið meiri eitt “show”, enn eitt mál, sum hevur nakað við politikk at gera. Tað er kanska so, sum ein av starvsnevndarlimunum, Asbjørn Djurhuus úr Tjørnu- vík brosandi tók til: - Hetta er ein keðilig støða, men fólk eru helst ymisk á máli um tað. - Hinvegin mugu vit ansa eftir, at vit ikki verða stevnd av Johan í Kollafirði, fyri at hava tikið navnið “Hin stutt- ligi flokkurin” frá honum! Einki samband við Sambandið ­ Fleiri góð boð Starvsnevndarfor­ kvinnan, Marj­un Olsen úr Øravík var komin norður til Havnar á fund. Men hon var eis­ ini fáorðað undan fundinum SambandSfundur Snorri Brend - Eg haldi, at Kaj Leo eigur at lata sessin til onkran annan. Men tað er væl ikki nakað nýtt í hesum, tí tað varð sagt longu undan vikuskiftinum, sigur hon. Nú fór hon altso á fund, saman við hinum á fund at tosa um politisku støðuna. Og líkt er til, at hon og hini høvdu fleiri boð uppá egnaðar persónar til hetta álitisfulla starvið. - Jú, vit hava okkurt gott boð til ein nýggjan fíggjarmálaráðharra. Men tit mugu bara geva tol, inntil alt er greitt, segði hon. Nevnt varð í morgun, at felagsskapurin Demokratia ynskti eina kvinnu í hetta starvið. Sjálv vildi hon ikki siga, hvat hennara per- sónliga uppskot var til ein komandi fíggjarmálaráð- harra – um talan var um “onkran” ella “onkra”. - Tit frætta meiri seinni, segði hon. Starvsnevnd og tingmanning sambandsfloksins á fundi í morgun – vinstrumegin: Lisbeth L. Petersen, Olav Enomoto, Helgi Abrahamsen floksskrivari, Bárður Nielsen, Marius Dam, Kaj Leo Johannesen, Edmund Joensen, Johan Dahl, Alfred Olsen, Marjun Olsen forkvinna í starvsnevndini, og starvsnevndarlimirnir Asbjørn Djurhuus og Gunnar Nattestad Mynd: Jens Kr. Vang Í ítrótti er altíð greitt, hvør hevur sigrað og hvør hevur tapt. Men tá talan er um politikk, er munandi øðrvísi. Tí er spurningurin, um nakar vinnari er í hesum førinum ” - Tit mugu bara geva tol, sigur forkvinnan í starvs- nevndini hjá Sambands- flokkinum, Marjun Olsen. Hon vildi hvørki siga, um hon ynskti eina kvinnu ella ein mann í starvið sum fíggjarmálaráðharri Mynd: Jens Kr. Vang