mánadagur 14. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2007
15
Signar Vilhelmsen, Sandavágur, andaðist 13.
mai, 35 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd
seinni.
Karolina Berg, vanliga nevnd Linnebeth, ættað av
Toftum, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Gerðisgarði
í Skálavík leygardagin 12. mai, 84 ára gomul.
Kistan kemur heim í Ebenezer týskvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Ebeneser mikudagin kl. 14.
Kristian Højgaard, ættaður av Toftum, fer til
gravar úr Kapellinum á Malmø Almenna Sjúkrahúsi
týsdagin klokkan 13.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Pálmasunnudag 14.
apríl 1957 hevði
Jóhan Nielsen prest
ur komfirmation í
kirkjuni í Klaksvík
50 ár seinni møttu hesir
somu konfirmantar tann
15. apríl 2007 við Mangus
Brahé Jørgensen presti til
hátíðar konfirmatiónsmessa
við altargangi, har tey eisini
mintust tey sum vóru farin.
Á myndini eru aftast f.v.:
Julius S. Polsen, Christoffur
Jensen, Alfons Sigurðsson,
Símin Mechale Poulsen
(Dahl, Árnafjørður), Eiler
Rasmussen, Helgi Mørkøre,
Óli Poulsen, Schuman Han
sen, Eyðun Joensen, Jákup
Dahl, Osbjørn Joensen,
(Norðdepil),
Elsubeth
Heinesen (Johansen) (Ebba
did), Minna á Hædd, Anna
Petersen (Sóloy) (Svín
oy), Hergerð Ziskason
(Rasmussen), Jacobina Fredr
iksen, (Múla).
Hesi kundu ikki møta
- vóru burturstødd: Mona
Hendriksen, (Árnafjørður)
Andrea Løve Jakobsen
(Ljósstein), Katrin Sørinsen
(á Kirkju) og Kristoffur
Svøstein.
Hesu vóru farðin foldum
frá:
Sigfrið
Miðskarð
(64), Jørgin Mørkøre (64),
Odbjørg Sólbjørg (Larsen)
(79) og Marjun Petersen
(Poulsen) (03).
Konfirmantar frá 1957 hittust
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at
kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara
Jógvan Isaksen
Klaksvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin
11. mai 75 ára gamal.
Jarðarferðin verður týsdagin kl 13.30 úr Betesda.
Familjunnar vegna
Harriet, Jógvan, Henrikka, Hans Christian
og Anfinnur
Tey, ið ynskja at minnast Jógvan, kunnu lata eina gávu til Akurin
konta í peningastovnunum
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Karolina Berg
vanliga nevnd Linnebeth,
ættað av Toftum, búsitandi í Tórshavn,
andaðist á Gerðisgarði í Skálavík leygardagin
12. mai, 84 ára gomul.
Kistan kemur heim í Ebeneser týskvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebeneser mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Johannes, børnini, versynir, ommubørn
og langommubørn
Frá 17. mai Kristi himmalsferðar
dag til 6. juni hava Randi Martina
Gunnarsdóttir, Martina Eriksen
og Wanja Petersen framsýning í
Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.
Randi M. Gunnarsdóttir starv
ast sum stuðul og hevur í mong ár
undirvíst í málningalist á Kvøld
skúlanum. Martina Eriksen starvast
sum køksatstøðingur á Land
sjúkrahúsinum, og Wanja Petersen
er sjúkrarøktarfrøðingur og starvast
sum leiðari í Tilhaldinum.
Randi M. Gunnarsdóttir og
Martina Eriksen sýna fram akryl
málningar og Wanja Petersen sýnir
fram handverk, ið hon hevur snið
givið og bundið við hond.
Tær eru allar tríggjar búsitandi
í Tórshavn. Tað er ikki av tilvild
at Gallarí Ribarhús er karmur um
listaframsýningina. Tær fara aftur
á slóðina. Sámal Petur Petersen av
Miðgerði í Kollafirði, seinni nevndur
Gamli Sámal Petur, sum beint eftir
jól 1887 fór at reka handil Niðri á
Støð í Fuglafirði var langabbabeiggi
tær tríggjar. Tað var langabbin Dánjal
Jákup Petersen av Miðgerði, ið
bygdi/laðaði handilin. Í umleið 1910
varð ein goymslubygningur bygdur.
Goymslubygningurin fekk navnið
“Ribarhús” eftir einum av skipunum,
ið førdu vøru til handilin.
Goymslubygningurin er í dag
eitt gallarí og hevur heitið Gallarí
Ribarhús. Við góðum ljósviður
skiftum hevur Ribarhús verið karm
ur um nógvar áhugaverdar fram
sýningar og tónleikatiltøk.
Tað er Fuglafjarðar Heimavirkis
felag, sum síðan 1997 so meistarliga
hevur gjørt í stand og skipað Piddasa
handil og Ribarhús.
Listaframsýningin letur upp 17.
mai, Kristi himmalsferðardag - kl.
16.00.
Opið er: Mánadag til fríggjadag
frá kl. 15.00–17.30, leygardag frá
kl. 11.00–16.00, og sunnudag frá
kl. 14.00 – 18.00. Annars eftir
avtalu á tlf. 270180 / 320180.
Gallarí Ribarhús:
Listaframsýning í Fuglafirði
Frá 17. mai til 6. juni hava Martina Eriksen, Wanja Petersen og Randi
Martina Gunnarsdóttir framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Anna Maria (Mia) Hoydal
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri góða umsorgan frá Heimarøktini
og seinri á Tjarnargarði.
Vit takka Sonju Klein, presti, fyri góð og troystarrík
orð, kirkjutænarum, sangarum og gravarum.
Takk fyri hjálp til ervið, blómur, kransar og
peningagávur til Tjarnargarð.
Takk fyri sýnda virðing á leiðini frá Havnar kirkju og
út í kirkjugarðin - og takk øll, ið fylgdu mammu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Rannvá og Torleivur
Dagurin
15. mai. Halvarðsøka, fyrr í tíðini eisini rópt
halvarðsmessa. Verður hildin til minnis um Hallvarð,
systkinabarn Ólavs hin heilaga.
Navnið er norrønt og merkir hella og verja.