Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2007 15 Signar Vilhelmsen, Sandavágur, andaðist 13. mai, 35 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Karolina Berg, vanliga nevnd Linnebeth, ættað av Toftum, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Gerðisgarði í Skálavík leygardagin 12. mai, 84 ára gomul. Kistan kemur heim í Ebenezer týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Ebeneser mikudagin kl. 14. Kristian Højgaard, ættaður av Toftum, fer til gravar úr Kapellinum á Malmø Almenna Sjúkrahúsi týsdagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir nøvn Pálmasunnudag 14. apríl 1957 hevði Jóhan Nielsen prest­ ur komfirmation í kirkjuni í Klaksvík 50 ár seinni møttu hesir somu konfirmantar tann 15. apríl 2007 við Mangus Brahé Jørgensen presti til hátíðar konfirmatiónsmessa við altargangi, har tey eisini mintust tey sum vóru farin. Á myndini eru aftast f.v.: Julius S. Polsen, Christoffur Jensen, Alfons Sigurðsson, Símin Mechale Poulsen (Dahl, Árnafjørður), Eiler Rasmussen, Helgi Mørkøre, Óli Poulsen, Schuman Han­ sen, Eyðun Joensen, Jákup Dahl, Osbjørn Joensen, (Norðdepil), Elsubeth Heinesen (Johansen) (Ebba­ did), Minna á Hædd, Anna Petersen (Sóloy) (Svín­ oy), Hergerð Ziskason (Rasmussen), Jacobina Fredr­ iksen, (Múla). Hesi kundu ikki møta ­ vóru burturstødd: Mona Hendriksen, (Árnafjørður) Andrea Løve Jakobsen (Ljósstein), Katrin Sørinsen (á Kirkju) og Kristoffur Svøstein. Hesu vóru farðin foldum frá: Sigfrið Miðskarð (64), Jørgin Mørkøre (64), Odbjørg Sólbjørg (Larsen) (79) og Marjun Petersen (Poulsen) (03). Konfirmantar frá 1957 hittust Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Jógvan Isaksen Klaksvík andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 11. mai 75 ára gamal. Jarðarferðin verður týsdagin kl 13.30 úr Betesda. Familjunnar vegna Harriet, Jógvan, Henrikka, Hans Christian og Anfinnur Tey, ið ynskja at minnast Jógvan, kunnu lata eina gávu til Akurin konta í peningastovnunum Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Karolina Berg vanliga nevnd Linnebeth, ættað av Toftum, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Gerðisgarði í Skálavík leygardagin 12. mai, 84 ára gomul. Kistan kemur heim í Ebeneser týskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Ebeneser mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Johannes, børnini, versynir, ommubørn og langommubørn Frá 17. mai Kristi himmalsferðar­ dag til 6. juni hava Randi Martina Gunnarsdóttir, Martina Eriksen og Wanja Petersen framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði. Randi M. Gunnarsdóttir starv­ ast sum stuðul og hevur í mong ár undirvíst í málningalist á Kvøld­ skúlanum. Martina Eriksen starvast sum køksatstøðingur á Land­ sjúkrahúsinum, og Wanja Petersen er sjúkrarøktarfrøðingur og starvast sum leiðari í Tilhaldinum. Randi M. Gunnarsdóttir og Martina Eriksen sýna fram akryl­ málningar og Wanja Petersen sýnir fram handverk, ið hon hevur snið­ givið og bundið við hond. Tær eru allar tríggjar búsitandi í Tórshavn. Tað er ikki av tilvild at Gallarí Ribarhús er karmur um listaframsýningina. Tær fara aftur á slóðina. Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði, seinni nevndur Gamli Sámal Petur, sum beint eftir jól 1887 fór at reka handil Niðri á Støð í Fuglafirði var langabbabeiggi tær tríggjar. Tað var langabbin Dánjal Jákup Petersen av Miðgerði, ið bygdi/­laðaði handilin. Í umleið 1910 varð ein goymslubygningur bygdur. Goymslubygningurin fekk navnið “Ribarhús” eftir einum av skipunum, ið førdu vøru til handilin. Goymslubygningurin er í dag eitt gallarí og hevur heitið Gallarí Ribarhús. Við góðum ljósviður­ skiftum hevur Ribarhús verið karm­ ur um nógvar áhugaverdar fram­ sýningar og tónleikatiltøk. Tað er Fuglafjarðar Heimavirkis­ felag, sum síðan 1997 so meistarliga hevur gjørt í stand og skipað Piddasa­ handil og Ribarhús. Listaframsýningin letur upp 17. mai, Kristi himmalsferðardag ­ kl. 16.00. Opið er: Mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00–17.30, leygardag frá kl. 11.00–16.00, og sunnudag frá kl. 14.00 – 18.00. Annars eftir avtalu á tlf. 270180 /­ 320180. Gallarí Ribarhús: Listaframsýning í Fuglafirði Frá 17. mai til 6. juni hava Martina Eriksen, Wanja Petersen og Randi Martina Gunnarsdóttir framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma Anna Maria (Mia) Hoydal Tórshavn andaðist og varð jarðað. Takk fyri góða umsorgan frá Heimarøktini og seinri á Tjarnargarði. Vit takka Sonju Klein, presti, fyri góð og troystarrík orð, kirkjutænarum, sangarum og gravarum. Takk fyri hjálp til ervið, blómur, kransar og peningagávur til Tjarnargarð. Takk fyri sýnda virðing á leiðini frá Havnar kirkju og út í kirkjugarðin - og takk øll, ið fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Rannvá og Torleivur Dagurin 15. mai. Halvarðsøka, fyrr í tíðini eisini rópt halvarðsmessa. Verður hildin til minnis um Hallvarð, systkinabarn Ólavs hin heilaga. Navnið er norrønt og merkir hella og verja.