Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ] Á ársaðalfundi hjá smá­ partafelagnum Ítrótta­ vedding miku­dagin fingu Ítrótta­samband Føroya, Før­oya Ung­ dóms­ráð og Menta­ málaráðið sín part av køkuna hjá Danske Spil Ítróttur Tíðindaskriv Tey seinnu árini hevur størsta fíggjarliga íkastið til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum verið tað, ið stavar frá veddingarpengum og um­­­vegis smápartafelagið Ítrótta­vedding verður lutað út til Ítróttasamband Før­ oya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið. Samlaða upphæddin hesa ferð var 8,5 milliónir krón­ ur, og á aðalfundinum í smá­ partafelagnum Ítrótta­vedd­ ing mikudagin fekk Ítrótta­ samband Føroya 5,1 millión krónur, og Føroya Ung­ dóms­ráð og Mentamálaráðið 1,7 milliónir krónur í part. Upphæddin, sum verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til ár, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og í farna árinum hava teir verið heldur ídnari enn í fjør, tá útlutaða upphæddin var 8,2 milliónir krónur. Kemur væl við – Fyri okkara viðkomandi kem­ur upphæddin frá vedd­ ingarpengunum sera væl við, og hon fer øll beinleiðis til ítróttin. Sersambondini fáa pengarnar eftir einum ávís­­ um býtislykli, og nú Oyggja­ leikir eru á Rhodos í summar, er hetta kærkomið íkast hjá fleiri ítróttar­grein­um, sigur Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi Før­oya. Tað sama sigur Armgarð Weihe, fulltrúi í Menta­mála­ ráðnum. – Vit hava jú ábyrgd av, at karmarnir fyri virksemi hjá børnum og ungum eru í lagi, og sum vanligt verða pengarnar brúktir til mong og ymisk endamál, so teir koma so mongum til góðar sum gjørligt, sigur hon. Tjóðhild Patursson, for­ kvinna í Føroya Ungdóms­ ráð, sigur veddingar­peng­ar­ nar hava ótrúliga nógv at siga fyri arbeiði hjá teirra limafeløgum. – Hetta heldur so at siga øllum arbeiðinum uppi, og hjá fleiri av okkara lima­fe­ løgum er hetta næstan ein­ asta inntøka, tey hava, sigur hon. Nýggj í nevndini Á aðalfundinum mikudagin kunn­gjørdi Jan Vang, sum hevur verið nevndarlimur í fleiri ár, at hann legði frá sær, og Sára Zachariasar­ dótt­ir frá Føroya Ung­dóms­ ráð var vald sum nýggjur nevndarlimur. Nevndin í smá­parta­fe­lag­ num Ítróttavedding sær nú soleiðis út, at Tórfinn Høj­ gaard er formaður, Sigmund Poulsen næstformaður, og nevndarlimir eru Heðin Mort­ensen, Sára Zacha­rias­ ardóttir, Søren Pram Søren­ sen, Hans Petur Joensen og Petur Elias Petersen, sum eisini er stjóri. Meira Ståle í FCK Í gjár boðaði FC Keypmannahavn frá, at venjarin hjá felagnum, 39 ára gamli Ståle Solbakken, hevur longt sáttmálan við felagið fram til 2011. Norski venjarin hjá FCK hevði tvey ár eftir av verandi sáttmála, men partarnir eru so væl nøgdir við samstarvið, at avtalan teirra millum varð longd við tveimum árum. - Úrslitini hjá Ståle tala fyri seg sjálvi, og hann hevur eisini víst avgerandi eginleikar á leiðsluøkinum. Eg haldi, at Ståle er eitt av størstu venjaratalentunum í Euopa í løtuni, sigur Flemming Østergaard, nevndar­ formaður í FCK. AaB vann uttan føroyingar Hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen vóru við í hópinum, tá ið AaB í gjár spældi í donsku super­ liguni. Mótstøðuliðið var AC Horsens, og AaB vann ein tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 4-1. Súni Olsen hevur drigist við skaða seinastu dagarnar, og hann var tí ikki tøkur, og pláss var ikki fyri Jón Róa í hópinum. Súni Olsen hevur eina fiburspreinging, og tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla aftur næstu ferð. Føroya Triathlon Felag skipaði í sunnu­ dagin fyri Sprint triathlon, sum eisini var ein fyrireikingar­ kapping til Oyggja­ leikirnar á Rhodos Triathlon tíðindaskriv Kappingin var í Havn, og kapp­ast varð soleiðis, at 750 metrar skuldu svimjast, 20 kilometrar skuldu súkkl­ ast, og at enda varð runnið 5 kilometrar. Fyrst var svomið í Svimji­ høllini í Gundadali. Liðugur at svimja, skuldi íðkarin skunda sær út á súkkluna, og súkkla frá Svimjihøllini eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond til rund­koyr­ing­ ina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C. Effer­ søesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skóg­ røkt Landsins. Her var skift til renning, og runnið var frá Skógrøkt Land­sins niðan eftir Hvíta­nes­vegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøkt­ ina og aftur til málið við Skógrøkt Land­sins. Teinurin var runnin 6 ferðir. Ikki óvantað var Súsanna Skylv fyrst úr svimji­hyli­ num. Men hon brúkti langa tíð um at skifta í súkklu­ klæð­­ini, so hon og Evald Ras­­­mussen fóru næstan sam­­tíðis á súkklurnar. Skjótt var eisini, at Evald í undanbrekkuni fór fram um Súsonnu. Tá vent varð fyrstu ferð við Skansan, var Andrass Joensen í hølunum á teimum, og á heimvegnum fór hann fram um bæði. Áslakur Nesá, sum var sein­ astur úr hylinum, súkklaði so skjótt, at hann eftir stutt­ ari tíð bara hevði Andrass at súkkla eftir. Tá skift var til renning, var Andrass fyrstur avstað, og beint aftanfyri hann kom Áslakur. Tá teir vóru kom­ nir hálvt fyrsta renniumfar, komu Evald og Súsanna inn til skiftið súkkling-renning. Evald var fyrri úti á renni­ leiðini, men Súsanna kom í fylgi við Andrassi og Áslaki, sum nú vóru eitt heilt renniumfar framman­ fyri. Øll trí yvirhálaðu Evald, og í dystinum millum Andrass og Áslak, var Ás­lak tann stinnari og kom á mál ein minutt framman fyri Andrass. Kappingin var, sum fyrr sagt, ein liður í fyrireik­ingu­ num til Oyggjaleikirnar. Triathloníðkararnir hava undanfarna mánaðin verið eitt vikuskifti á venjingar­ legu á Svangaskarði, av­­ greitt úttøkikappingina, og leygardagin 26. mai fer alt oyggjaleikalandsliðið at svimja styttra teinin í Nóls­ oyarsvimjingini. 3. juni fer landsliðið til eina stóra triath­lonkapping í Had­ers­ lev. Teinurin har er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Svomið verður á sjónum og tí er neyð­ugt at brúka vátdrakt. Venjingarnar til hetta gera íðkararnir komandi dagar­ nar í Sandagerði og fram við Argjalandinum. Gloymdu Slavisa Skála kann vænta sær bót, tí teir gloymdu at skriva spælara á dómaraseðilin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá 81 minuttir vóru farnir av dystinum í Gundadali framdi Skála sína seinnu útskifting. Inn kom Slavisa Kaplano­vic, men eingin var varugur við, at spælarin als ikki stóð á dómaraseðlinum. Snøgt sagt, so var hann gloymdur, tá seðilin varð skrivaður, og linjuverjin varnað­ist ikki mistakið, tá spælarin varð sendir inn. Tað er sjálvandi ikki eftir forskriftunum, tá spælari ikki stendur á dómaraseðlinum, og tí kann Skála rokna við, at málið verður tikið upp á aganevndini. Antin tí nevndin sjálv velur at viðgera málið, ella um B36 sendir inn kæru. Men tað verður tó ikki so, at Skála verður dømt at tapa dystin kortini. Siðvenjan á hesum økinum varð broytt eftir ein famøsan dómaraseðil hjá MB fyri góðum 20 árum síðani. Setningurin hevur eftir tann tilburðin verið, at ein dystur ikki kann tapast vegna skrivimistak. Tað varð eisini staðfest í fyrraárið, tá Royn kærdi dyst móti B71. Niðurstøðan hjá bæði Kappingarnevnd og Dómsnevnd varð tað ferðina, at B71 skuldi revsast við bót. Áslakur vann sprintið Triathlon, úrslit Menn: Navn. Nr. Svimjing Skift 1 Súkkling Skift 2 Renning Samlað 1. Áslak Nesá 0.13.58 0.01.43 0.31.01 0.00.25 0.22.35 1.09.42 2. Andrass Joensen 0.12.45 0.01.30 0.31.53 0.00.33 0.24.02 1.10.43 3. Evald Rasmussen 0.12.20 0.01.31 035.54 0.00.25 0.29.40 1.19.26 Kvinnur: Navn. Nr. Svimjing Skift 1 Súkkling Skift 2 Renning Samlað Súsanna Skylv 0.10.47 0.02.55 0.36.34 0.00.24 0.24.40 1.15.20 8,5 milliónir í veddingarpengum Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya Ungdómsráð, Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, og Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, tóku mikudagin ímóti kekkunum frá smápartafelagnum Ítróttavedding 18