mánadagur 14. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Á ársaðalfundi hjá smá
partafelagnum Ítrótta
vedding mikudagin
fingu Ítróttasamband
Føroya, Føroya Ung
dómsráð og Menta
málaráðið sín part av
køkuna hjá Danske Spil
Ítróttur
Tíðindaskriv
Tey seinnu árini hevur
størsta fíggjarliga íkastið til
barna- og ungdómsarbeiði í
Føroyum verið tað, ið stavar
frá veddingarpengum og
umvegis
smápartafelagið
Ítróttavedding verður lutað
út til Ítróttasamband Før-
oya, Føroya Ungdómsráð
og Mentamálaráðið.
Samlaða upphæddin hesa
ferð var 8,5 milliónir krón-
ur, og á aðalfundinum í smá-
partafelagnum Ítróttavedd-
ing mikudagin fekk Ítrótta-
samband Føroya 5,1 millión
krónur, og Føroya Ung-
dómsráð og Mentamálaráðið
1,7 milliónir krónur í part.
Upphæddin, sum verður
lutað út, skiftir eitt sindur
frá ári til ár, alt eftir hvussu
ídnir føroyingar eru at
vedda og spæla hjá Danske
Spil, og í farna árinum hava
teir verið heldur ídnari enn
í fjør, tá útlutaða upphæddin
var 8,2 milliónir krónur.
Kemur væl við
– Fyri okkara viðkomandi
kemur upphæddin frá vedd-
ingarpengunum sera væl við,
og hon fer øll beinleiðis til
ítróttin. Sersambondini fáa
pengarnar eftir einum ávís-
um býtislykli, og nú Oyggja-
leikir eru á Rhodos í summar,
er hetta kærkomið íkast hjá
fleiri ítróttargreinum, sigur
Heðin Mortensen, forseti í
Ítróttasambandi Føroya.
Tað sama sigur Armgarð
Weihe, fulltrúi í Mentamála-
ráðnum.
– Vit hava jú ábyrgd av, at
karmarnir fyri virksemi hjá
børnum og ungum eru í
lagi, og sum vanligt verða
pengarnar brúktir til mong
og ymisk endamál, so teir
koma so mongum til góðar
sum gjørligt, sigur hon.
Tjóðhild Patursson, for-
kvinna í Føroya Ungdóms-
ráð, sigur veddingarpengar-
nar hava ótrúliga nógv at
siga fyri arbeiði hjá teirra
limafeløgum.
– Hetta heldur so at siga
øllum arbeiðinum uppi, og
hjá fleiri av okkara limafe-
løgum er hetta næstan ein-
asta inntøka, tey hava, sigur
hon.
Nýggj í nevndini
Á aðalfundinum mikudagin
kunngjørdi Jan Vang, sum
hevur verið nevndarlimur í
fleiri ár, at hann legði frá
sær, og Sára Zachariasar-
dóttir frá Føroya Ungdóms-
ráð var vald sum nýggjur
nevndarlimur.
Nevndin í smápartafelag-
num Ítróttavedding sær nú
soleiðis út, at Tórfinn Høj-
gaard er formaður, Sigmund
Poulsen næstformaður, og
nevndarlimir
eru
Heðin
Mortensen, Sára Zacharias-
ardóttir, Søren Pram Søren-
sen, Hans Petur Joensen og
Petur Elias Petersen, sum
eisini er stjóri.
Meira Ståle í FCK
Í gjár boðaði FC Keypmannahavn frá, at venjarin hjá
felagnum, 39 ára gamli Ståle Solbakken, hevur longt
sáttmálan við felagið fram til 2011. Norski venjarin
hjá FCK hevði tvey ár eftir av verandi sáttmála, men
partarnir eru so væl nøgdir við samstarvið, at avtalan
teirra millum varð longd við tveimum árum.
- Úrslitini hjá Ståle tala fyri seg sjálvi, og hann
hevur eisini víst avgerandi eginleikar á leiðsluøkinum.
Eg haldi, at Ståle er eitt av størstu venjaratalentunum
í Euopa í løtuni, sigur Flemming Østergaard, nevndar-
formaður í FCK.
AaB vann uttan
føroyingar
Hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen vóru við
í hópinum, tá ið AaB í gjár spældi í donsku super-
liguni. Mótstøðuliðið var AC Horsens, og AaB
vann ein tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 4-1. Súni
Olsen hevur drigist við skaða seinastu dagarnar, og
hann var tí ikki tøkur, og pláss var ikki fyri Jón Róa
í hópinum. Súni Olsen hevur eina fiburspreinging,
og tað verður roknað við, at hann verður førur fyri
at spæla aftur næstu ferð.
Føroya Triathlon
Felag skipaði í sunnu
dagin fyri Sprint
triathlon, sum eisini
var ein fyrireikingar
kapping til Oyggja
leikirnar á Rhodos
triathlon
tíðindaskriv
Kappingin var í Havn, og
kappast varð soleiðis, at
750 metrar skuldu svimjast,
20 kilometrar skuldu súkkl-
ast, og at enda varð runnið
5 kilometrar.
Fyrst var svomið í Svimji-
høllini í Gundadali. Liðugur
at svimja, skuldi íðkarin
skunda sær út á súkkluna,
og súkkla frá Svimjihøllini
eftir Norðara Ringvegi, fram
við Strond til rundkoyring-
ina við Skansan og aftur til
rundkoyringina R.C. Effer-
søesgøta/Norðari Ringvegur
3 ferðir, og so oman til Skóg-
røkt Landsins. Her var skift
til renning, og runnið var frá
Skógrøkt Landsins niðan
eftir Hvítanesvegnum til
høgru eftir Skraddaragøtu,
inn á gøtuna kring Skógrøkt-
ina og aftur til málið við
Skógrøkt Landsins. Teinurin
var runnin 6 ferðir.
Ikki óvantað var Súsanna
Skylv fyrst úr svimjihyli-
num. Men hon brúkti langa
tíð um at skifta í súkklu-
klæðini, so hon og Evald
Rasmussen fóru næstan
samtíðis
á
súkklurnar.
Skjótt var eisini, at Evald í
undanbrekkuni fór fram um
Súsonnu. Tá vent varð
fyrstu ferð við Skansan, var
Andrass Joensen í hølunum
á teimum, og á heimvegnum
fór hann fram um bæði.
Áslakur Nesá, sum var sein-
astur úr hylinum, súkklaði
so skjótt, at hann eftir stutt-
ari tíð bara hevði Andrass
at súkkla eftir.
Tá skift var til renning,
var Andrass fyrstur avstað,
og beint aftanfyri hann kom
Áslakur. Tá teir vóru kom-
nir hálvt fyrsta renniumfar,
komu Evald og Súsanna inn
til skiftið súkkling-renning.
Evald var fyrri úti á renni-
leiðini, men Súsanna kom í
fylgi
við
Andrassi
og
Áslaki, sum nú vóru eitt
heilt renniumfar framman-
fyri. Øll trí yvirhálaðu
Evald, og í dystinum millum
Andrass og Áslak, var
Áslak tann stinnari og kom
á mál ein minutt framman
fyri Andrass.
Kappingin var, sum fyrr
sagt, ein liður í fyrireikingu-
num til Oyggjaleikirnar.
Triathloníðkararnir
hava
undanfarna mánaðin verið
eitt vikuskifti á venjingar-
legu á Svangaskarði, av-
greitt úttøkikappingina, og
leygardagin 26. mai fer alt
oyggjaleikalandsliðið
at
svimja styttra teinin í Nóls-
oyarsvimjingini. 3. juni fer
landsliðið til eina stóra
triathlonkapping í Haders-
lev. Teinurin har er 1500 m
svimjing, 40 km súkkling
og 10 km renning. Svomið
verður á sjónum og tí er
neyðugt at brúka vátdrakt.
Venjingarnar til hetta gera
íðkararnir komandi dagar-
nar í Sandagerði og fram
við Argjalandinum.
Gloymdu Slavisa
Skála kann vænta sær bót, tí teir gloymdu at
skriva spælara á dómaraseðilin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá 81 minuttir vóru farnir av dystinum í Gundadali
framdi Skála sína seinnu útskifting. Inn kom Slavisa
Kaplanovic, men eingin var varugur við, at spælarin als
ikki stóð á dómaraseðlinum. Snøgt sagt, so var hann
gloymdur, tá seðilin varð skrivaður, og linjuverjin
varnaðist ikki mistakið, tá spælarin varð sendir inn.
Tað er sjálvandi ikki eftir forskriftunum, tá spælari
ikki stendur á dómaraseðlinum, og tí kann Skála rokna
við, at málið verður tikið upp á aganevndini. Antin tí
nevndin sjálv velur at viðgera málið, ella um B36 sendir
inn kæru.
Men tað verður tó ikki so, at Skála verður dømt at
tapa dystin kortini. Siðvenjan á hesum økinum varð
broytt eftir ein famøsan dómaraseðil hjá MB fyri góðum
20 árum síðani. Setningurin hevur eftir tann tilburðin
verið, at ein dystur ikki kann tapast vegna skrivimistak.
Tað varð eisini staðfest í fyrraárið, tá Royn kærdi dyst
móti B71. Niðurstøðan hjá bæði Kappingarnevnd og
Dómsnevnd varð tað ferðina, at B71 skuldi revsast við
bót.
Áslakur vann sprintið
Triathlon, úrslit
Menn:
Navn. Nr.
Svimjing
Skift 1
Súkkling
Skift 2
Renning
Samlað
1. Áslak Nesá
0.13.58
0.01.43
0.31.01
0.00.25
0.22.35
1.09.42
2. Andrass Joensen
0.12.45
0.01.30
0.31.53
0.00.33
0.24.02
1.10.43
3. Evald Rasmussen
0.12.20
0.01.31
035.54
0.00.25
0.29.40
1.19.26
Kvinnur:
Navn. Nr.
Svimjing
Skift 1
Súkkling
Skift 2
Renning
Samlað
Súsanna Skylv
0.10.47
0.02.55
0.36.34
0.00.24
0.24.40
1.15.20
8,5 milliónir í veddingarpengum
Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya Ungdómsráð, Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi
Føroya, og Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, tóku mikudagin ímóti kekkunum frá
smápartafelagnum Ítróttavedding
18