týsdagur 6. mars 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein tann dúgligasti instru-
mentalsolistur okkara á tí
klassiska økinum klarinett-
leikarin Anna Klett, verður
at hoyra í Runavík og í Nor-
urlandahúsinum, ávíkavist
hósdagin 8 mars kl. 19:30
og leygardagin 10 mars
kl.16:00.
Anna kemur higar saman
við
klaverleikaranum
Deborah Wood, sum er frá
Amerika.
Tær hava fingið sera
góðar móttøkur og eru
róstar upp um skýggja,
síðani tær tóku saman í
duoina ”KlettWood Duo”.
Kritikkarar hava skriva:
”Tann danski kamartón-
leikapallurin
er
vorðin
ríkari, tá Wood og Klett
blivu til ”KlettWood”, og
”Hvør sær spæla tær sum
einglar, saman sum allir
himmalsins
einglar”.
Øll verkini á skránni eru
sera krevjandi, fýra teirra
eru hornasteinar í 20-aldar
verkum, t.e. franski De-
bussy, poski Lutoslavski,
enski Maxwell-Davies og
danski
Per
Nørgård.
Harafturat spæla Anna og
Deborah nýskrivaði verk
eftir Pascal Garnichat og
Klaus Ib Jørgensen, sum
verða frumframførd í Før-
oyum.
Seinasta árið hava Før-
oya Ráfiskakeypara-
felag og Føroya Rá-
fiskaseljarafelag
saman við Fiskamark-
naði Føroya arbeitt við
at standardisera
viðurskiftini viðvíkj-
andi landing av fiski
Vinnuhúsið
skrivar,
at
seinasta árið hava Føroya
Ráfiskakeyparafelag
og
Føroya Ráfiskaseljarafelag
saman við Fiskamarknaði
Føroya
arbeitt
við
at
standardisera viðurskiftini
viðvíkjandi landing av fiski
og landing o.ø. Arbeiðið er
nú liðugt og reglugerðirnar
komu í gildi 1. mars.
Strukturellar broytingar
eru farnar fram í føroysku
fiskivinnuni seinnu árini.
Skipini eru loyst frá virkj-
unum og meginparturin av
fiskinum verður bjóðaður
út til allar fiskakeyparar.
Uppboðssølur og landing-
armiðstøðir eru settar á
stovn, sum hava til høvuðs-
uppgávu at selja og distri-
buera fisk um landið. Sum
úrslit av hesi umstruktu-
rering hava føroysku fiska-
virkini spesialiserað seg í
ávísum framleiðslum.
Flyta meiri fisk
Ein avleiðing av spesiali-
seringini, sum er farin fram
á fiskavirkjunum og stovn-
anini av uppboðssølum og
landingarmiðstøðum er, at
fiskur verður fluttur um
oyggjarnar í nógv størri
mun enn fyrr. At fiskurin
verður landaður og hag-
reiddur á einum stað og
fluttur um landi til virking-
ar hevur gjørt at tørvur er á
at fáa standardisera nøkur
viðurskifti.
Endamálið við reglu-
gerðunum er at skipa
viðurskiftini viðv. landing
og hagreiðing av fiski frá tí
fiskurin verður landaður, til
hann er komin til framleið-
aran, soleiðis at seljarar og
keyparar fáa eins tænastu á
øllum landingarstøðum í
landinum, skrivar Vinnu-
húsið.
Fiskavirkini spesialiserað seg
Anna Klett og
Deborah Wood
Kjøtgoymslurnar eru við at
ganga undan í Bretlandi. Í
vikuskiftinum var einki
kjøt at fáa í stórum handils-
húsum, tí bretar eru farnir
at leggja kjøt inni undir
seg. Teir rokna við at ringt
verður at fáa hendur á kjøti
í framtíðini og at prísurin
fer at fara upp i loft, skriva
bretsk bløð.
Tað er ikki vandamikið at
eta neytakjøt, sjálvt um
munn og kleyvsjúka herjar,
sigur landdjóralæknin.
Bretar leggja kjøt
inn undir seg
Ein partur av kaðalinu, sum
Christian í Grótinum dróg
við sær úr Nólsoyrafirði og
norður á Fuglafjørð, liggur
nú á goymsluni hjá SEV í
Skálafirði. Enn hevur SEV
ikki kannað, hvussu stend-
ur til við tí sum liggur eftir
av kaðalinum í Nólsoyar-
firði, men teir rokna við, at
hann er illa farin. Kaðalin
er nógv strektur, áðren tað
slitnaði. Christian í Grótin-
um var so óheppin, tá teir
sigldu heim av svart-
kjaftaleiðunum vestan fyri
Írland, at annað ankarið
hekk niðri. Teir varnaðust
einki, og tá teir komu á
grunt í Nólsoyarfirði, tók
ankarið í botn og dróg
kaðalin við sær. Christian í
Grótinum var fulllastaður
og við teimum 7000 hest-
unum í maskinrúminum
merktist einki á skipinum,
sjálvt um tungi kaðalin
hekk uppi í skipinum.
Nólsoyingar
fáa
nú
streym frá einum motor-
verki í oynni.
Sjúka hækkar
fiskaprís
Kreppan í kjøtídnaðurin
í Europa og serliga í
Bretlandi hevur ført við
sær, at brúkarin er farin
av hyggja eftir alterna-
tivum til kjø. Her er
flogfenaður og fiskur
ovast á skránni. Norð-
menn hava í seinastu
viku skotið upp, at teir
skulu útnytta støðuna í
Bretlandi til at fáa fólk í
Europa at eta enn meira
fisk. Men røddir eru
eisini frammi í Noregi
um, at hetta er skeiv
mannagongd, tí at fara
at nýta støðuna til at
seta fiska upp móti
kjøti, kann geva bak-
sláttur. Mótstøðumenn-
inir siga, at fólk skulu
velja fisk, tí tey halda
fiskur er góður og ikki tí
at kappingarvinnan hev-
ur trupulleikar av sjúku í
løtuni.
Longu nú síggjast
fyrstu tekini á fiska-
uppboðsølum í Europa,
at fiskurin hækkar or-
sakað av munn og
kleyvsjúkuni.
Óvissa um Nólsoyarkaðalin
Nr. 45 - 6. mars 2001
3
2
Nr. 45 - 6. mars 2001
gult cyan magenta svart
Kemur tú til Føroya
við flogfari í háárs-
tíðini, er verri enn so
vist, at tú fært
seingjarpláss á Hotel
Føroyum ella vallara-
heiminum hjá Smyril
Line, hóast tómar
sengur eru
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Smyril Line leggur alt
Vallaraheimið Tórshavn og
part av Hotel Føroyum av
til ferðafólk, sum ferðast
við Norrønu. Og fólk, sum
koma við flogfari, kunnu
væl rokna við at verða av-
víst á hotellinum og vall-
araheiminum, hóast tómar
sengur eru.
Keldur í ferðavinnuni,
sum Sosialurin hevur tosað
við, halda tað vera rættiliga
løgið, helst eindømi í heim-
inum, at gistingarhús vísir
fólki frá sær, hóast pláss er
fyri teimum.
Tað er komið fyri, verður
sagt, at ferðafólk, sum
koma til Hotel Føroyar og
Vallaraheimið Tórshavn,
verða avvíst við teirri
grundgeving, at plássini
eru løgd av til fólk, sum
koma við Norrønu.
Tað kann ikki passa,
verður ført fram, at tað
finst gistingarhús, sum ikki
vil hava fólk at gista.
Men tað passar kortini
partvíst. Men tí heldur eig-
arin ikki nakað løgið vera í.
Tað er Smyril Line, sum
eigur Hotel Føroyar og
Vallaraheimið Tórshavn við
Oyggjarvegin.
Umhugsað skipan
Áki Jespersen, ferðafólka-
leiðari á Smyril Line, sigur,
at tey hava gjørt hesa skip-
anina fyri at tryggja teim-
um,
sum
ferðast
við
Norrønu, innivist, meðan
tey eru í Føroyum.
Hetta er gjørt við berádd-
um huga fyri at fáa fleiri
ferðafólk at sigla við
Norrønu, sigur hann.
Tó er tað ikki heilt rætt,
at ikki slepst inn á Hotel
Føroyar. Nøkur seingjar-
pláss eru altíð tøk, sigur
Áki Jespersen.
Áki Jespersen heldur
ikki, at tað er vánalig for-
rætning at vísa ferðafólki
frá sær, tí plássini eru
markað til ávís onnur
ferðafólk.
Tað, sum gjørt verður í
hesum førinum, er at Smyr-
il Line roynir at fáa so nógv
fólk sum gjørligt at ferðast
til Føroya við Norønu. Og
felagið selur so lidnar
loysnir
til
fremmandu
ferðafólkini.
Tí hevur Smyril Line lagt
alt vallarheimið og partar
av hotellinum av til síni
egnu umboð, sum so altíð
hava
pláss
fyri
teirra
kundum, tá teir koma til
Føroya.
– Her kunnu vit bjóða
teimum alt í einum. Bæði
flutning og gisting. Tí er
tað, at Smyril Line hevur
fingið sær hotel og vall-
araheim, sigur Áki Jesper-
sen.
Hann vísir annars á, at
tað eru alt ov fá seingj-
arpláss í landinum, so um
Smyril Line ikki hevði hesa
skipanina, var eingin trygd
fyri, at tey, sum komu við
Norrønu, sluppu at gista.
Tað kundi so gjørt, at tey
settust aftur, og so vóru tey
mist.
Áki Jespersen metir ikki,
at Hotel Føroyar ella Vall-
araheimið Tórshavn hava
sett pengar til av hesi skip-
anini.
Tað er ikki fremmant
aðrastaðni heldur, vísir Áki
Jespersen á, at flutnings-
feløg hava hotel til sínar
egnu gestir. Hann sipar til
eitt nú SAS hotellini ymsa-
staðni.
Men hann kann ikki siga
fyri vist, um SAS eisini
vísir fólki frá sær, sum ikki
hava ferðast við »rætta
flutningsfelagnum«.
Góð útlit
Áki Jespersen fegnast ann-
ars um, at útlitini fyri kom-
andi summar eru góð. Hann
sigur, at tað sær út til, at
bíleggingarnar fara at verða
fleiri enn undanfarin ár.
Longu nú er »belegning-
urin« oman fyri 20 prosent,
sigur hann. Og tað er nógv
so tíðliga á árinum. Hetta er
galdandi bæði fyri skip og
gistingarhús.
Gongdin tykist tann sama
á øllum marknaðum, sigur
Áki Jespersen. Í Danmark,
Noreg og Týsklandi, sum
hann tekur sum dømi.
Tó hevur hann lagt merki
til, sigur Áki Jespersen, at
ferðafólktalið er nógv størri
í juni og august, enn tað er
í juli, uttan at hann tó kann
nevna nakra heilt ítøkiliga
grund til, at so er.
Hann sigur, at Hotel
Føroyar onkuntíð hevur
havt láárstíðar prísir í juli
mánað fyri at lokka fólk at
gista á hotellinumø Men
tað verður neyvan gjørt í ár,
metir hann.
Munur gjørdur
á ferðafólki
Fólk, sum koma til Føroya við flogfari um summarið, kunnu rokna við at verða avvíst á Hotel
Føroyum og Vallaraheiminum í Tórshavn
Á hvørjum ári fer
Leikpallur Føroya
at geva einstaklingi
ella felagi eina
virðisløn fyri ser-
stakt avrik innan
sjónleik í Føroyum
HERÐAKLAPP
Stefan í Skorini
Sjónleikaumhvørvið er
sera virkið í løtuni, og
nógvar framførslur eru á
skránni í næstum. Hóast
nógv virksemi á økin-
um, so metir Leikpallur
Føroya tað vera neyðugt
at varpa enn meira ljós á
sjónleikin.
Tí hevur Leikpallur
Føroya tikið stig til at
lata eina virðisløn á
hvørjum ári á Grækar-
ismessu.
Virðislønin
verður nevnd “Ársins
herðaklapp”, og tann
útnevndi fær umframt
heiðurin eina peninga-
gávu á 6.000 krónur.
Peningurin er ætlaður
sum ískoyti til uttan-
landsferð at hyggja eftir
sjónleiki.
Harafturat verður ein
lutur latin sum minni um
herðaklappið. Tað er ein
skortur ella ein gríma,
sum liggur á Føroya
Fornminnissavni. Skort-
urin er úr Oyndarfirði,
haðani hann kom á forn-
minnissavnið í 1931.
Eingin ábending er
um, hvussu gamal hesin
skortur er, hvørjum húsi
hann er úr, ella í hvørj-
um sambandi hann hev-
ur verið nýttur. Eingin
ivi er tó um, at hann
hevur verið nýttur í
grýluleiki í fornari tíð.
Er nakar, ið veit meira at
siga um skortin, so sigið
vinarliga
fornminnis-
savninum frá.
Til at gera av, hvør
skal fáa herðaklappið er
ein nevnd við trimum
limum sett. Leikpallur
Føroya hevur tveir limir,
meðan Føroya Blað-
mannafelag hevur ein
lim. Limirnir eru Dánjal
Joensen,
formaður,
Dagny Joensen, skrivari
og Karin Kjølbro.
Hetta er fyrstu ferð, at
herðaklappið
verður
latið, og í ár er tað ein
einstaklingur, ið verður
heiðraður. Hetta er ein
persónur, sum hevur
sýnt serlig avrik í farnari
tíð. Í framtíðini skal
herðaklappið latast fyri
avrik í tí seinasta árin-
um.
Hvør, ið fær henda
heiðurin, verður avdúk-
að Grækarismessudag
12. mars kl. 18.00.
Ársins
herðaklapp
Skorturin, ið verður latin
sum minni um ársins
herðaklapp, er úr Oynd-
arfirði. Hann varð latin
fornminnissavninum í
1931