týsdagur 6. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 6. mars 2001
5
4
Nr. 45 - 6. mars 2001
6
95
Tað besta til húsarhaldið
Íslendskir
lambsryggir
Gullasjkjøt
Malið
kalkunkjøt
750 g
Svínagýros
400 g
500 g
54
95
64
90
24
95
fyri 500 g
29
95
1 kilo fyri
Sparið 3
00
Leykur
750 ml
250 g
Nuggeline
Blátt Cirkel
kaffi
kiloprísur
350 g
frá Kemilux
16
95
Sitrón
uppvask
Ty·Phoo
te
9
95
17
95
19
95
Føroya Keypssamtøka
Til minnis um
Conrad Joensen
f. 3. august 1907
d. 28. februar 2001
Seinasta mikudag andaðist
Conrad Joensen á Láar-
garði 93 ára gamal.
Conrad varð føddur í
Havn í 1907, sonur Johann-
es Joensen og Mariu, fødd
Nicolaisen. Familjan búði
eina tíð í Klaksvík. Liðugur
við barnaskúlan fór hann til
skips og seinni á motor-
passaraskúla.
Eftir hetta sigldi hann
eina tíð, til hann fór til
Danmarkar á keypmanna-
skúla. Komin aftur fekk
hann í 1931 arbeiði sum
bókhaldari hjá H. N. Jacob-
sens Bókahandli í Havn.
Í 1934 fór hann í starv
hjá Chr. Holm Jacobsen, ið
millum annað hevði umboð
fyri oljufelagið Shell í Før-
oyum.
Conrad varð verðandi hjá
Chr. Holm Jacobsen, til
hann í 1954 tók av tilboð-
num um at verða stjóri hjá
Shell í Føroyum. Hann
røkti hetta starv til 1969, tá
hann fer frá fyri aldur, 62
ára gamal. Eftir tað fer
hann at arbeiða hjá Marr &
Co., og varð har, til hann
legði endaliga frá sær um-
leið 85 ára gamal, eftir ein
óvanliga langan arbeiðs-
dag.
Conrad giftist við Hel-
enu, fødd Isaksen, ættað av
Viðareiði, dóttir Sáru og
Jens Klæmint Isaksen, sum
seinni búsettust í Klaksvík.
Helena og Conrad bygdu
hús við Dalavegin í Havn,
og børn teirra eru: Eyðun,
Árni, Ragnar, Marjun og
Sára. Umframt sítt dagliga
arbeiði var Conrad sera
virkin inn brøðrasamkom-
una.
Eitt av hansara hjarta-
málum var at geva lands-
monnum sínum Orð Guds á
egnum máli, og var hann
við í nevndini í Hinum Før-
oyska Bíbliugrunninum, ið
gav Bíbliuna út á føroysk-
um máli í 1949. Umframt
at vera í nevndini í Bíbliu-
grunninum í úti við hálva
øld, hevði hann eisini rokn-
skapin hjá Ebenezer í mong
ár.
Sum uppvaksin á Dala-
vegnum, har tey trý syst-
kinini Conrad, Sigird og
Jóna hava verið ein partur
av gerandisdegnum, má
sigast, at tey, við sínum fyr-
ikomandi, trúfasta og
Gudsóttandi lyndi, hava
havt góða ávirkan á grann-
alagið. Friður Guds verði
við minninum um Conrad
Joensen.
Magnus
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Maktstríð og tapt fullveldi
NØVN Í VIKUNI
Tað brast ikki í Tinganesi – hesaferð. Í evstu løtu
gjørdi Høgni Hoydal av at eftirlíka kravinum frá
løgmanni um at taka aftur uppskotini, hann bar
niðan í tingið, meðan løgmaður var uttanlands.
Men einki bendir á, at semja kortini er millum
flokkrnar – og eftir situr veljarin og veit hvørki út
ella inn. Høgni Hoydal misti andlit, tá hann ikki
megnaði at standa móti trýstinum frá løgmanni,
sum eisini hevur mist andlit, tí hann ikki megnaði
at fáa Høgna Hoydal at taka aftur uppskotini fyri
tingfundin. Stutt kann sigast, at samgongan hevur
mist trúvirðið – og kann við tað sama bara siga
sum er, at fullveldismálið er dottið á gólvið.
Vit hava fyrr víst á, at Tjóðveldisflokkurin av
røttum kann vera vónsvikin av Fólkaflokkinum í
fullveldismálinum. Men vit kunnu leggja afturat,
at hetta kanska er lagnunnar speisemi, tí Tjóð-
veldisflokkurin hevði allar møguleikar eftir valið
í 1998, men valdi heldur at kasta seg í føvningin
á Fólkaflokkinum. Úrslitið er, at Fólkaflokkurin
hevur fingið allan sín politikk ígjøgnum, meðan
Tjóðveldisflokkurin ongan veg er komin við sín-
um einasta máli, fullveldismálinum.
Tað er framvegis tann breiða semjan, sum er
trupulleikin. Løgmaður hevur tosað um hesa
breiðu semju, men hetta tykist bara vera orð.
Tjóðveldisflokkurin vil ikki hava eina breiða
semju, tí so verður einki fullveldi í hesi syftu.
Men Tjóðveldisflokkurin valdi at seta Javnaðar-
flokkin uttanfyri í 1998. Til valið tá vara tað bara
Sambandsflokkurin sum isoleraði seg við aftur-
haldspolitikkinum. Hann hevur nú kortini førkað
seg, men nú tykist, at tað er Tjóðveldisflokkurin,
sum isolerar seg við víðgongda politikkinum.
Á fólkafundi á Vaglinum leygardagin, royndi
partur av Tjóðveldisflokkinum at leggja sjógv
millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Mill-
um víðgongdu røðararnar var eisini mentamála-
ráðharrin, sum ýldi um vápnaðan uppreistur, um
herdeildir í Mjørkadali og herskip í Nólsoyarfirði,
sum lógu tilbúgvin, um Høgni Hoydal vann móti
løgmanni, og um danskar leigusveinar í Føroyum.
Hvussu leikur fer, fara komandi dagarnir at vísa.
Víðgongdastu nationalistarnir hava tapt, og full-
veldismálið er farið fyri bakka. Spurningurin er
so, um landsstýrið kann finna eina breiðari
semju, sum flytur Føroyar longur fram á sjálv-
bjargnisleið, ella um Tjóðveldisflokkurin bara fer
at tvíhalda um maktina – fyri at einki skal koma
burturúr…
Leygardagin hevði
Starvsmannafelagið
sín 40. aðalfund
TÍÐINDASKRIV
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið hevði
ársaðalfund leygardagin 3.
mars í Havnar Klubba.
Hetta var 40. aðalfundur
felagsins. Umleið 1700
limir eru nú í Starvsmanna-
felagnum.
Rættuliga nógv fólk var á
fundi, og vórðu vanlig fel-
agsmál til viðgerðar.
Nevndarval var eisini á
skránni og stóðu John Kjær
og Marin Katrina Frýdal
fyri vali. Marin Katrina bar
seg undan afturvali, og í
hennara stað varð Selma
Ellingsgaard val, meðan
John Kjær varð afturvaldur.
Hinir
nevndarlimirnir
eru: Gunnleivur Dalsgarð,
formaður, Heini Joensen og
Ingun Olsen.
Tiltakslimirnir eru Suni
Selfoss (afturvaldur) og
Gunnvá Hansen (nývald).
Efirlønargrunnur Starvs-
mannafelagsins hevði aðal-
fund beint aftaná, og varð
sitandi nevnd: John Kjær,
Jákup Danielsen og Gunn-
leivur Dalsgarð afturvald.
Grunnurin er væl fyri og
samtykt varð at fara undir
at útbyggja tryggingarskip-
anina við trygging í sam-
bandi við hættisligar sjúk-
ur, sigur Starvsmannafelag-
ið.
Nógv fólk at aðalfundi
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum og Ingun Olsen, nevndarlimur á
móttøku hjá Starvsmannafelagnum á 40 ára degnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Tilboðini eru galdandi 6.-10. mars 2001 · FK-heimasíðan: http://fk.olivant.fo