Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Eg havi altíð hildið, at gjáir eru spennandi og áhugaverdar, og at tað ber til at gera meira burturúr teimum, sigur 30 ára gamli Eyðun Eliasen úr Fuglafirði, sum hevur gjørt eina forvitnisliga verkætlan, har rúm verða gjørd inn í veggin í Álvagjógv í Hesti. Eyðun hevur fingið virðisløn fyri verkætlanina í altjóða vistfrøðiligari kapping VERKÆTLAN Stefan í Skorini Tá Eyðun Eliasen leitaði eft- ir einum hugskoti til sína endaligu verkætlan á Ark- itektaskúlanum í Århus hevði hann gjáir í huga, og tí fór hann undir at kanna gjáir í Føroyum nærri. Eyðun hevur altíð hildið, at gjáir høvdu verið spenn- andi at kanna nærri við eini verkætlan fyri eygað, og at tær kunnu nýtast til eitt- hvørt. Tí gjørdi hann av at arbeiða við eini gjógv til endaligu verkætlanina á skúlanum. Úrslitið av hesi verkætlan er sera forvitnisligt, og spennandi er at síggja modellini, sum Eyðun hev- ur latið gjørt. Leygardagin hevði Eyðun Eliasen fyrilestur í Norður- landahúsinum um verkætl- anina, og samstundis lat framsýning við modellum og tekningum upp. Kapping passaði til verkætlanina Í oktober í fjør fekk Eyðun aðru virðisløn í eini arkit- ektakapping, sum UN- ESCO skipaði fyri í Costa Rica. Eyðun sigur, at tað var av vilvild, at hann fór við í hesa kappingina. Tá hann las treytirnar fyri kapping- ina, sá hann, at hon var væl í trá við hansara verkætlan. Tí sendi hann tekningarnar inn. Dómsnevndin hevur eftir øllum at døma dámt hesa verkætlanina avbera væl, tí bara ein onnur varð mett at vera betri. Skipað varð fyri kappingini í sambandi við vistfrøðiligu ráðstevnuna hjá UNESCO. Ein av orsøkunum til at verkætlanin fekk virðisløn var, at einki fremmant tilfar verður nýtt, og tað grótið, sum verður sprongt út, skal nýtast aftur uttanfyri rúm- ini. – Vit norðbúgvar eru upp- vaksnir í ógvusligari nátt- úru, og fleiri støð vóru, sum fólk fyrr als ikki kendu. Fyrr varð hildið, at ymiskt ókent og gandakent búði í teimum støðum. Støðini vóru sum dyr inn í annan heim, og tað er hetta, sum er royni at avmynda við hesi verkætlanini, sigur Eyðun. Eyðun sigur, at hesi rúm- ini hjá honum mynda nøkur lokkandi rúm inn í ein ann- an heim inni í berginum. Hetta kann kallast eitt minimalistiskt modell uppá ein annan heim. En nútím- ans verkætlan vísandi til fyrndargamla pátrúgv. Huld rúm Tá Eyðun av fyrstan tíð fór undir verkætlanina hevði hann í huga at gera onkran bygning úti í gjónni, men hann heldur, at hetta hevði sett ov stór merki í náttúr- liga umhvørvið á staðnum. Síðani fekk Eyðun tað hugskotið at bora út inni í vegginum í gjónni, og tað fall honum natúrligt at gera. Ætlanin í verkætlanini er at bora nøkur stór rúm inn í sjálvan gjáarveggin. Hesi rúmini skulu upplýsast við sólarljósi, sum skal sleppa niður í tað eina rúmið. Eyðun sigur, at rúmini fyrst og fremst eru gjørd til summarhálvuna, tá sólin stendur hægri. Sólarljósið skal so kastast aftur av tí eina vegginum, og hetta skal veita øllum rúmunum ljós. Nú úrslitið langt um leingi fyriliggur, er Eyðun bara heilt væl nøgdur við avrikið. Orsøkin til at so rúm tíð gekk, áðrenn verk- ætlanin varð sýnd fram, er, at hon kundi ikki almanna- kunngerast fyrr enn kapp- ingin í Costa Rica varð av- gjørd, og síðani skuldi bíðast eftir plássi í Norðurlanda- húsinum. Ætlað ferðfólki Tá arkitekturin fór undir verkætlanina, hevði hann ikki fremst í huganum, hvussu tað kundi gerast í verki. Tí hevur hann ikki kannað nágreiniliga, hvussu hesi rúmini veruliga skulu gerast. Eyðun sigur tó, at hann hevur tosað við verkfrøðing- ar, sum ikki meta tað vera so torført at gera rúmini. – Tað ber heilt avgjørt til at gera hesi rúmini, men so má eg gera nakrar smávegis broytingar fyrst, sigur Eyðun. Hann heldur, at tað hevði verið spennandi, um tað hevði borið til at fingið stuð- ul til at fremja hesa verk- ætlanina. Rúmini skulu verið ætlað til ferðafólk og bólkar, ið vilja hava eina náttúruuppliving av teim- um heilt stóru. Og hann noktar ikki fyri, at tað er møguligt… Álvagjógv sum ferðavinnumál Eyðun Eliasen úr Fuglafirði hevur staðið fyri ógvuliga forvitnisligari verkætlan, nevnd “Huld rúm”, sum verður at síggja í Norðulandahúsinum fram til 26. mars Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 45 - 6. mars 2001 7 6 Nr. 45 - 6. mars 2001 Graslíkið, sum liggur á fótbóltsvøllinum í Klaksvík, skal koma norðoyingum til góðar, tá tað verður tikið av í summar SPÆL Eyðun Klakstein Klaksvík: Í summar ætla klaksvíkingar aftur at gera eina roynd at skifta graslík- isteppið á fótbóltsvøllinum í býnum. Fyri tveimum árum síðani var graslíkið skift, men síðani hevur vøllurin skapt trupulleikar, tí drenið hevur ikki verið nóg gott. Klaksvíkar kommuna hevur síðani stríðst fyri at fingið nýtt graslíkið, og drúgvu samráðingarnar við veitaran, Polytan, endaðu herfyri við eini semju, sum førir við sær nýtt graslíkið til Klaksvíkar. – Ætlanin er at graslíkið skal skiftast í summar- steðginum hjá fótbóltinum, og vit hava longu fleiri hug- skot til, hvussu gamla gras- líkið skal brúkast, sigur Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð. Spælipláss Ein partur av graslíkinum fer til Hvannasunds, har tað skal gera nyttu. Seinast graslíkið var skift í Klaksvík, endaði ein part- ur av teppinum á Viðareiði, og har hevur tað verið til stóra gleði síðani. Men ætlanin er, at klaks- víkingar eisini skulu fáa gleði av gamla graslíkin- um. – Vit eiga at hugsa um spæliplássini í Klaksvík, og brúka graslíkið á teimum. Undir Klakki er planerað fyri einum spæliplássi fyri nógvum árum síðani, og tað verður fyrsta spæli- plássið, vit ætla okkum í holt við, sigur Jórun Høgn- esen. – Til eitt íbúðarøki, har nógvar barnafamiljur eru, hoyrir eisini eitt spælipláss, sigur hon. Tangz vann, og 200 var nummar 2, tá seinasta innleiðandi Prix-umfarið var um vikuskiftið. Tiltakið var merkt av góðum tónleiki, druknum fólki og brotnum reglum PRIX FØROYAR Torkil V. Rasmussen Miðvágur: Vágafólk fóru undir somu dýnu sum havnabólkurin Tangz, tá seinasta innleiðandi umfar- ið í Prix Føroyum var í Miðvági leygarkvøldið. Tangz skaraði fram úr millum nógvar góðar bólk- ar, og í hølunum á teimum komu 200 stórleypandi. Tiltakið var annars merkt av druknum fólki, sum løgdu líka í forboðið at taka glasfløskur við sær. Dirvi og sjálsálit 10 bólkar vóru við í kapp- ingini, og semja var um, at hetta helst var besta inn- leiðandi kappingini í ár. Tangz fóru á pallin við dirvi og sjálvsáliti – ílatnir klædning og slip – og teirra framførsla var vert einum vinnarabólki. Bólkurin 200 royndi at provokera við niðurgerandi sangum um føroyskar polit- ikarar, men hetta var eingin forðing fyri, at dómararnir sendu teir beint í finaluna í Norðurlandahúsinum. Finalan greið Nú er greitt, hvørjir teir átta bólkarnir eru, sum skulu kappast í finaluni í Prix Føroyum, sum verður í Norðurlandahúsinum í næsta mánaði. Umframt Tangz og 200 eru bólkarnir Clickhaze, Týr, I am, Flux, All that Rain og Tám. Hetta er fjórða finalan síðani fyrstu kappingina í 1995. Klaksvíkar Timbur- handil skal nú selja fóður fyri MBM- Fóður í Norðoyggjum AVTALA Eyðun Klakstein Meginfelag Búnaðarmanna og Klaksvíkar Timbur- handil hava gjørt avtalu um, at tað framyvir verður Klaksvíkar Timburhandil, sum fer at taka sær av fóð- ursøluni hjá MBM í Norð- oyggjum. Klaksvíkar Timburhandil fer at liggja inni við øllum sløgunum av fóðri, sum MBM selir, og harvið halda partarnir, at tænastan til norðoyingar verður betri. Prísurin fyri fóðri verður tann sami, sum tá keypt hevur verið beinleiðis frá MBM, og harafturat sleppa norðoyingar undan at gjalda fyri frakt. Klaksvíkar Timburhandil skal umsita søluna og flutn- ingin av fóðri í Norðoyggj- um. Gamla graslíkið skal gera nyttu Selja fóður fyri MBM Klaksvíkar Timburhandil fer nú at selja fóður fyri MBM- Fóður. Karl Heri Joensen skal standa fyri søluni í Norðoyggjum Á midnátt fríggjakvøld- ið fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um harð- skap. Nakrir ungir mans vóru farnir at keglast nærindis KFUM, og ein av monnunum hevði sligið ein annan í andlit- ið. Tann, sum var sligin, meldaði tilburðin til løg- regluna, sum hevur fing- ið fatur á tí, sum lat nev- an talað. ek Sligin í andlitið Nógvir bilførarar komu illa fyri av nógva kavan- um um vikuskiftið, men fá óhapp eru at frætta um. Løgreglan í Havn hev- ur fingið fráboðan um eitt minni ferðsluóhapp um vikuskiftið. Tað vóru tó nógvir bil- ar, sum komu illa fyri í kavanum, og sunnudag- in stóðu eini 10 bilar fastir í kavanum millum Hósvík og Kollafjørð. Í Suðuroynni hevur kavin ikki verið so nógvur sum norðanfyri, men løgreglan hevur frætt um okkurt smærri óhapp. Í Eysturoynni fekk løgreglan fráboðan um eitt minni hálku- óhapp. Tveir bilar í høvuðs- staðnum fingu ikki fri um vikuskiftið. Tað er vanligt, at smærri her- verk verður gjørt á bilar, og soleiðis var aftur hetta vikuskiftið. ek Tveir koyrdu alt ov skjótt Tveir bilførarar vóru um vikuskiftið tiknir fyri at koyra ov skjótt. Leygarmorgunin um hálvgum seks tíðina máldi løgreglan í Havn ein bil í Kaldbakstunnl- inum, og hesin koyrdi eftir tólunum hjá løg- regluni 115 km/t. Hetta er alt ov skjótt, og løg- reglan tók tí bilføraran. Tá hetta varð gjørt, kom løgreglan fram á, at maðurin eisini var týðuliga ávirkaður av rúsdrekka, og hann skal tí standa til svars fyri bæði at hava koyrt ov skjótt og at hava koyrt ávirkaður. Mánamorgunin var ein annar bilførari tikin í Kollafirði. Hesin varð tikin, tí hann koyrdi við 83 km/t í bygdum øki. ek Kavin skapti trupulleikar Tangz skutu við skørpum Bólkarnir Tangz og 200 komu víðari frá innleiðandi Prix-umfarinum í Miðvági leygarkvøldið