Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 6. mars 2001 9 8 Nr. 45 - 6. mars 2001 Hóast samgongan varð bjargað leygar- kvøldið, er framvegis stríð í samgonguni. Teir tríggir sam- gonguflokkarnir skulu í hesi vikuni finna eina nýggja semju um ein nýggjan sjálvstýrisleist, sum teir í verandi støðu eru grundleggjandi ósamdir um. Harafturat kann spurningur setast við, um samgongan hevur mist sítt trúvirði ANALYSA John Johannessen Samgongustríðið er ikki av, men útsett. Hetta kom týðuliga til sjóndar í beinleiðis kjakin- um í Sjónvaprinum beint eftir tingfundin leygar- kvøldið, tá Høgni Hoydal bakkaði fyri Anfinni Kalls- berg og harvið bjargaði samgonguni. Teir tríggir samgongu- flokkarnir eru heilt einfalt ikki samdir um politikkin viðvíkjandi framtíðar ríkis- rættarligu støðu Føroya. Samgongan í respirator – Vit kunnu siga, at sam- gongan hevur ligið í respir- ator, og eg valdi ikki at vera tann, ið tók stikkaran út. Møguliga kann samgongan vakna aftur og sleppa úr respiratorinum, men tað sær svart út, segði Høgni Hoydal í kjaksendingini. Álitið millum teir tríggir samgonguflokkarnar er nevniliga rokið eftir drúgvu innanhýsis telvingina í samgonguni síðani samráð- ingarnar við donsku stjórn- ina slitnaðu 26. oktober í fjør. Samgonguflokkarnir hava áhaldandi stríðst við hvønn annan og skiftst um at melda út hvør sína hugs- an um leiðina fram at før- oyskum fullveldi. Hetta hevur verið ein leikur, ið javnan hevur mint um eitt valstríð. Ofta hevur verið lukkað land í Tinganesi, meðan samgonguflokkarnir hava telvað innanhýsis um, hvussu ein sjálvstýrisleistur skal leggjast til rættis. Tá semja er funnin, hevur landsstýrið sligið málið stórt upp og meldað út við stórum orðum á tíðinda- fundum, sum eru sendir beinleiðis um alt landið gjøgnum útvarp og sjón- varp. Síðani hevur verið friður eina løtu, til ein skeiv út- melding frá einum av sam- gonguflokkunum, ein velj- arakanning ella ein útmeld- ing frá danska forsætisráð- harranum hevur skapt grundarlag fyri nýggjari telving. Tá nýggj semja síðani er funnin, hevur manna- gongdin verið tann sama. Nýggjur tíðindafundur og stórar yvirskriftir, har greitt hevur verið frá, hvussu samdir samgonguflokkarn- ir eru. Men so er aftur vátt komið í reiðrið, tá onkur aftur er komin við einari skeivari útmelding. Skulu aftur telva Í farnu viku bar ikki til at telva innanhýsis, uttan at pressan kom uppí. Sam- gongan var nú so nær við at slitna, at flokkarnir høvdu brúk fyri at gera vart við hugsanir sínar í pressuni fyri at leggja trýst á hvønn annan. Hóast nógvar royndir, varð eingin semja funnin. Høgni Hoydal bjargaði tó samgonguni við at taka aftur uppskot síni um bundnan sjálvstýrisleist og um at staðfesta sjálvsav- gerðarrætt føroyinga. Men hetta merkir kortini ikki, at samgongan nú er samd og kann halda fram at virka, sum einki var hent. Samgongan er í veruleik- anum enn líka grundleggj- andi ósamd, sum hon var í farnu viku. Høgni Hoydal heldur fast við, at tað er neyðugt at leggja eitt upp- skot um ein leist fram at fullveldinum fyri tingið, og hann heldur tað eisini vera neyðugt at tingið staðfestir sjálvsavgerðarrætt føroy- inga. Anfinn Kallsberg, løg- maður, vil ikki, at tingið skal staðfesta sjálvsavgerð- arrættin. Hann heldur, at tingið ikki skal staðfesta nakað, sum er sjálvsagt. Harafturat heldur løgmaður tað vera vandamikið at skula staðfesta sjálvsav- gerðarrættin í tinginum. Hann er nevniliga bangin fyri, at allir tinglimir ikki atkvøða fyri. Og hetta metir hann sum eina gølu, tí hann metir sjálvsaavgerðarrættin líka sjálvsagdan, sum dagin í dag. Eftir útmeldingunum seinastu dagarnar at døma, er løgmaður heldur ikki serliga glaður fyri ein bundnan sjálvstýrisleist, sum skal enda við eini fólkaatkvøðu um at stað- festa fullveldið í 2012. Hetta hóast hann sjálvur kunngjørdi ein slíkan á tíð- indafundi fyri einum mán- aði síðani. Løgmaður gjørdi í kjak- sendingini leygarkvøldið greitt, at hann vil hava upp- skotini snikkað soleiðis til, at samgongan ikki aftur kann koma í trupulleikar av, at Poul Nyrup Rasmussen enn einaferð meldar út, at vit bert fáa fýra ára skiftis- tíð. Tí er nógv, sum skal fást upp á pláss hesa vikuna, skal samgonguni vera lív lagað. Hóttir við sliti Høgni Hoydal segði í kjak- sendingini, at hann metir samgonguna sum slitna, koma uppskotini ikki fyri tingið í hesi vikuni. Tí koma uppskotini ikki fyri tingið, er fullveldismálið steðgað upp og samgongu- skjalið sostatt brotið. Og vandin fyri, at upp- skotini ikki koma í tingið er stórur. Freistin fyri framløgum er úti hesa tingsetuna. Tí skulu 17 undirskriftir savn- ast fyri einum uppskoti, áðrenn tað kann leggjast fyri tingið. Men hóast 18 tinglimir eru í samgonguni, er ikki vist, at 17 fáast at skriva undir, orsakað av nógva stríðnum seinastu tíðina. Og roknast kann ikki við, at undirskriftir fáast frá andstøðuflokkun- um. Men tað er heldur ikki vist, at tað yvirhøvur eydn- ast at finna nakra semju, so nakað uppskot kann koma fyri tingið. Samgongan hevur nevniliga heilt mist stevið eftir maktstríðið millum Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal. Tað hjálpir helst ikki um støðuna, at Tórbjørn Jacob- sen úr Tjóðveldisflokkinum alment fanst harðliga at løgmanni á fólkafundinum leygardagin, og at Fólka- flokkurin seinastu tíðina hevur fríggjað nógv til Javnaðarflokkin. Stórar avbjóðingar Eydnast tað hóast alt at finna eina semju í sam- gonguni um ríkisrættarligu støðuna, er kortini ivasamt, hvussu væl samgongan fer at arbeiða saman í øðrum málnum. Álitið millum flokkarnar er burtur, og tí kann ikki roknast við, at teir náttúrliga stuðla hvørj- um ørðum í øðrum málum. Harafturat standa avbjóð- andi lønarsamráðingar fyri framman í vár, sum fara við nógvari tíð og orku, sam- stundis sum fólkið fer at leggja trýst á politikararnar. Oman á tað heila hevur trúvirðið hjá samgonguni helst fingið eitt rættuligt skot fyri bógvin. Fyri ikki so langari tíð síðani lovaði samgongan føroyingum føroyskt full- veldi. Men tað, sum kom burturúr, var ógvusligt inn- anhýsis klandur. Anfinn Kallberg hevur óteljandi ferðir trinið fram og lovað føroyingum suver- enitet, men fyri viku síðani sýtti hann fyri, at farast skuldi undir ætlanina fram ímóti suverenitetinum, sum samgongan boðaði frá 1. februar. Í staðin legði hann fram nýtt uppskot við økt- um sjálvstýri fyri eygað. Høgni Hoydal hevur havt fullveldi sum einasta mál øll hesi trý árini, hann hev- ur verið landsstýrismaður. Men leygardagin valdi hann at taka uppskot síni um ein leist fram at full- veldinum aftur, fyri at bjarga samgonguni. Høgni Hoydal viðurkendi leygardagin, at hann hevði mist andlit. Men tað er ikki bert Høgni Hoydal, ið hevur mist andlit. Anfinn Kalls- berg, løgmaður, hevur eis- ini mist stóran part av sín- um trúvirði. Skulu vit geva eitt boð um, nær stríð aftur tekur seg upp í samgonguni, skjóta vit, at tað verður inn- an ein vika er liðin. Hóast samgongan varð bjargað leygardagin, er ikki vist, at hon hevur riðið stormin av. Løgmaður skal nú saman við restini av flokkunum finna eitt nýtt uppskot um sjálvstýrisleist, sum allir flokkarnir taka undir við Mynd: Jens Kristian Vang Samgongustríðið stendur við Sjálvstýrisleisturin, sum Høgni Hoydal ætlaði at leggja fyri tingið leygardagin, er ein ætlan, sum samgongan hevur arbeitt við, síðani fullveldissamráðingar nar slitnaðu 26. oktober í fjør SAMGONGUKREPPA John Johannessen Lógaruppskotið um full- veldistilgongdina var ikki eitt uppskot frá Høgna Hoydal ella frá Tjóðveldis- flokkinum. Uppskotið, sum Høgni Hoydal eftir hart trýst og hóttanir frá løgmanni bað løgtingsformannin taka aftur leygardagin, var sam- bært Høgna Hoydal eitt uppskot, sum landsstýrið hevur viðgjørt út í æsir síð- ani 26. oktober í fjør, tá fullveldissamráðingarnar við danir slitnaðu. Uppskotið snúi seg um at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir einum føstum leisti eitt ávíst áramál, minka blokkin samsvar- andi, seta á stovn ein bú- skapargrunn og at fólkaat- kvøða skal haldast um suv- erenitetin, tá allar bindingar eru burtur. Hetta er tað sama, sum løgmaður longu 2. novem- ber í fjør boðaði frá í tíð- indaskrivi um nýggjan sjálvstýrisleist. Leisturin varð útgreinaður á tíðinda- fundi í Tinganesi 1. februar í ár. Á tíðindafundinum kunn- aði løgmaður saman við Høgna Hoydal og Helenu Dam á Neystabø um, at landsstýrið hevði gjørt av, at Føroya fólk á fólkaat- kvøðu 26. mai skuldu spyrjast, um tey tóku undir við eini løgtingslóg við fýra ásetingum. Fyrsta ásetingin segði, at øll málsøki verða eftir ein- ari skipaðari ætlan løgd undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 2012. Onnur ásetingin segði, at ein búskapargrunnur verð- ur settur á stovn, ið skal tryggja Føroyum eina trygga skiftisskipan frá studningsbúskapi til sjálv- berandi búskap. Triðja ásetingin segði, at heildarveitingin úr Dan- mark verður minkað eftir einari skipaðari ætlan, til hon er burtur. Og fjóðra ásetingin segði, at fólkaatkvøða verð- ur um at skipa Føroyar sum fullveldisríki í seinasta lagi 2012. Lógaruppskotið, sum Høgni Hoydal ætlaði at leggja fyri tingið innihelt hesar fýra ásetingar, men hann hevði tikið fólkaat- kvøðuna 26. mai burturúr, tí løgmaður hevði boðað frá, at hvørki hann ella Fólkaflokkurin kundi taka undir við fólkaatkvøðuni eftir at Nyrup hevði meldað út, at eitt ja fór at merkja fýra ára skiftistíð. Men uppskotið um sjálvsavgerðarætt var sam- gongan ikki samd um at leggja fyri tingið. Hetta uppskotið lat Høgni Hoydal Løgtingsskrivstovuni uttan at hava samgonguna aftan fyri seg. Løgmaður ásannar, at nógvu og ymsu útmeldignarnar hjá samgognuni hava verið óhepnar. Men hann heldur tað vera torført at meta um, hvørja ávirkan hetta hevur havt á trúvirð- ið hjá samgonguni SAMGONGUKREPPA John Johannessen Anfinn Kallsberg vónar, at Føroya fólk enn trýr uppá fullvelisætlanina. Men hann ásannar, at stríðið í samgonguni, sam- an við nógvu og ymsu út- meldingunum seinastu tíð- ina, hevur verið óheppið. Hóast tað eydnaðist løg- manni at fáa Høgna Hoy- dal at bakka og taka upp- skot síni aftur, ivast Anfinn Kallsberg í, um hetta var ein politiskur sigur fyri hann. – Eg veit ikki, um hetta kann kallast ein politiskur sigur. Men tað eru nakrar spælireglur, vit skulu halda okkum til, og tað er tað, vit hava gjørt, segði Anfinn Kallsberg við Sosialin beint eftir framløguting- fundin leygardagin. Veljarakanningin, sum Útvarpið og Dimmalætting almannakunngjørdu 8. feb- ruar sýndi, at 57,7 prosent av teimum føroyingunum, sum høvdu tikið støðu, høvdu atkvøtt nei á ætlaðu fólkaatkvøðuni 26. mai um ein bundnan leist fram at fullveldinum. Og var tað hendan veljarakanningin, ið gjørdi, at løgmaður ikki longur ynskti nakra fólka- atkvøðu. Sosialurin spurdi eftir lagnutingfundin leygardag- in løgmann, hvat úrslit hann hevði væntað á eini fólkaatkvøðu nú, eftir alt samgongustríðið. – Tað hevði komið ann uppá, um fólkaatkvøðan varð hildin við grundarlag í føroyskum ella donskum treytum. Men eg veit ikki, var stutta viðmerkingin frá einum sjónliga troyttum løgmanni. Høgni Hoydal krevur av samgonguni, at fullveldisuppskot hansara koma fyri tingið í hesi vikuni. Annars eru eingi fullveldismál og eingin samgonga, staðfestir hann SAMGONGUKREPPA John Johannessen Fullveldisuppskotini hjá Høgna Hoydal skulu fyri tingið, skal samgonguni vera lív lagað. Hetta gjørdi Høgni Hoy- dal greitt eftir tingfundin leygardagin, tá hann eftir hart trýst og hóttarni frá løgmanni valdi at missa andlit og tók aftur uppskot síni um sjálvstýrisleist og at staðfesta sjálvsavgerðar- rætt føroyinga. – Nú má tað standa sína roynd, um samgongan vil skriva undir uppá at fáa fullveldismálið fyri tingið og fáa tað samtykt. Annars er einki fullveldismál, stað- festi Høgni Hoydal. Høgni Hoydal segði, at hann næstu dagarnar fer at vita, um hann kann fáa eina váttan frá samgonguni um at fáa málini fram, og at samgongan kann halda seg til tað, sum er avtalað. Trupul avgerð Høgni Hoydal sigur, at av- gerðin at taka uppskot síni aftur er nógv truplasta av- gerðin, hann nakrantíð hev- ur tikið. – Eg valdi at missa and- lit, heldur enn at missa sjálvstýrismálið. – Hevði eg lagt uppskotið fyri tingið í dag, hevði sam- gongan og fullveldismálið rokið. Tí mátti eg lata vera við at leggja tað fram fyri yvir høvur at bjarga full- veldismálinum, sigur Høgni Hoydal. Men uppskotið hjá Høgna Hoydal liggur klárt á borðinum, hóast løgtings- formaðurin ikki hevur lagt tað fram. Og næstu dagarn- ar ætlar Høgni Hoydal at vita, um samgongan vil halda síni lyfti og fáa upp- skotið fyri tingið. Annars metir Høgni Hoydal sam- gonguna sum slitna. Høgni Hoydal ætlar ikki, at samgongan enn einferð skal brúka vikur uppá at telva seg fram til ein nýggj- an leist og eina nýggja út- melding í spurninginum um Føroyskt fullveldi. – Eg havi fingið at vita, at innihaldið í uppskotinum er í lagi. Tað er bara fram- ferðarhátturin, sum tað hevur verið galið við, sigur Høgni Hoydal. Uppskotið er samgonguuppskot Torført at meta um trúvirði Fullveldið skal fyri tingið Anfinn Kallsberg, løgmaður, ásannar, at mongu útmeldingarnar og ósemjurnar í samgonguni hava verið óhepnar Mynd: Jens Kristian Vang Høgni Hoydal stendur fast við, at uppskotið um sjálvstýrisleist skal leggjast fyri løgtingið Mynd: Jens Kristian Vang