týsdagur 6. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 6. mars 2001
11
10
Nr. 45 - 6. mars 2001
Málini hjá Høgna
Hoydal um bundnan
sjálvstýrisleist og um
at staðfesta sjálvs-
avgerðarrætt føroy-
inga vórðu ikki løgd
fram á tingfundinum
leygardagin. Tað
eydnaðist løgmanni
eftir drúgva telving at
vinna á Høgna
Hoydal
BAKGRUND
John Johannessen
Tað
eydnaðist
Anfinn
Kallsberg, løgmanni, at fáa
Høgna Hoydal at bakka í
trætuni um sjálvstýrismál-
ið.
Høgni Hoydal tók leygar-
dagin eftir drúgva umhugs-
unartíð og harðar samráð-
ingar aftur tey bæði upp-
skot síni um ávikavist
bundnan sjálvstýrisleist og
um at staðfesta sjálvsav-
gerðarrætt føroyinga, sum
hann bar Løgtingsskriv-
stovuni mikudagin.
– Eg valdi at missa andlit
heldur enn at missa alt
sjálvstýrismálið á gólvið,
segði Høgni Hoydal beint
eftir tingfundin.
Tað, at formaður Tjóð-
veldisfloksins tók uppskot
síni aftur, hendi beint eftir,
at Unga Tjóðveldið og
landsstýrismaðurin og tjóð-
veldismaðurin,
Tórbjørn
Jacobsen,
á
fólkafundi
høvdu kravt av løgmanni,
at uppskotini skuldu leggj-
ast fram. Kortini bleiv tað
ikki løgmaður, men for-
maður Tjóðveldisfloksins,
sum bakkaði.
Rok í tvær vikur
Trætan millum løgmann og
Høgna Hoydal tók seg av
álvara upp næstseinasta
fríggjadag, tá løgmaður
boðaði samgonguflokkun-
um frá, at hann ikki tók
undir við einari fólkaat-
kvøðu 26. mai um ein
bundnan
sjálvstýrisleist,
eins og samgongan hevði
boðað øllum Føroya fólki
frá á tíðindafundi 1. febru-
ar.
Í staðin legði løgmaður
fram eitt nýtt uppskot, ið
ikki innibar fólkaatkvøðu,
men miðaði, eins og sjálv-
stýrislóg Javnaðarfloksins,
ímóti at gera djúptøknar
broytingar í viðurskiftunum
millum Føroyar og Dan-
mark við øktum føroyskum
sjálvstýri fyri eygað.
Hetta skapti øði í sam-
gonguni, sum skiltist frá
samgongufundi samd um at
vera ósamd eina viku, til
løgmaður kom aftur av al-
mennari vitjan í Bretlandi,
sum hann skuldi á dagin
eftir.
Deadline hjá
landsstýrinum
Mikudagin, meðan løg-
maður var burturstaddur,
var seinasta freistin at lata
Løgtingsskrivstovuni tey
mál, sum skuldu leggjast
fram hesa tingsetuna. Tí var
neyðugt hjá Høgna Hoydal
at taka upp leiklutin sum
løgmaður og halda formell-
an landsstýrisfund, fyri at
avgreiða tey seinastu lands-
stýrisuppskotini og bera
Løgtingsskrivstovuni tey.
Høgni Hoydal gav boð
um, at hesin landsstýris-
fundurin skuldi vera miku-
morgunin klokkan níggju.
Á fundinum ætlaði Høgni
Hoydal umframt øll hini
málini eisini at fáa avgreitt
málið um sjálvstýrisleistin
við fólkaatkvøðu og upp-
skotið um at samtykkja
sjálvsavgerðarrætt Føroya
fólks, sum løgmaður hevði
boðað frá, at hann ikki
longur tók undir við.
Løgmaður frætti hetta til
Bretlands og sendi miku-
morgunin hvassorðað tele-
fax heim til Høgna Hoydal.
– Um hesi málini fara
niðan í løgtingið, uttan at
flokkarnir í samgonguni
eru samdir áðrenn, meti eg
hetta sum so stórt álitisbrot,
at eg taki hetta sum upp-
søgn av politiska samstarv-
inum. Tí fari eg einaferð
enn at fráráða tær hetta,
segði løgmaður millum
annað í brævinum til
Høgna Hoydal.
Fundurin útsettur
Brævið
frá
løgmanni
gjørdi, at Høgni Hoydal út-
setti
landsstýrisfundin;
fyrst til á middegi og síðani
til klokkan 13.
Tíðina fram til landsstýr-
isfundin brúkti Høgni Hoy-
dal til at sannføra løgmann
um, at hann ikki bar seg
skeivt at, men harafturímóti
handlaði eftir gjørdum av-
talum. Høgni Hoydal sendi
løgmanni svar umvegis
faxið og tosaði eisini fleiri
ferðir við hann í telefon.
Í
brævinum
harmast
Høgni Hoydal um fram-
ferðina hjá Fólkaflokkinum
og løgmanni seinastu tíð-
ina. Høgni Hoydal gjørdi
vart við, at støðan hevði
verið kaotisk, eftir at
Høgni bakkaði
Samgongan hevur rokast
sum í grindadrápi seinastu
vikurnar. Úrslitið av
ruðuleikanum var, at Høgni
Hoydal mátti lúta fyri
hóttanum og hørðum trýsti
frá Anfinn Kallsberg
Mynd: Jens Kristian Vang
Í sambandi við
samgongustríðið hevur
ljóðað, at Fólkaflokkurin
royndi at fríggja til
Javnaðarflokkin
Mynd: Jens Kristian Vang
Fólkaflokkurin boðaði frá,
at hann vildi avlýsa avtal-
aðu fólkaatkvøðuna og í
staðin almannakunngjørdi
sítt egna uppskot um eina
loysn innan fyri ríkisfelags-
skapin. Við hesum metti
Høgni Hoydal høvuðssetn-
ingin hjá samgonguni um
fullveldi vera sleptan.
– Eftir, at eg havi fingið
fax frá tær, har tú sigur
samgongusamstarvið upp,
um málið um fólkaatkvøð-
una fer í tingið, tykist kaos-
ið at vera fullkomið.
– Tað er eftir mínum
tykki
ábyrgdarleyst
at
brúka hóttanir í politikki.
Tað er ábyrgdarleyst, at
fullveldismálið, sum vit
eftir drúgvar og neyvar við-
gerðir hava verið fullsamd
um at loysa, skal gevast upp
fyri skutil, skrivaði Høgni
Hoydal millum annað í
brævinum til løgmann.
Høgni Hoydal ger løg-
manni greitt, at hann ikki
kann liva við, at fullveldis-
málið fer fyri skeyti í parta-
politiskum taktikki, gruggi
og trýsti. Hann staðfestir, at
samgonguflokkarnir
eru
ósamdir um fólkaatkvøð-
una. Samstundis staðfestir
hann, at ósemja ikki hevur
verið um sjálva fullveldis-
tilgongdina og rættin til
sjálv at stovna Føroyar sum
fullveldisríki.
Tí boðar Høgni Hoydal
løgmanni frá, at hann ikki
fer at leggja fyri tingið upp-
skotið um sjálva fólkaat-
kvøðuna. Men at hann fer
at leggja fyri landsstýris-
fundin løgtingslógarupp-
skotið um sjálvan fullveld-
isleistin uttan fólkaatvøðu
og uppskotið um at stað-
festa sjálvsavgerðarrættin
og fáa hesi niðan í tingið.
– Harvið verður ein
møguleiki hjá fullveldis-
samgonguni at hóra undan,
royna at lekja sárini og
røkka sínum máli, staðfest-
ir Høgni Hoydal í brævin-
um til Anfinn Kallsberg.
Rokið stendur við
Men ikki bar til at mýkja
løgmann.
Høgni Hoydal setti lands-
stýrisfundin eitt sindur
seinni enn klokkan 13 og
royndi at fáa tey umleið
fimti landsstýrismálini av-
greidd áðrenn Løgtings-
skrivstovan stongdi klokk-
an 16.
Men tað tók tíð at viðgera
øll málini, og ósemjan mill-
um landsstýrisfólkini var
stór um ætlanirnar hjá
Høgna Hoydal. Tí var neyð-
ugt at fáa avtalu í lag við
Løgtingsskrivstovuna um,
at málini kundu koman
niðan eitt sindur seinkað.
Hetta varð játtað, og tá
klokkan nærkaðist hálvg-
um seks seinnapartin miku-
dagin, vóru uppskotini hjá
Høgna Hoydal farin niðan
til Løgtingsskrivstovuna.
Hetta skapti mikið rumb-
ul. Landsstýrisfólkini hjá
Fólkaflokkinum,
Jørgen
Niclasen og Bjarni Djur-
holm, gjørdu vart við, at tey
ikki høvdu sæð uppskotini,
og at Høgni Hoydal bara av
sínum eintingum hevði lat-
ið løgtinginum tvey mál
uttan at viðgera tey á lands-
stýrisfundinum.
Høgni Hoydal avvísti
hesum og gjørdi greitt, at
hetta ikki var rætt. Hann
staðfesti, at uppskotið um
sjálvstýrisleist
var
tað
sama,
sum
samgongan
hevði viðgjørt og verið
samd um í langa tíð, men
bert uttan fólkaatkvøðu. Tí
var tað ikki rætt, at hann
hevði borið eitt lógarupp-
skot í løgtingið uttan sam-
gongunnar vilja.
Grundgevingarnar
hjá
Høgna Hoydal hjálptu tó
ikki.
Í beinleiðis kjaksending í
Útvarpinum, sum varð send
beinleiðis úr Tinganesi
beint eftir landsstýrisfund-
in, var harður orðadráttur
millum Høgna Hoydal fyri
Tjóðveldisflokkin, Helenu
Dam á Neystabø fyri Sjálv-
stýrisflokkin og Jørgen
Niclasen fyri Fólkaflokkin.
Serliga var tað Jørgen Nicl-
asen, sum fanst harðliga at
Høgna Hoydal.
Samstundis kom enn ein
beinleiðis hóttan um sam-
gonguslit úr London. Løg-
maður gjørdi gjøgnum Út-
varpið og InternetSosialin
vart við, at um Høgni Hoy-
dal ikki tók uppskotini aft-
ur, hevði Tjóðveldisflokk-
urin meldað seg úr sam-
gonguni.
Men meira hendi ikki í
fyrstu atløgu. Høgni tók
ikki málini aftur, og løg-
maður valdi at bíða við at
gera meira við málið, til
hann kom heim aftur til
Føroya. Sostatt fingu vit
eitt óhaldbært vakum í pol-
itiska lívið í Føroyum.
Tinganes lukkað land
Løgmaður kom heim til
Føroya hóskvøldið. Men
hóast landið var í politisk-
ari undantaksstøðu og fólk
ivaðust í, um vit høvdu eina
samgongu ella ei, valdi løg-
maður einki at gera við
málið fyrr enn hann hevði
hvílt seg.
Heldur ikki vildi løgmað-
ur
umvegis
miðlarnar
kunna Føroya fólk meira
um støðuna. InternetSosial-
urin royndi fleiri ferðir hós-
kvøldið at fáa fatur á løg-
manni, men hetta bar ikki
til. Í staðin vóru boðini um-
vegis Marjun Hanusardótt-
ir, løgmansstjóra, at løg-
maður var troyttur eftir
ferðina í Bretlandi og ætl-
aði sær at kanna støðuna
nærri og hvíla seg, áðrenn
hann fríggjadagin fór at
gera meira við málið.
Fríggjadagin tók løgmað-
ur umsíðir stíðið upp í
størsta álvara. Hann fór
fyrst á fund við flokkin hjá
sær, har hann fekk fulla
heimild sjálvur at taka
støðu í málinum. Høgni
Hoydal var eisini á fundi
við sín flokk, og seint
seinnapartin møttust teir
tríggir samgonguleiðararn-
ir, Anfinn Kallsberg, Høgni
Hoydal og Helena Dam á
Neystabø við eitt tómt
fundarborð á skrivstovuni
hjá løgmanni at loysa sam-
gonguknútin. Lagnufund-
urin var settur.
Fundurin gjørdist drúgv-
ur. Tey trý fundaðust til út á
náttina og tóku fundin upp
aftur dagin eftir. Telvað
varð aftur og fram fyri at
finna eina semju, men á
døgurða leygardagin skilt-
ust
samgonguleiðararnir
uttan at vera komin til
nakra semju.
Tingmanningarnar vórðu
nú kallaðar inn. Samgong-
an var um at bresta. Høgni
Hoydal helt fast við, at
hann fór at leggja uppskot
síni fram á tingfundinum
klokkan hálvgum tvey, og
løgmaður helt fast við krav-
ið um, at uppskotini skuldu
takast aftur.
Tað eydnaðist kortini at
fáa tingfundin útsettan til
klokkan 17, meðan fólk
sótu á Gamla Apoteki og
stríddust við at klinka sam-
gonguna saman. Nógv varð
runnið millum floksrúmini,
men einki ítøkiligt kom
burturúr.
Vistu einki
Eftir ein ógvuliga rokmikl-
an dag á Gamla Apoteki við
stórum fólkafundi uttan-
fyri, ið kravdi, at uppskot-
ini hjá Høgna Hoydal
vórðu løgd fram, varð farið
niðan í tingið eitt sindur
yvir klokkan 17, uttan at
nøkur semja var funnin.
Løgmaður
og
Fólka-
flokkurin stóðu fast við, at
uppskotini hjá Høgna Hoy-
al skuldu ikki fyri tingið, og
eingin visti, um Høgni fór
at lata tingformannin leggja
tey fram ella ikki.
Tinghúsið var stúgvandi
fult av fólkið, og uttan fyri
vóru mótmælisfólk við
stórum skelti við undir-
skriftum, ið heittu á løg-
mann um at lata uppskotini
verða løgd fram.
Hóast
tingfundurin
skuldi verða settur klokkan
17, gekk meira enn ein tími
áðrenn hann varð settur.
Fundast varð dúgliga á
tinghúsloftinum, og Tjóð-
veldisflokkurin sat leingi í
einrúmi, meðan ein hópur
av tíðindafólki og øll ting-
og
landsstýrismanningin
bíðaði uttanfyri.
Men einki frættist. Ting-
fundurin varð settur, og
løgtingsformaðurin fór at
lesa upp listan av málum,
sum vórðu løgd fram. Fólk
bíðaðu í spenningi, og ikki
fyrr enn tingformaðurin var
liðugur at lesa var greitt, at
málini ikki vóru løgd fram.
– Eg valdi at missa andlit
heldur enn at missa alt
sjálvstýrismálið á gólvið,
vóru orðini frá Høgna Hoy-
dal, eftir at hann hevði tikið
hørðu avgerðina at bakka
fyri løgmanni og taka upp-
skot síni aftur.
Tað gekk meira enn ein tími frá ásettu tíðini fyri tingfunin klokkan 17 leygardagin, til fundurin varð settur. Seinastu royndirnar
á tinghúsloftinum vóru orsøkin. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin sótu í hvør sínum rúmi og skiftust at ganga inn til hvønn
annan
Mynd: Jens Kristian Vang
Unga Tjóðveldið hevði
savnað undirskriftir á eitt
mótmælisskelti, sum varð sett
við inngongdina til løgtingið,
tá løgmaður kom á tingfund
Mynd: Jens Kristian Vang