týsdagur 6. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 6. mars 2001
13
12
Nr. 45 - 6. mars 2001
Fríggjadagin 16.45:
Fyri løtu síðani
sessaðust Anfinn
Kallsberg, Høgni
Hoydal og Helena
Dam á Neystabø við
fundarborðið hjá
løgmanni at avgera
lagnuna hjá
samgonguni
SAMGONGUKREPPA
John Johannessen
Eingin
viðmerking
var
svarið frá teimum trimum
samgonguumboðunum,
sum fyri løtu síðani sessað-
ust við fundarborðið á
skrivstovuni hjá løgmanni í
Tinganesi.
Løgmaður segði tó, at
hann væntaði ein drúgvan
fund, og gjørdi vart við, at
tað ikki var neyðugt hjá
fjølmiðlunum at spilla tíð
við at bíða uttanfyri.
Tað sást heilt greitt á
andlitsbráunum á teimum
trimum politisku leiðarun-
um, at málið fór at verða
torført at greiða.
Lagnufundurin er settur
Leygardagin 16.00:
Ein tími er nú eftir at
bjarga samgonguni,
áðrenn lagnuting-
fundin, sum verður
settur klokkan 17.
Sosialurin skilir, at
útlitini fyri, at
samgongan verður
bjargað ikki eru góð
SAMGONGUKREPPA
John Johannessen
»Nú er nokk!«
Undir hesum rakstrarrópi
halda
sjálvstýrissinnað
mótmælisfund á Vaglinum í
Havn í hesi løtu.
Fundarfólkið heldur, at
løgmaður
hevur
svikið
samgonguna, eftir at hann
boðaði frá, at hann ikki
tekur undir við eini fólka-
atkvøðu um bundnan sjálv-
stýrisleist.
Røðararnir stuðla fult og
heilt Høgna Hoydal í av-
gerðini at leggja fyri tingið
uppskotini um bundnan
sjálvstýrisleist og at stað-
festa
sjálvsavgerðarrætt
Føroya fólks, sum Høgni
Hoydal bar Løgtingsskriv-
stovuni seinasta mikudag.
Høgni Hoydal og Tjóðveld-
isflokkurin standa eisini
framvegis fast við, at upp-
skotini skulu leggjast fram
á tingfundinum um ein
tíma, hóast mómæli og
hóttanir frá Anfinn Kalls-
berg.
– Sjálvsagt standi eg fast
við, at uppskotini ikki
skulu leggjast fram, var
einasta viðmerkingin frá
Anfinn Kallsberg, løg-
manni, tá Sosialurin hitti
hann á Gamla Apoteki fyri
løtu síðani.
Fundarvirksemið
á
Gamla Apoteki hevur verið
stórt síðani leiðararnir fyri
samgonguna skiltust av
fundi í Tinganesi á middegi
í dag. Fundurin varð settur
klokkan 17 í gjárkvølið og
varð hildin út í eitt við ein-
um steðgi á nakrar tímar í
nátt.
Á Gamla Apoteki eru
tingmanningarnar
fyri
flestu politisku flokkarnar
savnaðar. Runnið verður
óført millum hølini hjá
teimum ymisku flokkun-
um, og sum skilst eru
møguleikarnir fyri nýggjari
samgongu
opnir. Tveir
ávísir politikarar hava kort-
ini verið lítið at sæð í dag.
Hesir eru Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins, og Anfinn Kalls-
berg, løgmaður. Gitingarn-
ar eru, at løgmaður ætlar at
slíta samgonguna og skipa
nýggja við Javnaðarflokk-
inum og Sjálvstýrisflokkin-
um.
Men tað er ein stór av-
gerð at sløkkja ein respirat-
or, sum eitt av tingfólkum
Fólkafloksins tók til fyri
løtu síðani.
Eitt er tó heilt vist, og tað
er, at ein avgerð fellur inn-
an ein tíma.
Ein tími til deadline
Logbók frá samgongustríðnum
Soleiðis fangaði InternetSosialurin hendingarnar í samgongustríðnum fríggjadagin og leygardagin
Fundur aftur í
Tinganesi
kl 9:30
Leygardagin 9.00:
Anfinn Kallsberg,
løgmaður, Høgni
Hoydal, landsstýris-
maður og Helena
Dam á Neystabø,
forkvinna Sjálvstýrs-
floksins hava fundast
út á náttina, tá fund-
urin var niðurlagdur
SAMGONGUKREPPA
Eirikur Lindenskov
Og tey fara í gongd aftur kl
9:30, og semja má finnast
fyri løgtingsfundin klokkan
13:30 í dag, har Høgni
Hoydal, sum støðan enn er,
fer at leggja fram uppskotið
um fullveldisleistin, sum
flokkarnir ikki longur eru
samdir um.
Í degi og viku í gjárkvøldi
kallaði Helena Dam á
Neystabø ósemjuna fyri ein
maktkamp millum Høgna
Hoydal og Anfinn Kalls-
berg, men at hon annars
kundi taka undir við upp-
skotinum, um tað kom fyri
tingi, men vísti á, at tað
nyttaði so litið, um Fólka-
flokkurin ikki tók undir við
tí.
Og tað ger Fólkaflokkur-
in ikki.
Eygleiðarar gita, at sam-
gongan slitnar, um ikki
onkur semja verður funnin
næstu tímarnar. Og verður
tað so, er sannlíkt, at nýggj
samgonga verður skipað,
har í hvussu so er Tjóðveld-
isflokkurin ikki er við.
Leygardagin 17.20:
Lagnan hjá samgong-
uni er framvegis
óviss, nú bert nakrir
fáir minuttir eru eftir,
til tingfundurin
byrjar, og uppskotini
hjá Tjóðveldisflokk-
inum verða løgd
fram.
SAMGONGUSTRÍÐ
John Johannesen, løgtingið
Tað eru helst bara Anfinn
Kallsberg, løgmaður, og
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, sum vita, um vit
framvegis hava eina sam-
gongu millum Fólkaflokk-
inum, Tjóðveldisflokkin og
Sjálvstýrisflokkin.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur framvegis ikki tikið
umstríddu uppskotini hjá
sær aftur, og hvørki Anfinn
Kallsberg ella Høgni Hoy-
dal vilja siga, um teir hava
funnið eina loysn á stríðn-
um teirra millum. Tingfólk
hjá Fólkaflokkinum vátta
fyri Sosialinum, at eingin
semja er funnin teirra mill-
um, og tí liggur lagnan hjá
samgonguni helst í hond-
unum á Tjóðveldisflokkin-
um, sum nú skal taka enda-
liga støðu til, um hann skal
taka uppskotini aftur ella
ikki.
Ein annar møguleiki er,
at løgmaður og varaløg-
maður, sum hittust aftur
fyri løtu síðani, hava funnið
eina ella aðra millumloysn.
Staðfestast kann kortini, at
lagið er ikki gott á ting-
monnum í samgonguni, nú
tingfundurin skal byrja.
Eftir ætlan skuldi ting-
fundurin byrja klokkan 17,
men flestu tingmenn, sum
eru komnir í løgtingið, eru
farnir upp á loftið at bíða,
til løgtingsformaðurin setir
fundin. Uppi á loftinum sita
tingmenn hjá Tjóðveldis-
flokkinum saman og við-
gera støðuna.
Áhugin fyri tingfundin-
um er sera stórur. Áhoyr-
araplássini í salinum eru
meira enn fullsett, og uttan-
fyri standa fólk við mót-
mælisskeltum, har tey gera
vart við sína misnøgd við
framferðina hjá løgmanni
hesa seinastu vikuna.
Enn eingin semja í samgonguni
Málini hjá Høgna
Hoydal um bundnan
sjálvstýrisleist og um
at staðfesta sjálvsav-
gerðarrætt føroyinga
vórðu ikki løgd fram
á tingfundinum í dag
SAMGONGUSTRÍÐ
John Johannessen
Tað
eydnaðist
Anfinn
Kallsberg, løgmanni, at fáa
Høgna Hoydal at bakka í
trætuni um sjálvstýrismál-
ið.
Høgni Hoydal tók í kvøld
eftir drúgva umhugsunartíð
og harðar samráðingar aftur
tey bæði uppskot síni um
ávikavist bundnan sjálv-
stýrisleist og um at stað-
festa
sjálvsavgerðarrætt
føroyinga.
– Eg valdi at missa andlit
heldur enn at missa alt
sjálvstýrismálið á gólvið.
Og eg valdi at missa andlit,
segði Høgni Hoydal beint
eftir tingfundin.
Tað, at formaður Tjóð-
veldisfloksins tók uppskot
síni aftur, hendi beint eftir,
at Unga Tjóðveldið og
landsstýrismaðurin, Tór-
bjørn Jacobsen, á fólka-
fundi høvdu kravt av løg-
manni, at uppskotini skuldu
leggjast fram. Tað var kort-
ini ikki løgmaður, men for-
maður Tjóðveldisfloksins,
sum bakkaði.
Høgni bakkaði