Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 45 - 6. mars 2001 Nr. 45 • týsdagur • 6. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast tað ikki eru tey somu andlitini, so er aftur líkt til, at vága- menn fara at hava fýra útlendingar í hópinum komandi kappingarár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað er so avgjørt ikki bert í hondbóltskappingini, at útlendskir leikarar seta sín dám á førooysku lands- kappingina. Ymsu fótbólts- feløgini í landinum hava seinnu árini havt fleiri útlendingar í hópinum, og vágamenn eru so avgjørt ikki nakað undantak í so máta. Tá teir í fjør aftur skuldu royna seg í bestu deildini, styrktu teir um hópin við fýra litavum, sum venjarin, Kestutis Latosha, hevði við sær til landið. Hóast úrslitið kanska kundi verið betri, so eydnaðist FS Vágum at lív- bjarga sær í bestu deildini, og aftur komandi kapping- arár er líkt til, at liðið verður styrkt við útlending- um. Álvur Samuelsen, for- maður í FS Vágar, váttar fyri Sosialinum, at í øllum førum tríggir, og møguliga fýra útlendskir leikarar verða á liðnum, tá farið verður í gongd við lands- kappingina. – Tveir leikarar eru kom- nir til landið, og ein triði kemur allar helst í hesi vikuni, sigur Álvur, tá vit spyrja hann um hetta. – Teir báðir, sum eru komnir til landið, eru úr ávíkavist Letlandi og Mol- dova, og skulu teir ætlandi nýtast í verjuni og á miðvøllinum, greiðir for- maðurin frá. Víðari sigur hann, at ein málverji væntandi fer at koma til landið í vikuni, men at tað enn ikki er gjørt av, hvør hesin verður. Valið stendur millum ein let- lendskan og ein litaviskan leikara, men tá vit mána- morgunin tosaðu við Álv Samuelsen, visti hann enn ikki at siga, hvør av hesum fór at verða knýttur at fe- lagnum. Álvur ásannar, at útlend- ingarnir eru neyðugir, um felagið skal standa seg í deildini, og hann vil ikki á nakran hátt útiloka, at talan verður um enn ein út- lendskan leikara. – Tað er væl møguligt, men enn er einki gjørt av í hesum sambandi, sigur hann. Kavin órógvar Um fyrireikingarnar til árið heldur Álvur annars, at nógvi kavin so avgjørt ikki skumpað undir hugin hjá leikarunum at venja. – Eg má siga sum er, at uppmøtingin so avgjørt ikki hevur verið góð, síðani farið varð undir venjingina 1. februar. Sjálvandi hevur kavin havt nógv at siga, men tað harmar meg, at hugurin ikki hevur verið betri, sigur Álvur. Um vónirnar til komandi kappingarár sigur Álvur, at tær munnu vera á eini leið, men hann ásannar tó, at talan helst aftur verður um eitt strævið ár. Í fjør megnaði liðið í summum dystum at spæla upp móti teimum bestu, fyri síðani at missa móti teimum liðum, sum tað var neyðugt at vinna á, og hetta er eisini nakað, sum for- maðurin er greiður um. – Vit fingu javnleik móti bæði VB og NSÍ á heima- vølli, meðan vit vunnu heimadystirnar móti B68 og GÍ. Tú kanst væl siga, at tað vóru skeivu dystirnir, sum vit vunnu, tí í fleiri førum taptu vit so móti hinum botnliðunum. Júst teir dystirnir, sum eru týdn- ingmiklir at vinna, sigur formaðurin hjá vágamonn- um at enda. Fríggjakvøldið hevði dómarafelagið aðal- fund, har tveir av trimum nevndarlim- um vórðu skiftir út DÓMARAR Jákup Mørk Árligi aðalfundurin hjá dómarafelagnum var á Hotel Føroyum fríggja- kvøldið, og eftir øllum at døma var talan um ein sera friðirligan fung. Einastu málini av týdn- ingi vóru val av nevnd og níggju reglurnar fyri fíggj- arligu samsýningini til dómararnar, og hesi vórðu viðgjørd í sátt og semju. Nýggju reglurnar hjá FSF áseta ikki, hvussu nógv dómararnir skulu hava fyri at døma dystirnar, men ístaðin skulu FSF og dómarafelagið áseta sam- sýningina á hvørjum ári. Í løtuni er eitt uppskot til komandi kappingarár á tekniborðinum hjá FSF, og dómarafelagið viðgjørdi sum so ikki hetta uppskotið konkret, men tosaðu limir- nir ístaðin um, hvussu farast skal fram í hesum máli. Nýggir nevndarlimir Úrslitið av nevndarvalin- um, sum eisini var á fund- inum, var, at tveir nýggir dómarar komu inn í trí- mannanevndina. Hans F. Hansen, sum hevur verið formaður hetta skeiðið, og Tummas Pauli Olsen ynsktu ikki at stilla upp til afturval, og í teirra stað vórðu Erling Eysturoy úr HB og Petur Hansen úr LÍF valdir. Nevndin hevur enn ikki skipað seg, so tá blaðið fór til prentingar, var enn ikki greitt, hvør fer at verða formaður komandi ár. Umframt teir báðar situr Lassin Isaksen úr KÍ eisini í nevndini, og tað verður so millum hesar, at for- maðurin skal finnast. Leygardagin høvdu dóm- ararnir so skeið, har linj- urnar fyri komandi kapp- ingarár vórðu stungnar í kortið, og heldur ikki her eru nakrar stórvegis broyt- ingar á veg, skilst av fundarluttakarunum, sum alt í alt høvdu eitt heilt friðarligt vikuskifti. FS Vágar riggar til Nýggir dómarar í nevndina Álvur Samuelsen roknar við einum strævnum kappingarári, men ógjørligt roknar hann tað fyri ongan hátt at vera at halda liðnum í bestu deildini Saman við Erling Eysturoy er Petur Hansen úr Leirvík nýggjur limur í nevndini hjá dómarafelagnum Hóast tvey uppskot, sum ikki vórðu løgd fram, fingu alla um- røðuna, so vórðu 46 nýggj lógarupppskot løgd fram á tí sera spennandi tingfund- inum leygarkvøldið. TINGMÁL Magnus Dam Leygardagurin var seinasti framløgudagurin í hesari tingsetuni, og sum so ofta fyrr nýttu tingmenn og landsstýrismenn hetta høv- ið til fulnar. Hóast óteljandi áheitanir á landsstýrið um at leggja uppskotini fyri løgtingið í einum meira javnum streymi yvir alla tingsetuna, so hendir tað sama ár eftir ár. Seinasta framløgudagin kemur landsstýrið niðan í løg- tingið við einum heilum hópi av uppskotum. Tað hevur onkuntíð verið verri enn hesaferð, men eingin ivi er um, at løg- tingið fær úr at gera kom- andi vikurnar. Samgongan legði 31 uppskot fram leygardagin, sum øll skulu avgreiðast, áðrenn løg- tingið fer í summarfrí, og Sambandsflokkurin legði fram tíggju nýggj uppskot. Harumframt komu tvey uppskot frá Javnaðarflokk- inum, eitt frá Miðflokk- inum, eitt frá Útnorðurráð- num og eitt frá føroysku limunum í Norðurlanda- ráðnum. Uppskotini snúgva seg um skattalógarbroytingar, broytingar í fiskidaga- skipanini, broytingar í navnalógini, doping, fjøl- miðlaábyrgd, eftirløn hjá landsstýrismonnum, ellis- heim, útlisiteringar og nógv, nógv annað. Hesar komandi dagarnar fer Sosialurin at endurgeva, hvat nøkur av teimum mongu lógaruppskotunum snugva seg um. Fundur aftur í dag Tingfundur er longu aftur í dag, og fleiri av nýggju uppskotunum eru sett á dagsskránna fyri fundin, sum byrjar klokkan 13.30. Sambandsflokkurin roynir seg enn einaferð við einum uppskoti um at minka avgjaldið á brenni- olju. Fleiri uppskot um tað sama eru feld í løgtinginum hesa tingsetuna, men Sam- bandsflokkurin skjýtur nú upp at minka avgjaldið stigvíst. Fyrst skal av- gjaldið lækka 20 oyru, eftir at uppskotið er samtykt, og síðani skal tað lækkast við 20 oyrum um árið, til tað er burtur 1. januar í 2004. Brennioljuavgjaldið er í løtuni 80 oyru/litur, og hetta gevur landskassanum umleið 60 milliónir krónur um árið í avgjøldum. Oljuprísurin hevur verið sera høgur seinastu tíðina. Sambandsflokkurin heldur tað vera neyðugt at lækka avgjaldið, til tess at bøta um støðuna hjá brúkarun- um, sum afturat høga olju- prísinum skulu gjalda landskassanum avgjald av hvørjum oljudropa. Eitt annað uppskot, sum kemur til viðgerðar í dag, snýr seg eisini um olju, og tað hevur eisini verið á tingborði fyrr. Talan er um uppskotið hjá Hendrik Old um at lækka avgjaldið á bensini. Á leið sama upp- skot varð felt í desember í fjør. Hendrik Old skjýtur nú upp at lækka avgjaldið á bensini úr 3,05 kr./litur niður í 2,30 kr./litur. Tá mvg er íroknað, verður talan um eina lækking uppá 94 oyru fyri liturin. Hægri eftirløn til løgmann Tvey uppskot um samsýn- ing og eftirløn hjá løg- manni og landsstýrismonn- um koma eisini til viðgerðar í dag. Annað er uppskot frá Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, og hitt eigur landsstýrismað- urin í lógarmálum, Høgni Hoydal. Alfred Olsen skjýtur upp at avmarka eftirlønina hjá landsstýrismonnum, sum taka sæti í løgtinginum, eftir at teir eru farnir úr landsstýrissessinum, með- an uppskotið hjá Høgna Hoydal millum annað snýr seg um at geva løgmanni og landsstýrismonnum somu eftirlønarskipan sum løg- tingsformaðurin. Hetta ber millum annað í sær, at eftirlønirnar hækka í miðal 60-70 prosent. Talan er kortini um broytingar, sum ikki fáa ávirkan, fyrrenn landsstýrismenn og løg- menn, sum í dag sita í landsstýrinum, fara frá við eftirløn, sigur Høgni Hoy- dal í viðmerkingunum. Eftir bert seks dagar í landsstýrissessinum legði Sámal Petur í Grund leygardagin fram uppskot um at lata kommununum í Sundalagnum stuðul til at byggja ellis- og røktarheim. ELLIS- OG RØKTARHEIM Magnus Dam Arbeitt hevur verið við ætlanini at byggja ellis- og røktarheim í Sundalagnum í langa tíð, og nú er líkt til, at landið fer inn og stuðlar ætlanini fíggjarliga. Sambært uppskotinum hjá nýggja landsstýris- manninum í Almanna- og heilsumálum, skal lands- kassin veita í mesta lagi 50 prosent í stuðli til ætlanina. Stuðulin verður latin sum rentu- og avdráttarfrítt studningslán, og sambært ætlanini, sum liggur á borðinum, verður talan um eitt ellis- og røktarheim við 24 búplássum. Landið letur 500.000 krónur í stuðli til hvørt búplássið, ella í mesta lagi 50 prosent av samlaða byggikostnaðinum. Hetta er munandi minni enn tær upphæddirnar, sum landið vanliga hevur latið í stuðli til nýggj ellis- og røktar- heim. Higartil hevur verið vanligt, at landið hevur fíggjað 90 prosent av út- reiðsluni, og kommunurnar tíggju prosent, men hetta heldur ikki kommununum í Sundalagnum aftur. Kommunurnar hava leingi arbeitt saman við ætlanini at byggja eitt ellis- og røktarheim í økinum, og nú verður ætlanin veruleiki, um løgtingið væl at merkja samtykkir uppskotið hjá Sámal Peturi í Grund. Kommunurnar í Sundalagnum kunnu nú rokna við stuðli frá landinum, so tær kunnu fara í gongd við at byggja ellis- og røktarheim í økinum Stóri framløgudagurin Sundalagið fær røktarheim Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, arbeiðir við at yvirtaka flogvøllin í Vágum SAMFERÐSLA Edvard Joensen Stendur tað til landsstýris- mannin við vinnumálum, Bjarna Djurholm, sum eisini umsitir samferðslu- mál, verður flogvøllurin í Vágum yvirtikin nakað skjótt. Nevnd verða eini tvey-trý ár. Bjarni Djurholm hevur skrivað danska Ferðslu- málaráðnum bræv, har hann boðar frá, at hann arbeiðir við ætlanum um at yvirtaka flogvøllin í Vágum. Flogvøllurin í Vágum er annar av tveimum flogvøll- um, sum Statens Luftfarts- væsen framvegis eigur. Hin er flogvøllurin í Rønne á Bornholm. Allar aðarar danskar flogvallir hevur Statens Luftfartsvæsen sloppið sær av við til ymisk feløg, sum hava tikið yvir. Hvør beinleiðis orsøkin til yvirtøkuna er, verður bara gitt um í løtuni. Flog- vøllurin í Vágum hevur ikki verið nakað fíggjarligt gull- nám sum so. Men seinnu árini er ferðafólkatalið vaksið heilt munandi, so kanska væntar ferðslumála- ráðharrin, at inntøkurnar fara at gerast hægri enn útreiðslurnar. Ein av grundunum verð- ur tó søgd at vera, at danir ikki vilja gjalda fyri at seta nýggju glíðibreytina upp. Glíðibreytin er framkomin innflúgvingarútgerð, sum er keypt til flogvøllin í Vág- um, men liggur niður- pakkað og bíðar eftir at sleppa til arbeiðis. Danir hava boðað frá, at teir vilja ikki brúka meira pening upp á flogvøllin, fyrr enn teir vita, hvussu verður við fullveldismál- inum í Føroyum. Hesum hevur Bjarni Djurholm eftir øllum at døma ikki tíð at bíða eftir, og fer tí at yvirtaka vøllin. Annars eru ynski frammi um at leingja flogvøllin í Vágum, so hann kann nýtast til eitt nú størri farmaflogfør. Tí eingin ivi tikist vera um, at føroyingar einaferð fara at flyta fisk út loftvegis. Arbeitt hevur fyrr verið við hesum málinum, men tað vísir seg, at vøllurin er so mikið stuttur, at stór farmaflogfør fáa illa brúkt hann. Og skal loftvegis flutningur av fiski loysa seg ber ikki til at senda smáar nøgdir í senn við farma- flogfari, siga føroyskir fiskaútflytarar. Umframt flogvøllin hev- ur Bjarni Djurhom ein lista við fleiri øðrum málum, hann ætlar at yvirtaka. Borðreiðir við yvirtøku