Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 6. mars 2001 17 16 Nr. 45 - 6. mars 2001 Hóast dysturin mill- um fremstu kvinnu- liðini í landinum til tíðir var spennandi, so var kenslan eftir dystin, at einki av hinum liðunum fer at skala VÍF hetta kappingarárið HONDBÓLTUR Jákup Mørk So er alt avgjørt. Øðrvísi fær niðurstøðan ikki verið, eftir at kvinnurnar hjá VÍF loystu kanska torførastu uppgávuna á árinum, tá tær vunnu í VB høllini. Tað var kanska eisini væntandi, at VÍF fór at vinna, men at dysturin í løtum skuldi taka skap av eini styrkisuppvísing frá VÍF, var so avgjørt ikki væntandi. Ring VB byrjan Tá liðini bæði hittust í hálvfinaluni í steypakapp- ingini herfyri, var ein av- gerandi lutur, at VB fekk eina út av lagi vánaliga byrjan. Eftir fyrstu minutt- irnar sunnudagin var eisini líkt til, at alt skuldi gleppa hjá heimaliðnum. Líka mikið, hvat VB gjørdi, fekk Manuela Stan í málinum vart fyri, og tá Regina so eisini misnýtti brotskast, fór av álvara at síggja svart út hjá VB. Tað eydnaðist teimum tó at stríða seg inn aftur í dystin, og eina løtu vóru tær eisini framman fyri mótstøðuliðið. Týdning- armesti luturin í VB spæl- inum tóktist at vera mans- verjan, sum tær frá fyrstu løtu løgdu á Ioanu Rápa. Við at halda henni úti, mátti VÍF í øllum førum vera størstu skothóttanina fyri uttan, og tað var eyðsæð, at Guðrun í Lágabø hevði hampuliga gott tak á skotroyndunum frá hinum leikarunum. Ov einstáttað Í álopspartinum gekk sum so eisini á eini leið hjá heimaliðnum hesa løtuna. Tær megnaðu hampuliga væl at pressa spælið upp, soleiðis at VÍF verjan kundi spælast tunn, men stóri trupulleikin var, at tá tær so komu ígjøgnum á veingin- um, misnýttu tær alt ov nógvar møguleikar. Allar helst mundi hetta eisini vera spæliætlanin hjá VÍF. Tað at fáa VB álopini at koyra út á vengurnar. Við Manuelu Stan í málinum, er í øllum føurm meira enn sannlíkt, at møguleikarnar úr spískum verða misnýttir, og í fleiri førum varð hetta revsað við skjótum mót- álopum. VB royndi í løtum at broyta spælið, soleiðis at tær eisini sluppu ígjøgnum mitt fyri, men hetta eydn- aðist ongan tíð í nóg stóran mun. Til hetta vóru álops- royndirnar alt ov einstáttað- ar, og krútsterka miðverjan hjá vestmenningum hevði ongar sum helst trupul- leikar av at standa seg móti stórum parti av hesum. Einasti leikarin, sum veru- liga megnaði at seta seg ígjøgnum verjugarðin, var Andrea Lütz, men einsa- møll megnaði hon als ikki at halda liði sínum inni í dystinum. Skrædnaði í seinna Hóast eyðsýndu trupulleik- arnar á VB liðnum, so var ikki tann stóri munurin millum liðni bæði, tá farið varð til hálvleiks. VB kom eisini væl við beinan vegin í seinna hálvleiki, men áskoðararnir mundu fáa varhugan av, hvat fór at henda, tá einir fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Fyrst hevði VÍF skorað upp á tvey fylgjandi brots- køst, men tá VB beint eftir hetta fekk sama møguleika, gekk alt galið. Fyrstu royndina misnýtti Andrea, og tá VB so aftur fekk brotskast burtur úr returin- um, misnýtti Christina tann møguleikan. Hetta tók á sín hátt sein- astu restina av sjálvsálitið úr VB spælarunum, og nú gekk brádliga skjótt hjá VÍF. Eftir tíggju minuttum høvdu tær økt leiðsluna upp í átta mál, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Áskoðarafjøldin vaknaði eitt sindur aftur, tá VB fekk minkað niður í seks mál, men nærri enn tað sama megnaðu tær á heimaliðnum ongan tíð at koma. Styrkisuppvísing Við sigrinum á næst fremsta liðnum ikki bara staðfestu VÍF kvinnurnar, at tær í løtuni eru besta liðið í landinum. Til tíðir var talan um eina sanna styrkisuppvísing, og tað var eisini sjónligt, at tað ikki bert er ein orsøk til, at liðið framvegis hevur status sum ósigrað, nú tríggir fjórð- ingar av landskappingini eru farnir aftur um bak. Hóast Ioana at kalla varð tikin úr dystinum við mans- verju, so prógvaðu hinar genturnar, at tað so avgjørt ikki bara er rumenski stórskjúttin, sum teirra álit er bygt á. Við Sóley Mikk- elsen á odda, varð spælt við bæði breidd og djúpd í álopspartinum, soleiðis at VB ongantíð fann nakran einstakan verjuhátt, sum kundi tippa fyri málskjót- anini. Harumframt er liðið, sum nevnt omanfyri, sera sterkt í verjupartinum, har tað nærum er ógjørligt hjá mótstøðuliðunum at berja seg ígjøgnum miðverjuna. Sterka verjuspælið ger so eisini, at liðið fær fleiri møguleikar fyri skjótálop- um, og við útkøstunum hjá Manuelu, skulu mótstøðu- liðini vera meira enn van- liga ansin, um tað skal eydnast teimum at steðga hesum partinum av VÍF spælinum. Heldur ikki breiddin, sum annars hevur tóktst størsti trupulleikin á lið- num, tykist nú at vera nak- að, sum kann steðga teim- um. At Jacklin kom heim aftur, hevur sjálvandi styrkt um, men eisini Angelie og Óluvá tykjast at hava funnið seg væl til rættis á liðnum, og helst skal meira enn ein ella tveir skaðar til, fyri at gera liðnum nakað álvarsligt mein. Sostatt tykist einasti spurnignurin restina av árinum at vera, hvørt tað skal eydnast VÍF at fara ósigraðar ígjøgnum árið, og sum støðan er í løtuni, er hetta kanska heldur ikki nakar spurningur. Tað er snøgt sagt upp tær sjálvar, tí taka tær komandi upp- gávurnar í álvara, er lítið sannlíkt, at nakað annað lið kemur í nær námind odda- liðnum úr Vestmanna. Dysturin í tølum Málkskjúttar: VB: Andrea Lütz 7(2), Regina Radó 6, Mary Krosslá 3, Gurið Morten- sen 1, Eydis Kjærbo 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 9(3), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Fríða Marjunardóttir 4, Angelie Jógvansdóttir 3, Alis Høghamar 3, Ioana Rápa 2, Jacklin Durhuus 1 Brotskøst: VB 5, VÍF 4 Útvísingar: VB 1, VÍF 2 Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík. Einir tveir dómar tóktust at fáa ilt í vágbingar, menyvir høvur høvdu teir eitt sera gott tak á dystinum, og fyri tað mesta tóktust leikarar- nir eisini at nýta orkuna upp á hondbóltin heldur enn dómararnar. VB–VÍF 18–27 (8–11) Eingin steðgar VÍF Margreth Augustinussen og Nikolina Eyðbjørnsdóttir stríðast um bóltin. Margreth noyddist annars av vøllin við einum snuddi, tíðliga í seinna hálvleiki Mynd: Álvur Haraldsen Ioana Rápa í eini heldur sjáldsamari roynd móti VB málinum. Allan dystin á tamb varð hon mansvard, so alt í alt varð bert talan um tvey mál frá henni í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Neistakvinnurnar vunnu væntaða sigurin móti Kyndli, men avrikið hjá teimum grønu var eitt hitt besta í fleiri dystum, og kundi væl hvat kastað stig av sær HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum gongdin hevur verið hjá liðunum báðum síðani vetrarsteðgin, var einki at ivast í, at tað var Neistin, sum var favorittur at vinna lokaluppgerðina móti Kyndli sunudagin. Kyndil hevur at kalla bert havt mótgongd hesa tíðina, og í fleiri dystum hava av- rikini verið merkt av mátt- loysi, soleiðis at leikararnir als ikki hava tókst verið til reiðar, til at offra tað, sum krevst til at vinna. Neistin hevur hinvegin rættiliga havt viðgongd hesa tíðina. Afturkoman hjá Katrin á Neystabø hevur økt munandi um skothótt- anina, og sigurin móti Stjørnuni fyrr í vikuni bendi eisini á, at viljin til at vinna so avgjørt er til staðar hjá teimum bláu. Eingin løtt uppgáva Tað gjørdist tó skjótt greitt, at talan ikki á nakran hátt fór at gerast um nakra lætta uppgávu hjá neistakvinn- unum sunnudagin. Kyndil byrjaði frá fyrsta bríksli at mansverja Katrina á Neystabø, og tað var eyðsæð, at hetta ikki hóvaði neistaliðnum. Á máltalvuni hildu tær grønu eisini alla tíðina sambandið við bláu grannarnar, og í løtum vóru tað eisini Kyndil, sum høvdu munin. Javnleikur var framvegis, tá farið varð til seinna hálvlek, men nú tóktist kortini, sum um Neistin hevði vunnið sær eitt av- gerandi yvirtak. Eitt skifti vóru tær eisini á odda við fýra málum, men seinastu løtuna fór aftur at styttast millum liðini, tó at Kyndil so ikki kom nærri enn teim- um tveimum málunum, sum vóru á muni, tá alt var liðugt. Dia hjálpti til Ein av kyndilsleikarunum, sum var á vøllinum hendan dystin, var Erla Smith, sum annars eisini hevði sín 30 ára føðingardag sunnudag- in. Hóast hon sjálvandi var nakað vónsvikin av tapin- um, so var hon væl nøgd um tann vilja, sum leikar- arnir høvdu sýnt í dystinum sunnudagin. – Í mun til aðrar dystir, sum vit hava spælt í ár, so vóru fleiri lutir, sum riggaðu betri hesaferð, enn teir hava gjørt áður. Serliga seinastu fimm-10 minuttir- nar riggaði væl hjá okkum, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki at vinna tær aftur. – Tað gjørdi sjálvandi mun, at vit beinan vegin fóru út eftir Katrin, men vit royndu eisini alla tíðina at dekka sera offensivt, og tað haldi eg órógvaði spælið hjá Neistanum sera nógv. Hetta krevur sjálvandi nógva orku, men eisini her eru vit nú vær betri fyri, enn vit vóru beint eftir vetrarsteðgin, sigur Erla, sum annars eisini legði dent á, at málverjarnir hjá lið- num stóu seg heilt væl í dystinum. – Tað, sum gjørdi størsta munin, var tó helst, at vit til hendan dystin høvdu fingið Dia Midjord til at sita á beinkinum, soleiðis at vit fingu meira hjálp har frá. Leikluturin hjá Lotte sum spælandi venjara er jú ógvuliga torførur, tí tá skal hon bæði hugsað um egna spælið og okkara spæl í senn. Tað er jú sera torført at fylgja nóg væl við hes- um, tá mann sjálv spælir, og har umframt kundi Lotte eisini spæla nógv meira frígjørt í dag, enn hon hev- ur gjørt í undanfarnu dyst- unum. Hóast hon ikki dugir at siga, hvørt Dia verður við liðnum til komandi dystir- nar, so týkjast vónirnar hjá Kyndli um fleiri stig als ikki so kámar nú, sum tær hava verið. Tá vit at enda spyrja Erlu, um hon roknar við eini betri úrtøku kom- andi dystirnar, sýnir svarið eisini, at sjálvsálitið á leik- arum nú tykist batnað mun- andi. – Tað skulu vit altíð rokna við, tá vit fara á vøllin. At tað so ikki riggar hvørja ferð, er ein onnur søga, men vit fara so altíð eftir tveimum stigum, sigur hon at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Jórun Ludvig 6(1), Lotte Sørensen 5(2), Ann Hansen 4(1), Óluva Dals- gaard 3(1), Erla Smith 2, Anita Kjørbo 1, Jensia Petersen 1 Neistin: Súna Mørk 6, Katrin á Neystabø 5(1), Annika Thomsen 5(3), Ata Høgnadóttir 3, Mildrid Jacobsen 2, Birita Wardum 2, Susan Brockie 1 Brotskøst: Kyndil 6, Neist- in 5 Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 4 Dómarar úr Kyndli/Neist- anum: Hanus Kúrberg og Kristian Johansen Hóast Kyndil var liðið, sum hevði greiða yvirvág í spæli og møguleikum, so gjørdist talan um ein sera spennandi dyst móti Neistanum sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Talan var um tvey lið, sum bæði ætla sær sær heiðurs- merki í ár, sum hittust uppi á Hálsi sunnudagin. Bæði Neistin og Kyndil hava alt árið hildið til uppi móti bronsu- og silvurmerkjun- um, og nú kappingin nærk- ast endanum, var tí líkt til, at talan skuldi gerast um ein sera avgerandi dyst millum liðni bæði. Tað var tó nær við, at dyst- urin varð av ongum, tí nógvi kavin, sum hevur veirð kring landið, hótti við at útseta dystin, tí ásettu dómararnir ikki høvdu møguleika at koma. Trupulleikin varð tó loystur, soleiðis at Hanus Kúrberg úr Kyndli og Kristian Johansen úr Neist- anum vórðu settir at døma, og sum skilt á teimum, sum vóru vitni til dystin, komu teir báðir væl frá uppgávuni. Tað var eisini skjótt, at blóðið gjørdist heitt á leik- arunum, tí talan var at kalla alla tíðina um ein javnan dyst, har báðir partarnir gjørdi alt teir vóru mentir, til tess at vinna dystin. Longu eftir18 minuttum varð fyrstu ferð farið í reyvalumman eftir reyða kortinum, tá dómararnir mettu, at Janus Einar Sør- ensen royndi at hevna seg inn á Kára Mortensen, og fram móti endanum av dystinum, varð Hans Áki Dal Christiansen rikin av vølli fyri triðju ferð, so- leiðis at eisini hann fekk reytt kort. Sum sagt, so var talan alla tiðina um ein javnan dyst. Sum skilst, var talan tó ikki um tað heilt poler- aða hondbóltsspælið. Við- virkandi til hetta var eisini, at Neistin frá fyrsta bríksli fór sera langt út at verja, og serliga vóru tað Bjarna Wardum og Jónleif Sólsker, sum teir løgdu seg eftir. Tað var tó í stórum pørt- um av dystinum líkt til, at tað skuldi gerast Kyndil, sum fór avstað við sigrin- um. Eftir útvísingina av Janus Einari fingu teir fatur á rætta endanum, og tá farið varð til hálvleiks, høvdu teir vunnið sær eina tvey mála stóra leiðslu. Brendu ov nógv Seinna umfarið hótti Kynd- il beinan vegin við at rýma frá teimum bláu, men hvørja ferð teir høvdu møguleikan, so misnýttu kyndilsmenn. Uttan at nevna nøkur nøvn, frættist, at oknur av spælarunum hjá Kyndli átti at fari undir skotvenjing komandi vikurnar, ti ltess at tryggja, at slíkir málmøgu- leikar ikki verða misnýttir aftur. Tað tærnir sjálvsagt eisini til rós fyri neistamál- verjarnar, Levi og Lars, at kyndilsmenn høvdu so stórar trupulleikar av at skora, men fyrst og fermst verður sagt av Hálsi, at skotryndirnar ikki vóru nóg neyvar. Neistin misti møgueikan Orsakað av mongu mis- nýttu málmøguleikunum, hekk Neistin í Kyndli fram til seinastu løtu av dyst- inum, tá Hanus Jensen við einasta málinum hjá sær, avgjørdi dsytin við máli til 23-21. At Neistin skoraði eina ferð afturat, hevði lítið og einki at siga, og so kundu kyndilsmenn fegnast um, at teir aftur tykjast at hava fingið yvirtakið á grannunum. Við tapinum má Neistin roknast fyri at vera úti í dystinum um heiðursmerki. Í øllum førum í fyrstu atløgu, nú teir ikki kunnu røkka hinum liðunum eftir einum leikdegi. Nógv kann tó framvegis henda seinastu seks dystirnar, men at síggja til tók Kyndil eitt av- gerandi fet frá Neistanum sunudagin. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 9(5), Jónleif Sólsker 6, Hans Áki Dal Christiansen 3, Heini Bendtsen 2, Uni Wardum 2, Hanus JEnsen 1 Neistin: Jacob Jónsson 7, Ræni Slættanes 4, Kári Mortensen 3(1), Áki Mørk 3, Rune Møller 2, Ári Rouch 2, Ragnar Zacha- riasen 1 Brotskøst: Kyndil 5, Neist- in 1 Útvísingar: Kyndil 7, Neistin 8 Diskvalifikatiónir: Kyndil 2 (Eitt beinleiðis reytt og eina ferð 3X2 minuttir) Kyndil–Neistin 22–24 (12–12) Neistin nærkast heiðursmerkjum Kyndil–Neistin 23–22 (13–11) Kyndil gjørdi uppgávuna torføra Hans Áki Dal Christiansen mátti seimastu løtuna sita á beinkinum, meðan liðfelagarnir stríddust við at toga sigurin móti Neistanum heim