Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 6. mars 2001 19 gult cyan magenta svart 18 Nr. 45 - 6. mars 2001 gult cyan magenta svart Hetta vikuskiftið dystaðust hópur av flogbóltsliðum í stórari kapping á Giljanesi FLOGBÓLTUR Flogbóltsfelagið DRÀTT- UR hevur skipað fyri flog- bóltskapping fyri yngri lið hetta vikuskifti. 79 lið luttóku. Henda kappingin er síðsta steypakappingin av trimum, sum eru í hvørjum kappingarár, og nú er bert eftir at finna FM vinnarnar. FM kappingin fyri yngri lið verð í Havn 1. apríl. Gentur og dreingir spældu í 10 deildum sum eru Mans- og kvinnuunglingar, gentur og dreingir 16, gentur og dreingir 14, gentur og dreingir 12 og gentur og dreingir 9. Úrslitið hetta vikuskiftið gjørdist, at SÌ vann 4 kapp- ingar, Fleyr 2 kappingar, meðan Mjølnir, TB, Dráttur og KÌF vunni 1 kapping hvør. Myndir av vinnandi liðunum síggjast eisini á hesum síðum Fyri einstøku bólkarnar var úrslitið hetta: Gentur 9 1 Fleyr 2 Nøvan 3 KÍF Dreingir 9 1 SÍ 2 Fleyr Gentur 12 1 Mjølnir 2 SÍ 3 Dráttur Dreingir 12 1 SÍ 2 Fleyr 3 Mjølnir Gentur 14 1 TBa 2 SÍa 3 TBb Dreingir 14 1 SÍ 2 Mjølnir 3 TB Gentur 16 1 Dráttur 2 KÍF 3 SÍ Dreingir 16 1 SÍa 2 Fleyr 3 ÍF Kvinnuunglingar 1 KÍF 2 Dráttur 3 Fleyr Mansunglingar 1 Fleyr 2 SÍ 3 ÍF Flogbótlskapping hjá yngru liðunum Gentur 9 ár Dreingir 9 ár Gentur 12 ár Dreingir 12 ár Gentur 14 ár Dreingir 16 ár Kvinnuunglingar Mansunglingar Dreingir 14 ár Gentur 16 ár Mjølnir eru framvegis noyddar at vinna øll settini, og so bert vóhna, at Dráttur missir onku staðni á vegnum FLOGBÓLTUR, MEISTARADEILD KVINNUR Mjølnir leggur framvegis stórt trýst á Drátt. Hesi lið- ini eru í serflokki í meistaradeildini hjá kvinn- um, og kappingin millum tey er hørð. Liðini hava ongar dystir eftir hvørt ímóti øðrum, men allir aðrir dystir skulu vinnast 3- 0, tí liðini eru púra jøvn í settum. Fyrimunurin hjá Drátti er, at tær í innanhýsis dystunum við Mjølnir hava vunnið 10 sett, men Mjøln- ir hevur bara vunnið 9. Tað kann gerast endaligi mun- urin. So tætt hevur tað ongantíð verið fyrr. Mjølnir og ÍF spældu dyst fríggjadagin á Kambs- dali, og kravið til Mjølnir var, at dysturin skuldi vinn- ast 3-0. Tað megnaði Mjølnir eisini. ÍF hevði í tveimum teimum fyrstu settunum stórar trupulleik- ar við at fáa spælið at ganga. Leikararnir gjørdu nógvar villur, og móttøk- urnar vóru alt ov vánaligar. Mjølnir legði trýst á við hørðum servum, sum ÍF ikki megnaði at gera nakað við. Samanspælið millum Marjuna Kalsø og Tinu Jacobsen í Mjølni virkaði av besta slag, men annars gjørdi Mjølnir ikki so nógv burturúr, tað var ikki neyðugt. Í 3. setti gjørdi ÍF eitt stutt skifti ein vørr. Tær vunnu seg nøkur stig frá Mjølni fyrst í settinum og vóru frammanfyri 13-10. Móttøkurnar lógu í hesum settinum nógv betur og tað hevði við sær, at Helen á Lakjuni á miðjuni í ÍF kom við í spælið, og hennara skjótu smash góvu Mjølni trupulleikar. Men tað var ikki nógv mikið, tí Mjølnir hevur nógvar streingir at spæla á, og skjótt var eisini hetta settið vunnið. Sostatt lá trýstið aftur á Drátti, sum sunnudagin skuldi vinna 3- 0 á TB. Støðan, meistaradeild kvinnur Dystir Sett Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Dráttur 18 16 2 52 13 39 23 Mjølnir 18 16 2 51 12 39 23 ÍF 17 7 10 24 36 -12 11 TB 18 7 11 33 34 -1 10 Fleyr 17 6 11 21 39 -18 7 Fossánes 18 1 17 5 52 -47 2 Støðan, meistaradeild menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig ÍF 13 10 3 33 17 16 15 Fram 14 8 6 32 25 7 12 Mjølnir 13 9 4 33 18 15 11 Fleyr 13 6 7 22 24 -2 8 SÍ 13 0 13 3 39 -36 0 Allir (báðir) dystirnir í meistaradeild hjá monnum vóru avlýstir, eins og ÍF-Fleyr í MK) Aftur hesa ferð fekk Dráttur ein trý null sigur. Hesa ferð tað TB, sum var mót- støðuliðið FLOGBÓLTUR, MEISTARADEILD KVINNUR Dráttur og Mjølnir liggja framvegis púra jøvn á stigatalvuni, men tó er Dráttur enn hetta eina alt- avgerandi settið framman fyri Mjølnir, so framvegis eru tað vágagenturnar, sum kunnu avgera hvar FM- heitið endar í ár. Sunnudagin megnaði TB at koma vestur í Vágar, eftir ikki minni enn tríggjar royndir, tí koyrilíkindini vóru so vánalig, og vegurin var stongdur. Men tær komu fram, men megnaðu ikki at endurtaka orðini: “tær komu, tær sóu og tær sigraðu”, tí so góður var blíðskapurin í Vágum ikki. Dráttur, sum í løtuni hev- ur munin til Mjølnir við einum setti, kom eisini best frá byrjan í dystinum, og vann uttan trupulleikar fyrsta settið 25-15. Ein tann besti leikarin hetta settið var Dráttur- leikarin Herborg á Mýrini, sum loysti uppgávuna sera væl. TB sum eitt lið Men so kom vend í. TB fór brádliga at leika sum eitt lið, so onkur gullkorn man venjarin Virgar Djurhuus hava sagt í steðginum mill- um settini. TB legði seg á odda og førdi alt settið, og tað sást tíðiliga, at Dráttur- leikararnir sóðu gullheið- ursmerkini glíða spakuliga av hálsinum. TB leikti hetta settið sum ein væl samansjóðað eind, og tær vóru t.d. ikki at kenna aftur frá dystinum seinasta vikuskifti, tá tær vóru avsmurdar av Mjølni. Og serliga var tað TB- leikarin Annemie, sum við sínum góðu servu, legði mun millum liðini. Men eins og í steypa- finaluni, so kom Dráttur afturíaftur. Og hesaferð kláraðu tær at halda fast. Við endan av settinum komu tær upp á javnleik, og megnaðu eisini at vinna settið 25-22. Og gullið nærkaðist aftur. Eisini vandi á ferð í triðja Og aftur í triðja settið gjørdi TB ein vørr. Tær løgdu seg framum, men kláraðu ikki at halda fast. Dráttur hevði sett sær sum mál at vinna, og við m.a. góðum álopsspæli frá Marinu Popovich, vunnu tær triðja settið 25-20, og harvið dystin 3-0, og enn eitt stig nærri FM-heitin- um. Dráttur hevur nú bert tveir dystir eftir at leika, og teir eru ímóti Fleyr í Havn 11. mars og heima ímóti Fossánesi 17. mars. Ein uppgáva sum tær eiga at megna. Sum nevnt omanfyri, leikti TB-liðið sum ein eind hetta settið, og eingin skal takast burtur úr, men ein skal tó nevna tær góðu servurnar hjá Annemie, sum góvu Drátti stórar trupulleikar. Hjá Drátti vóru bestu leikararnir Herborg á Mýr- ini og Marina Popovich, sum leikti væl frammi við netið, men sum hevði ein vánaligan dag í verjuni. Harafturímóti leikti Helga Nordendal betri i verjuni sunnudagin, enn frammi við netið. Men samanumtikið ein uppiborðin sigur til vága- liðið. Dráttur– TB 3–0, (25–15, 25–22 og 25–20) Dráttur vinnur framvegis ÍF–Mjølnir 0–3(13–25, 16–25, 17–25) Mjølnir ger skyldu sína Kvinnurnar hjá Mjølni vunnu aftur 3-0, men spurningurin er, um hetta er nóg mikið til at røkka teimum hjá Drátti