týsdagur 6. mars 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 6. mars 2001
21
20
Nr. 45 - 6. mars 2001
Við sigri á kollfirð-
ingum avgjørdu
havnarmenn sjálvir
FM-heitið, sum teir
eisini vunnu í fjør, og
næsta kappingarár
umboðar Havnar
Telvingarfelag tvey lið
í 1. deild eftirsum 2.
deild eisini bleiv
vunnin av Havnini.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Stásiliga bygdarhúsið í
Hósvík varð karmur um
seinasta umfar í liðkapp-
ingini. Hesi seinastu árini
hava allar deildirnar telvað
seinasta umfar undir somu
lon, og hevur hetta eisini
verið til frama fyri spenn-
ingi og hugna.
Hildu høvdið kalt
Tað er altíð torført at skula
telva avgerandi dystir, og
júst hetta var dagskráin hjá
fimm av liðunum í fremstu
deild. Sandavágsmenn vóru
undan dystinum ímóti hval-
víkingum vísir í niðurflyt-
ing.
Serliga var nógv trýst á
havnarliðnum, sum vóru
tvey stig fremstir. Teir hittu
kollfirðingar sum heldur
óvæntað
høvdu
ongan
stórmeistara á liðnum.
Haldur Suni Johansen og
Hans Kristian Simonsen
leiktu varliga á fyrsta borði,
og tóku javnt í jøvnum
rókaendatalvi. Haldur Suni
telvaði sera varliga, hann
hevði helst ongan hug at
seta FM-heitið í vanda.
Haldur Suni hevur eins og
Herluf havt eina góða
seinnu helvt. Hans kristian
fekk sítt gjøgnumbrot í ár,
og serliga talvið ímóti John
Rødgaard sum hann vann
prógvar
júst
gjøgnum-
brotið.
Herluf Hansen sum í fjør
var toppskorari í liðkapp-
ingini hevur ikki verið
heppin í ár. Men í seinnu
helvt hevur eydna tó follin í
hansara lut og varð hann
sostatt mettur favorittur
ímóti Berhard Thomsen.
Herluf fekk eisini betri
støðu í byrjanarspælinum,
men sum hann sjálvur sigur
so varð hann ótolin tá hann
fór í eitt óneyvnt álop.
Bernhard vann talvið eftir
at Herluf møguliga átti at
fingið javnleikin í skjátt-
una.
Olaf Berg hevur telva
heilt væl í seinnu helvt, og
vann hann eisini leygar-
dagin sítt talv ímóti Karl L.
Johansen. Olaf vann sær
tvær finnur, og avviklaði til
eitt vunnið endatalv. Olaf
hevur verið álitið í ár hjá
havnarmonnum, og heldur
hann fram á hendan hátt
verður hann uttan iva heilt
skjótt at síggja í føroysku
talvelituni.
Fyrrverandi føroymeist-
arin Andrias Ziska hevur
telvað fýra talv í ár fyri
havnarmenn, og hevur hann
vunnið øll hesi. Sera flott tá
hugsað verður um at hann
hevur havt eina fimm ára
talvhvíld. Hann vann eitt
heldur óklárt talv ímóti
Alvin Joensen á fjórða
borði.
2,5-1,5 sigur til Havnina
og endaðu teir sostatt kapp-
ingina við sigri. Eitt skifti
lógu teir aftast, men við
einum blandingi av sterk-
um vilja og hjálp frá útiset-
anum Flóvin Tór Næs,
vendist gongdin og skjótt
lógu teir fremstir. Hetta má
sigast at vera ein flottur
endaspurtur hjá havnar-
monnum.
Ikki færri enn níggju
mans hava umboða vinn-
andi liðið hjá Havnini, og
hesir vóru Flóvin Tór Næs
1,5 stig av 3 møguligum,
Haldur S. Johansen 3/7,
Herluf Hansen 3_/10, Olaf
Berg 6,5/9, Suni Merki-
stein 2/3, Andrias Ziska
4/4, Jóhan E. Hansen 2/2,
Luitjen Apol _/1 og Súni
Ziska _/1.
Rani vann á Rødgaard
Hjá bæði vestmenningum
og klaksvíkingum var bara
eitt at gera, nevnliga at
vinna stórsigur. Hvørgin
fekk stórsigur, men klaks-
íkingar vunnu hinvegin ein
tepran 2,5-1,5 sigur.
Rani Nolsøe og John
Rødgaard hittust á fyrsta
borði. John hevði svarta
fólkið og svaraði sum vant
e4 við fronsku byrjanini,
e6. Rani telvaði ágangandi,
var kanska eitt sindur
óvarin. Rødgaard fekk góða
støðu, men var óansin og
tapti. Talvið teirra millum
er talvið hesa vikuna.
Steintór Rasmussen hev-
ur havt ein sera góð kapp-
ing, har hann einki hevur
tapt. Eitt nú javnleikurin
ímóti IM Leif Kristensen
var flottur. Fyrra talvið
ímóti Torbjørn Thomsen
endaði javnt, og bleiv eisini
hetta úrslitið í talvinum
teirra millum leygardagin.
Teir telvaðu ein ópresisan
sisilianara, har Torbjørn
fekk fyrimun. Men eins og í
fyrra talvinum skiftust teir
um fyrimunin, og javn-
leikur varð loksins úrslitið.
Torbjørn var álitið hjá vest-
menningum í ár, hann tapti
heldur einki talv í ár.
Tummas Martin Anthon-
iussen vann aftur, eftir at
hava tapt trý tey seinastu
talvini. Hann vann á John
Jacobsen. John hevði ann-
ars allar møguleikar í
byrjanarspælinum, men tók
ongan av hesum og tá
vendist gongdin, og Tumm-
as Martin vann sannfør-
andi. Sum heild fekk
Tummas eitt gott úrslit, 6,5
av tíggju og nógva rating
Útisetarnir
Finnbjørn
Vang og Terji Petersen vóru
heima og hjálpti ávíkavist
fyrsta - og øðrum liði hjá
klaksvíkingum. Finnbjørn
mátti tó taka til takkar við
einum tapi ímóti Petur
Højgaard. Finnbjørn leikti
ein feil tíðliga í talvinum
sum viðførdi at Petur fekk
øgiligt sentrum og vann tá
trygt.
Ein góður sigur hjá
klaksvíkingum, men alt ov
lítil tá FM-heitið viðvíkur.
Vestmenningar vóru mettir
sum favorittar undan kapp-
ingarbyrjan, men endaðu á
fjórða plássi, javnir við
klaksvíkingar, men vunnu
færri dystir enn teir har
norðuri.
Annað pláss til
hvalvíkingar
Við tryggum 3-1 sigri á
niðurflytararnum úr Sanda-
vági, endaðu hvalvíkingar á
einum heiðurligum øðrum
plássi. Teir hava havt nær-
um somu manning hvørt
umfar, nakað sum hini
feløgini ikki hava megna
serliga væl. Hjá sandavágs-
monnum varð bert heiðurin
at stríðast fyri. Teir kunnu
tó ikki vera heilt ónøgdir
við teimum fimtan stigun-
um teir fingu.
Torkil Nielsen, sum hev-
ur havt eina hampuliga
góða kapping, fekk einasta
stig
í
dystinum
hjá
sandavágsmonnum, tá hann
vann á Martin Brekká.
Martin kann heldur ikki
vera skuffaður yvir síni
úrslit í ár.
Gutti
Petersen
hevur
fingið ótrúlig úrslit í ár við
eitt nú javnleikinum ímóti
John Rødgaard, men ímóti
Finnbjørn
Zachariassen
bleiv uppgávan ov stór, og
tapti hann tískil.
Sámal Christiansen og
Gunnar Joensen á triðja og
fjórða borði vunnu somu-
leiðis á ávíkavist Hera
Christoffersen og Sonna
Nielsen.
Kappingin í ár hevur
verið merkt av at liðini hava
verið
óstøðug,
summi
meira enn onnur. Hinvegin
hevur tað eisini viðført at
sera javnt hevur verið, har
heili fimm lið kundu enda
ovast undan seinasta um-
fari.
Myndir av felagsumfar-
inum í Hósvík eru at síggja
á www.faroechess.com
2. deild
Havnin 2 lá alt kapping-
arárið í toppinum og hesi
seinastu umfarini hava teir
ligið trygt á odda. Teir lógu
hálvtannað stig fremstir
undan
dystinum
ímóti
Klaksvík, og vunnu hendan
dyst og endaðu teir tískil
loksins fremstir.
Lógin sigur at loyvt er at
hava í mesta lagið tvey lið
úr sama felagið í somu
deild, og hetta viðførir tí at
Havnin hevur tvey lið í
fyrstu deild næsta kapp-
ingarár. Klaksvíkingar og
kollfirðingar hava roynt
hetta fyrr uttan succes, og
spennandi verður at siggja
hvussu havnarmenn megna
hesa uppgávu.
Toftamenn taptu ímóti
gøtumonnum, men endaðu
kortini á øðrum plássi.
Gøta bleiv nummar trý.
Runavík við Ólavi Sim-
onsen á liðnum endaðu
heldur óvæntað á einum
fjórða plássi, meðan Havn-
in 3 var hálvtriðja stig
aftanfyri
Klaksvík,
og
mugu tí telva í 3 deild
næsta ár.
Vestmenningar
ovastir
Vestmenningar høvdu eitt
sterkt triðju deildarlið, og
teir vunnu eisini deildina
framanfyri Havnina, sum
annars nógv tey seinastu
árini hevur vunnið deildina.
Vestmanna 2 taptu seinasta
dystin, men vestmanna 3
bjargaði betra liðið úr
Vestmanna við at leika 2-2
ímóti havnini.
Klaksvíkingar blivu trygt
føroyameistarar í unglinga-
deildini og Havnin bleiv
nummar tvey.
Í FM-liðkappingini fyri
børn undir sekstan ár, vann
Havnin framanfyri klaks-
víkingar, Gøtu og Toftir.
Havnar Telvingarfelag føroyameistarar
John Rødgaard og Rani Nolsøe telvaðu eitt sera áhugavert talv, sum vit eisini hava valt sum
talvið hesa vikuna
Havnar Telvingarfelag vann kappingina í fyrstu deild. Frá
vinstru eru tað Haldur S. Johansen, Herluf Hansen, Olaf Berg,
Andrias Ziska og Suni Merkistein
Myndir frá FM: Sveinur Thomassen
Havnar talvfealg vann eisini kappingina í aðru deild. Frá vinstru eru tað Rani Nolsøe (TSF
forma?ur) Michael Jensen, Jógvan Næs, Jóhan Gaard, Suni M og Jóannes Guttesen, sum eisini
er HT formaður
Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
Gary Kasparov prógvar
veruliga í Linares hví
hann enn er mettur sum
heimsins besti telvari.
Hann hevur nevnliga
undan tveimum teimum
seinastu
umførunum
seks stig av átta møgu-
ligum. Judit Polgar kem-
ur næst í røðini, men
bert við fýra stigum.
Kasparov skal tí bert
hava
hálvt
stig
av
tveimum, og hesir mót-
støðumenn verða Kar-
pov og Grischuk. Shirov,
Karpov og Leko liggja
allir á deildum fjórða og
aftasta plássi við hálv-
umfjórða stigi.
Sunnudagin
vann
Kasparov á Shirov, Kar-
pov vann á Polgar, hans-
ara fyrsta í kappingini,
og Leko og Grischuk
leiktu javnt.
1. Deild
HT-KT 2.5-1.5
1. Haldur S. Johansen (2030) -
Hans K. Simonsen (1785)
0.5-0.5
2. Herluf Hansen (2020) - Bernhard Thomsen (2015)
0-1
3. Olaf Berg (1815) - Karl L. Johansen (1720)
1-0
4. Andrias Ziska (1970) - Alvin Joensen (1600)
1-0
TFS-ST 3-1
1. Martin Brekká (2070) - Torkil Nielsen (2055)
0-1
2. Finnbjørn Zachariasen (2045) - Gutti Petersen (1575)
1-0
3. Sámal Christiansen (1845) - Heri Christoffersen (1630)
1-0
4. Gunnar Joensen (1845) - Sonni Nielsen (1745)
1-0
VT-KTF 1.5-2.5
1. IM John Rødgaard (2335) - Rani Nolsøe (2170)
0-1
2. Torbjørn Thomsen (2220) -
Steintór Rasmussen (2055)
0.5-0.5
3. John Jacobsen (1915) - Tummas M. Anthoniussen (1900) 0-1
4. Dánjal P. Højgaaard (1840) - Finnbjørn Vang (1845)
1-0
Endaliga støðan
1. HT, Tórshavn
6-3-1
23,5
2. TFS, Hvalvík
4-2-4
21,0
3. KTF, Klaksvík
4-2-4
20,5
4. VT, Vestmanna
3-3-4
20,5
5. KT, Kollafjørður 4-2-4
19,5
6. ST, Sandavágur
1-4-5
15,0
2. Deild
HT 3-RT 1.5-2.5
1. Sigurð Justinussen (1705) - Ólavur Simonsen (2200)
0-1
2. Jeffri Justinussen (1715) - Brandur Jacobsen (1710)
0.5-0.5
3. Jón Andreasen (1635) - Eyðun Lamhauge (1610)
0-1
4. Jóannes Guttesen (1505) - Dánjal P. Jensen
1-0
KTF 2-HT 2 1.5-2.5
1. Terji Petersen (2080) - Suni Merkistein (1980)
1-0
2. Petur H. Poulsen (1830) - Jóhan Gaard (1820)
0-1
3. Esbern Christiansen (1605) - Michael Jensen (1800)
0-1
4. Egil Finnson - Jógvan Næs (1680)
0.5-0.5
TT-GT 1.5-2.5
1. Jens K. Hansen (2140) - Jónfinn Thomsen (1850)
1-0
2. Helgi Joensen (1735) - John Joensen (1725)
0-1
3. Wenzil Højgaard (1735) - Reinhold Isaksen (1725)
0.5-0.5
4. Justines Hansen (1680) - Jákup F. Joensen (1690)
0-1
Endaliga støðan
1. HT
2 9-1-0
26,0
2. TT
6-1-3
23,5
3. GT
4-0-6
21,0
4. RT
5-0-5
20,0
5. KTF
2 3-0-7
16,0
6. HT
3 2-0-8
13,5
3. Deild
VT 2-Rókur 1.5-2.5
1. Kári O. Durhuus (1770) - Petur Sumberg (1635)
0-1
2. Jón Mikkelsen (1665) - Árni M. Dam
1-0
3. Jákup á R. Andreasen (1640) - Karl M.S. Jensen (1240) 0-1
4. Jákup Durhuus (1630) - Bergur Johannesen (1330)
0.5-0.5
KTF 3-KT 2 1-1
1. Vagn Heldarskarð (1470) - Hans J. Petersen (1805)
0-1
2. Jan Simonsen (1315) - Árant Djurhuus (1000)
1-0
3. møtti ikki - møtti ikki
0-0
4. møtti ikki - møtti ikki
0-0
HT 4-VT 3 2-2
1. Suni Jacobsen (1675) - Joen P. Johannesen (1475)
1-0
2. Frants Eliassen (1420) - Niels O. Durhuus (1390)
1-0
3. Herfinn Seloy (1120) - Virgar Hansen
0-1
4. Arnbjørn Dalsgarð - Hanus I. Hansen (1195)
0-1
Endaliga støðan
1. VT
2 7-0-3
28,0
2. HT
4 7-2-1
26,5
3. KT
2 5-1-4
23,0
4. VT
3 3-2-5
15,0
5. Rókur
3-0-7
13,0
6. KTF
3 2-1-7
12,5
Unglingar
HT 2-KTF 2-2
1. Bjørgvin Lenvig - Ingolf Gaard (1770)
0-1
2. Tróndur Olsson - Atli Jacobsen (1290)
0-1
3. Andri Lenvig - møtti ikki
1-0
4. Pætur Johannesen - Danny Tómasson
1-0
Endaliga støðan
1. KTF
2-2-0
12,0
2. HT
1 2-0-2
7,5
3. HT
2 0-2-2
4,5
4. KT
0-0-0
0,0
Dreingir
GT - TT 3-1
1. Jóhan Eliasen - Andrias W. Danielsen
1-0
2. Sam Jacobsen - Clæmint Clementsen
1-0
3. Heri Thomsen - Petur M. Magnussen
1-0
4. Dia Guttesen - Jóan S. Edmundson
0-1
HT - KTF 2.5-1.5
1. Jákup D. Joensen - Rani Tómasson
0.5-0.5
2. Rasmus Johannesen - Ebbe Petersen
1-0
3. Fríbjartur Olsen - Rógvi Dragaberg
0-1
4. Rógvi Mortensen - Berint Kalsø
1-0
TT - KTF 0-4
1. Andrias W. Danielsen - Rani Tómasson
0-1
2. Clæmint Clementsen - Ebbe Petersen
0-1
3. Petur M. Magnussen - Rógvi Dragaberg
0-1
4. Jóan S. Edmundson - Berint Kalsø
0-1
GT - HT 0-4
1. Jóhan Eliasen - Jákup D. Joensen
0-1
2. Sam Jacobsen - Rasmus Johannesen
0-1
3. Heri Thomsen - Fríbjartur Olsen
0-1
4. Benjamin Hansen - Rógvi Mortensen
0-1
KTF - GT 1-3
1. Rani Tómasson - Jóhan Eliasen
1-0
2. Ebbe Petersen - Sam Jacobsen
0-1
3. Rógvi Dragaberg - Dia Guttesen
1-0
4. Berint Kalsø - Benjamin Hansen
1-0
TT - HT 0-4
1. Andrias W. Danielsen - Jákup D. Joensen
0-1
2. Clæmint Clementsen - Rasmus Johannesen
0-1
3. Petur M. Magnussen - Fríbjartur D. Olsen
0-1
4. Jóan S. Edmundson - Rógvi Mortensen
0-1
Endaliga støðan
1. HT
3-0-0
10,5
2. KTF
2-0-1
8,5
3. GT
1-0-2
4,0
4. TT
0-0-3
1,0
Talvið hesa vikuna
Rani Nolsøe 2170 - IM John Rødgaard 2335
FM Liðkappingin (10), 03.03.2001
1.e4 e6 Fronsk byrjan 2.d4 d5 3.Nc3 Bb4 4.e5 Ne7
5.a3 Bxc3+ 6.bxc3 c5 7.h4!? Qc7 8.Rh3 b6 9.h5 h6
10.a4 Rani kennir seg hava tíð at útseta útviklingina
10...Ba6 11.Bd2 Bxf1 12.Kxf1 Nbc6 13.Qg4 Rg8
14.Qf4 Na5 Rødgaard hevur gott spæl frúgvamegni,
og stendur nakað betur 15.Ne2 Rc8 16.g4 cxd4
17.Rf3 Nec6 [17...Nc4! 18.cxd4 (18.Qxf7+ Kd7 og
svartur vinnur) 18...Nxd2+ og Rani missur c-
finnuna] 18.cxd4 Nc4 19.g5 hxg5 20.Qxg5 Qe7
21.c3 Qxg5 22.Bxg5 Rh8 23.Ng3 N6a5 Ne7 var
eisini ein møguleiki, tann trygga loysnin 24.Ke2
Rc7 25.h6 gxh6 26.Rh1 Nb2 27.Nh5 einasti leikur
sum kann brúkast hjá Rana 27...Kd7 28.Rxf7+ Kc8
29.Rxc7+ Kxc7 30.Bf6 Rh7 Rani hevur nú fyrimun,
eftir at hava staðið verri 31.Ra1 Nc6 32.Kf3 Nc4
33.Kg4 [33.Bg7 betri] 33...Ne7 34.Nf4 Kd7 35.Kh5
Nd2? [35...Rf7 einasti leikur, sum eisini kundi givið
svørtum remiskjansir]
36.Ng6! nú vinnur hvítur, riddarin hóttir eisini skák
á f8 36...Rf7?! [36...Nxg6 37.Kxg6 Re7 38.Bxe7
tapir sjálvsagt eisini, men at missa býtismun er betri
enn at geva mann] 37.Nxe7 Ne4 38.Ng6 Nxf6+
39.exf6 Rxf6 40.Ne5+ Kd6 41.f3 Rf8 42.Rg1 Rc8
43.Rg7 Rc7 44.Rxc7 Kxc7 45.Kxh6 a5 46.Nd3 b5
47.Kg5 bxa4 48.Kf6 a3 49.Nc1 Kd6 50.Na2 Kc6
51.Kxe6 Kb5 52.Kxd5 Ka4 53.Nc1 og Rødgaard
gavst 1-0
Kasparov vinnur
Linares
Nógv stóð á telvarunum, tá
seinasta umfarið í FM
kappingini var á skránni um
vikuskiftið