mánadagur 14. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Atli mátti lúta í Kolding
Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem fingu einki
stig við sær heimaftur úr Kolding í gjár. Dysturin
endaði við 3-0 sigri til Kolding, sum hevði verið á
odda 1-0 í hálvleikinum. Sambært heimasíðuni hjá
Frem hevur felagið sera ilt við at vinna dystir í
Jútlandi, og eisini hesaferð endaði tað við tapi. Atli
Danielsen spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum
hjá Frem. Gunnar Nielsen var ikki við í hópinum
hesaferð.
James leingir við
Portsmouth
Aftasti skansi hjá Portsmouth er tryggjaður komandi trý
árini. Málmaðurin David James hevur valt at leingja
sáttmálan við felagið, sum hann kom til síðsta summar.
James hevur saman við Sol Campbell átt størstu æruna av
góða kappingarárinum hjá felagnum í ár, har teir framvegis
hava eitt Uefa Cup-pláss at leika fyri.
36 ára gamli David James hevur áður vart málið hjá
Liverpool, Aston Villa og Manchester City, umframt at
hava spælt nakrar dystir fyri enska landsliðið.
– Øgiliga
stórt
Erling Jacobsen kom
inn av beinkinum, skor
aði og gjørdist match
vinnari.
– Tað var øgiliga
stórt at koma inn og
avgera dystin, tí eg sat
spentur og bíðaði eftir
at koma inn, segði fegni
Erling Jacobsen aftaná
dystin, har hann eisini
staðfesti týdningin av
sigrinum.
– Hatta var øgiliga
viktugt. Serliga nú vit
hava tapt tveir dystir á
rað. Eg haldi at vit vístu
nógv meiri og kempaðu
meiri fyri tí, enn vit
hava gjørt undanfarnu
dystirnar, og eg haldi,
at sigurin var uppiborin,
metti Erling Jacobsen.
– Katastrofa
Liðformaðurin hjá KÍ,
Heðin á Lakjuni, var alt
annað enn nøgdur, tá
vit eftir dystin spurdu
hann, um eitt 3-2 tap
fyri GÍ á heimavølli var
eitt nøktandi úrslit hjá
KÍ.
– Nei, nei. Tað er ein
katastrofa, at vit tapa á
heimavølli. Hetta er
ikki nóg gott. Vit fáa
eitt mál beinanvegin,
men lova teimum so
innaftur.
Heðin á Lakjuni sig
ur, at nú ræður um at
líta framímóti steypa
dystinum
hósdagin,
sum skal vinnast, og
hann metir heldur ikki,
at teir eru endaliga úti í
stríðnum um fremru
plássini.
– Sjálvandi eru vit
ikki úti enn, men beint
nú mugu vit hyggja nið
ureftir og síggja hvør er
undir okkum. Síðani
skulu vit vinna næstu
dystirnar, og so vóna
vit, at vit kunnu hyggja
upp eftir aftur, sigur
Heðin á Lakjuni, liðfor
maður hjá KÍ.
Bæði í dystinum og á
stigatalvuni yvirhál
aði GÍ KÍ í gjár. GÍ var
aftanfyri men kom
seg fram um við
einum málið. KÍ
javnaði so aftur, men
so setti GÍ ferðina
upp og fór fram og
vann 3-2, sum aftur
merkti eina yvirhál
ing á stigatalvuni
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
589 áskoðarar vóru og
hugdu eftir dystinum mill
um KÍ og GÍ í gjár. Tað upp
lýsti stadionspeakarin. Hes
ir gott hálvttúsund áskoðarar
sóu fimm mál – av teimum
var eitt serstakliga flott,
men annars var talan um
ein hálvvánaligan dyst, sum
GÍ í síðsta enda vann við
trimum málum móti tveim
um.
Orsøkin til sigurin tóktist
at vera, at GÍ at kalla gjøg
num allan dystin vóru eitt
fet frammanfyri KÍ. Eitt
sindur grammari og eitt
sindur arbeiðssamari. Klaks
víkingar vóru hinvegin full
komiliga uttan hugflog, og
tá teir ikki megnaðu matcha
stríðsviljanum hjá GÍ, so
var einki at siga til, at teir
taptu.
Tvær ferðir Clapson
KÍ fekk annars best hugs
andi byrjanina upp á dystin,
tá Paul Clapson eftir bara
tveimum minuttum lyfti
bóltin upp um Geza Turi,
eftir at Kristian á Lakjuni
fangaði eina sending tvørtur
um vøllin, setti fer á niðan
eftir og spældi onglendingin
leysan.
Næsta hálva tíman hendi
so at siga einki. GÍ var nær
við, tá Sverri Jacobsen
sendi eitt frípsparksinnlegg
frá Sámal Joensen beint
upp um, men hesaferð var
eydnan ikki við gøtumonn
um, sum høvdu víst frægari
spæl enn klaksvíkingar.
Hóast leikliga yvirvág,
gekk illa at spæla seg fram
til málmøguleikar. Kortini
eydnaðist tað GÍ at skora,
tá Símun Luis Jacobsen
sendi ein høgan bólt niðan
móti Meinhard Joensen í
KÍ-málinum. Bólturin støkk
í svørðin skamt uttan fyri
brotsteigin, og síðani setti
Pól Jóhannus Justinussen
høvdið á hann. Meinhard
Joensen veittraði bóltin á
stongina, men vespan hjá
skurunum var skjót á retur
inum og prikaði hann í net
ið.
Tíggju
minuttir
vóru
spældir av seinna hálvleiki,
tá Poul Ennigarð og GÍ yvir
hálaði KÍ. Hetta var eftir
hornaspark, har vælvaksni
verjuleikarin stútaði bóltin
í netið, eftir at tveir aðrir
høvdu roynt seg uttan held.
Tað gingu tó bert nakrir
fáir minuttir, áðrenn KÍ
fekk GÍ aftur og javnaði. Í
álopi misskilja klaksvíking
ar hvønn annan og spæla
bóltin burtur. Málverjin
Geza Turi kemur út eftir
leysan bóltinum, men hann
og verjuleikarin tosa ikki
nóg væl saman, so bólturin
endar úti til innkast. Væl
leikandi
Høgni
Madsen
tveitti innfyri og inni í brots
teiginum lá Paul Clapson
skerflatur í luftini og flukt
aði hann bóltin í netið. Eitt
serstakliga flott mál frá
amerikumanninum hjá KÍ.
Eitt mál, sum kundi
tryggja KÍ eina stigi, og
tjúgu minuttir inn í seinna
hálvleiki var um reppið, at
sami maður tryggjaði KÍ
trý stig, men Geza Turi kom
væl út og tók bóltin frá púra
leysan Clapson.
Avgerandi útskifting
Nakað væl inn í seinna hálv
leik valdi Tony Paris at taka
Høgna Madsen út. Fuglfirð
ingurin hevði annars spælt
væl í miðverjuni allan fyrra
hálvleik, og í seinna hálv
leiki hevði hann stríðst fyri
myndarliga í miðvøllinum.
Hann lat týðuliga koma til
sjóndar, at hann var alt ann
að enn nøgdur við útskift
ingina. Í hansara stað kom
Marek Vierzbicki, og hann
hevði ikki verið nógva
minuttir á vøllinum, tá hann
misti bóltin til Sámal Joen
sen, sum sendi innskifta
Erling
Jacobsen
avstað.
Hesin sendi fyrst bóltin hart
og flatt á málverjan, men
returin setti hann trygt und
ir nettakið.
Býttu um pláss
Soleiðis fullu málini í Klaks
vík og satt at siga, er heldur
ikki nógv annað at skriva
um hagani. Eftir dystin ber
til at staðfesta, at klaksvík
ingar ikki bert vóru yvirhál
aðir av GÍ á vøllinum, men
eisini á stigatalvuni. Ein
kærkomin sigur til GÍ, sum
við hesum hálaði seg leysan
av niðurflytingarstrikuni.
Hjá klaksvíkingum sær
straks verri út. Teir liggja
nú har GÍ lá á einum áttanda
plássi. Hetta er meiri enn
hvat vanligi klaksvíkingurin
kann góðtaka, og spurning
urin er hvussu leingi nevnd
in í KÍ kann liva við, at lið
teirra, sum skal kappast
millum tey fremstu um tvey
ár, í løtuni liggur beint om
an fyri niðurflytingarmark
ið.
KÍ – GÍ 2-3 (1-1):
GÍ yvirhálaði KÍ
GÍ
KÍ
589 áskoðarar vóru til dystin og sóu fimm mál, – av teimum var eitt serstakliga flott, men annars var talan um ein hálvvánaligan dyst, sum GÍ í síðsta enda vann
við trimum málum móti tveimum
Mynd: Norðlýsið