Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 91 - 14. mai 2007 ] Atli mátti lúta í Kolding Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem fingu einki stig við sær heimaftur úr Kolding í gjár. Dysturin endaði við 3-0 sigri til Kolding, sum hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Sambært heimasíðuni hjá Frem hevur felagið sera ilt við at vinna dystir í Jútlandi, og eisini hesaferð endaði tað við tapi. Atli Danielsen spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum hjá Frem. Gunnar Nielsen var ikki við í hópinum hesaferð. James leingir við Portsmouth Aftasti skansi hjá Portsmouth er tryggjaður komandi trý árini. Málmaðurin David James hevur valt at leingja sáttmálan við felagið, sum hann kom til síðsta summar. James hevur saman við Sol Campbell átt størstu æruna av góða kappingarárinum hjá felagnum í ár, har teir framvegis hava eitt Uefa Cup-pláss at leika fyri. 36 ára gamli David James hevur áður vart málið hjá Liverpool, Aston Villa og Manchester City, umframt at hava spælt nakrar dystir fyri enska landsliðið. – Øgiliga stórt Erling Jacobsen kom inn av beinkinum, skor- aði og gjørdist match- vinnari. – Tað var øgiliga stórt at koma inn og avgera dystin, tí eg sat spentur og bíðaði eftir at koma inn, segði fegni Erling Jacobsen aftaná dystin, har hann eisini staðfesti týdningin av sigrinum. – Hatta var øgiliga viktugt. Serliga nú vit hava tapt tveir dystir á rað. Eg haldi at vit vístu nógv meiri og kempaðu meiri fyri tí, enn vit hava gjørt undanfarnu dystirnar, og eg haldi, at sigurin var uppiborin, metti Erling Jacobsen. – Katastrofa Liðformaðurin hjá KÍ, Heðin á Lakjuni, var alt annað enn nøgdur, tá vit eftir dystin spurdu hann, um eitt 3-2 tap fyri GÍ á heimavølli var eitt nøktandi úrslit hjá KÍ. – Nei, nei. Tað er ein katastrofa, at vit tapa á heimavølli. Hetta er ikki nóg gott. Vit fáa eitt mál beinanvegin, men lova teimum so innaftur. Heðin á Lakjuni sig- ur, at nú ræður um at líta framímóti steypa- dystinum hósdagin, sum skal vinnast, og hann metir heldur ikki, at teir eru endaliga úti í stríðnum um fremru plássini. – Sjálvandi eru vit ikki úti enn, men beint nú mugu vit hyggja nið- ureftir og síggja hvør er undir okkum. Síðani skulu vit vinna næstu dystirnar, og so vóna vit, at vit kunnu hyggja upp eftir aftur, sigur Heðin á Lakjuni, liðfor- maður hjá KÍ. Bæði í dystinum og á stigatalvuni yvirhál­ aði GÍ KÍ í gjár. GÍ var aftanfyri men kom seg fram um við einum málið. KÍ javnaði so aftur, men so setti GÍ ferðina upp og fór fram og vann 3­2, sum aftur merkti eina yvirhál­ ing á stigatalvuni FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 589 áskoðarar vóru og hugdu eftir dystinum mill- um KÍ og GÍ í gjár. Tað upp- lýsti stadionspeakarin. Hes- ir gott hálvttúsund áskoðarar sóu fimm mál – av teimum var eitt serstakliga flott, men annars var talan um ein hálvvánaligan dyst, sum GÍ í síðsta enda vann við trimum málum móti tveim- um. Orsøkin til sigurin tóktist at vera, at GÍ at kalla gjøg- num allan dystin vóru eitt fet frammanfyri KÍ. Eitt sindur grammari og eitt sindur arbeiðssamari. Klaks- víkingar vóru hinvegin full- komiliga uttan hugflog, og tá teir ikki megnaðu matcha stríðsviljanum hjá GÍ, so var einki at siga til, at teir taptu. Tvær ferðir Clapson KÍ fekk annars best hugs- andi byrjanina upp á dystin, tá Paul Clapson eftir bara tveimum minuttum lyfti bóltin upp um Geza Turi, eftir at Kristian á Lakjuni fangaði eina sending tvørtur um vøllin, setti fer á niðan eftir og spældi onglendingin leysan. Næsta hálva tíman hendi so at siga einki. GÍ var nær við, tá Sverri Jacobsen sendi eitt frípsparksinnlegg frá Sámal Joensen beint upp um, men hesaferð var eydnan ikki við gøtumonn- um, sum høvdu víst frægari spæl enn klaksvíkingar. Hóast leikliga yvirvág, gekk illa at spæla seg fram til málmøguleikar. Kortini eydnaðist tað GÍ at skora, tá Símun Luis Jacobsen sendi ein høgan bólt niðan móti Meinhard Joensen í KÍ-málinum. Bólturin støkk í svørðin skamt uttan fyri brotsteigin, og síðani setti Pól Jóhannus Justinussen høvdið á hann. Meinhard Joensen veittraði bóltin á stongina, men vespan hjá skurunum var skjót á retur- inum og prikaði hann í net- ið. Tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá Poul Ennigarð og GÍ yvir- hálaði KÍ. Hetta var eftir hornaspark, har vælvaksni verjuleikarin stútaði bóltin í netið, eftir at tveir aðrir høvdu roynt seg uttan held. Tað gingu tó bert nakrir fáir minuttir, áðrenn KÍ fekk GÍ aftur og javnaði. Í álopi misskilja klaksvíking- ar hvønn annan og spæla bóltin burtur. Málverjin Geza Turi kemur út eftir leysan bóltinum, men hann og verjuleikarin tosa ikki nóg væl saman, so bólturin endar úti til innkast. Væl- leikandi Høgni Madsen tveitti innfyri og inni í brots- teiginum lá Paul Clapson skerflatur í luftini og flukt- aði hann bóltin í netið. Eitt serstakliga flott mál frá amerikumanninum hjá KÍ. Eitt mál, sum kundi tryggja KÍ eina stigi, og tjúgu minuttir inn í seinna hálvleiki var um reppið, at sami maður tryggjaði KÍ trý stig, men Geza Turi kom væl út og tók bóltin frá púra leysan Clapson. Avgerandi útskifting Nakað væl inn í seinna hálv- leik valdi Tony Paris at taka Høgna Madsen út. Fuglfirð- ingurin hevði annars spælt væl í miðverjuni allan fyrra hálvleik, og í seinna hálv- leiki hevði hann stríðst fyri- myndarliga í miðvøllinum. Hann lat týðuliga koma til sjóndar, at hann var alt ann- að enn nøgdur við útskift- ingina. Í hansara stað kom Marek Vierzbicki, og hann hevði ikki verið nógva minuttir á vøllinum, tá hann misti bóltin til Sámal Joen- sen, sum sendi innskifta Erling Jacobsen avstað. Hesin sendi fyrst bóltin hart og flatt á málverjan, men returin setti hann trygt und- ir nettakið. Býttu um pláss Soleiðis fullu málini í Klaks- vík og satt at siga, er heldur ikki nógv annað at skriva um hagani. Eftir dystin ber til at staðfesta, at klaksvík- ingar ikki bert vóru yvirhál- aðir av GÍ á vøllinum, men eisini á stigatalvuni. Ein kærkomin sigur til GÍ, sum við hesum hálaði seg leysan av niðurflytingarstrikuni. Hjá klaksvíkingum sær straks verri út. Teir liggja nú har GÍ lá á einum áttanda plássi. Hetta er meiri enn hvat vanligi klaksvíkingurin kann góðtaka, og spurning- urin er hvussu leingi nevnd- in í KÍ kann liva við, at lið teirra, sum skal kappast millum tey fremstu um tvey ár, í løtuni liggur beint om- an fyri niðurflytingarmark- ið. KÍ – GÍ 2-3 (1-1): GÍ yvirhálaði KÍ GÍ KÍ 589 áskoðarar vóru til dystin og sóu fimm mál, – av teimum var eitt serstakliga flott, men annars var talan um ein hálvvánaligan dyst, sum GÍ í síðsta enda vann við trimum málum móti tveimum Mynd: Norðlýsið