mánadagur 14. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Rivaldo givin í Olympiakos
Grikska meistarafelagið, Olympiakos, má nú siga farvæl
við eina av sínum avgjørt størstu stjørnum, eftir at Rivaldo
um vikuskiftið boðaði frá, at hann gevst í felagnum. Bólt
snillingurin hevur í longri tíð verið ósamdur við formannin í
felagnum, Sokrates Kokkalis. Hetta førdi við sær, at næstan
tvær vikur langar sáttmálasamráðingar í gjár steðgaðu. Hes
um boðaði Rivaldo sjálvur frá, tá ið hann í gjár helt ein væl
vitjaðan tíðindafund í Athen. Olympiakos hevur tó okkurt
at frøast yvir, eftir at teir eru blivnir grikskir meistarar fyri
fleiri leikumførum síðan. Rivaldo hevur tó sýtt fyri at koma
til veitsluna, sum verður eftir seinasta leikumfar í morgin.
Lyngby fekk ikki mál
Oddaliðið í donsku 1. deild, Lyngby, mátti í
gjár lúta á heimavølli ímóti Fredericia. Úrslitið
av dystinum gjørdist 2-0 til Fredercia. Lyngby
hevði annars gott tak á dystinum, og liðið
skapti eisini fleiri góðar kjansir, men mál
fingu teir ikki. Christian Lamhauge Holst var
ein av álopsspælarunum, men hann megnaði
heldur ikki at skora. Hóast tapið liggur Lyngby
framvegis væl á odda í donsku 1. deild, nú tað
resta sjey umfør.
Tað gongur
rætta vegin
Oddbjørn Joensen, AB
venjarin, harmaðist um,
at tað ikki hevði eydnast
teimum at javna:
- Vit samanspæla nýtt
lið, og tað gongur støð
ugt rætta vegin. Vit eru
uppflytarar á útivølli
ímóti liði, sum ætlar
sær at vinna FM, men
munurin er ikki serliga
eyðsýndur, heldur AB
venjarin, sum rósar sín
um spælarum fyri fínan
hugburð.
Liðformaðurin, Jákup
Martin Joensen endaði á
skaðastovuni eftir tveir
ógvusligar samanbrestir í
luftini, Hann hevði nógva
pínu í økslini, og teir vóru
bangnir fyri, at okkurt
var brotið. Eftir vitjanina
á Landssjúkrahúsinum
varð staðfest, at einki er
brotið.
Ov nógv upp
og niður
NSÍ álopsspælarin Jón
hard Frederiksberg fegn
aðist um, at tað hevði
eydnast heimaliðnum
at vinna øll stigini:
- Skulu vit hugsa um
at vera við í kappingini
í toppinum, so mugu vit
vinna sovornar dystir. Vit
høvdu bóltin meiri, enn
mótstøðumenninir høvdu
bóltin. Vit spæla okkum
eisini til møguleikar,
men vit fáa ikki nóg stóra
úrtøku.
Jónhard heldur, at
spælið var ov nógv upp
og niður:
- Vit eru fleiri nýggir
á liðnum, og tað tekur
sína tíð at samanspæla
liðið. Í løtum hekk tað
væl saman við góðum
kombinatiónum, men
aðrar løtur gera vit ov
nógv mistøk. Um vit
vóru óhepnir, so vóru
teir frammanfyri 2-0,
áðrenn vit fingu mál,
men tað hevði verið mest
sum ov nógv av tí góða,
heldur fyrrverandi Skála
spælarin, sum síðani hann
flutti til NSÍ hevur skorað
eitt mál í landskappingini
– ímóti Skála!
NSÍ tryggjaði sær
væntaða sigurin á AB,
men avrikið hjá argja
monnum boðaði ikki
frá, at teir ætla sær at
geva skarvin yvir
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Lagið er gott í Runavíkar
kommunu. 50 ára føðingar
dagsbarnið, sum tey øll halda
so nógv av og ynskja alt tað
besta, syrgdi sunnukvøldið
fyri, at vónin um glæsiliga
runda føðingardagsgávu er
ljóslivandi.
Eftir uppgerðina ímóti
uppflytarunum av Argjum
vóru trý stig afturat sett inn
á kontina, sum er vorðin so
mikið tung, at tað røkkur til
bronsupláss.
NSÍ hevði ímóti AB breidd
ina og tyngdina, sum tað
eigur at verða roknað við,
at lið við nógvum royndum
monnum í fremstu røð hevur,
tá ið mótstøðuliðið er nýtt í
fremstu røð og fyri tað mesta
mannað við spælarum, sum
ikki hava royndir frá Formula
fótbólti.
Men tað var neyðugt hjá
heimaliðnum at arbeiða fyri
søkini. AB stríddist manni
liga, og gestirnir fingu eyka
orku, tá ið tað eydnaðist at
fáa fyrsta málið. Dómarin
metti, at Óli Hansen fór
um markið í nærdystinum
við Súna Fríða Barbá, tá ið
hornaspark varð lagt innfyri,
og AB toppskjúttin umsetti
sjálvur úr ellivu metrum.
Um tað hevði vitað heilt
væl við hjá AB, so hevði
leiðslan verið tvífaldað mið
skeiðis í 1. hálvleiki. Langt
diagonalskift úr høgru til
Hanus Jacobsen, sum sneiddi
framvið tveimum, áðrenn
hann smekkaði flatt innfyri
málið, har Súni Fríði var á
rætta staðnum í røttu løtuni,
men bólturin fór upp um
málið.
AB varð skert, tá ið lið
formaðurin Jákup Martin
Joensen noyddist at taka
seg av vøllinum. Men vara
liðformaðurin Rani D.
Christiansen tók saman við
Pæturi Jørgensen miðvall
arábyrgdina á seg og var
sera eyðsýndur. Morten
Overgaard var raskur í mið
verjuni, Súni Fríði var støðug
álopshóttan, og 17 ára gamli
Rógvi Poulsen sýndi fínar
dygdir í høgru. Tá ið NSÍ
síðtu løtuna hevði hug at
toga í hondbremsuna var
nakrar ferðir um reppið, at
tað eydnaðist AB at javna,
men tað bleiv ikki meiri enn
nær við og næstan. AB vildi
vera við, at brotsspark var
gjørt ímóti innskifta Hendriki
Rubeksen, men tað metti
dómarin ikki.
Breiddin og tyngdin
Eingin ivi er um, at NSÍ
venjarin mann fyri mann
hevur betri fólk at arbeiða
við enn Oddbjørn Joensen
í AB. Úrslitið talar fyri seg.
NSÍ skoraði tvey mál í 1.
hálvleiki, og NSÍ hevði fleiri
aðrar møguleikar at gera
mál, men heimamenninir
vóru ikki altíð nóg neyvir,
og Magnus E. Poulsen stóð
seg væl í AB málinum.
Tað er tó einki at ivast
í, at NSÍ tilfarið eigur at
leggja upp til betri fótbólts
spæl, enn teir vístu ímóti
uppflytarunum. NSÍ var
leikliga omaná, men á sama
hátt sum hjá teimum í AB,
so kom tað ov ofta fyri, at
mistøk vóru gjørd – eisini í
lítið pressaðum støðum. Ov
nógvar sendingar vóru ikki
nóg neyvar, og temjingarnar
vóru ofta ikki nóg góðar.
Bogi Løkin javnaði til 1-
1. Uppspælið í vinstru átti
Hjalgrím Elttør, sum í løtum
var rættiliga eyðsýndur. Hann
sneiddi framvið fleiri, áðrenn
hann frá baklinjuni legði út
frá til Boga, sum hegnisliga
stýrdi bóltin í málið.
Óli Hansen er liðformaður
hjá NSÍ. Hann gongur undan
í verjuspælinum, og tølini
siga, at hann er vandamiklasti
málskjúttin. Sigursmálið,
sum hann skoraði eftir frí
sparks framlegging frá Einari
Hansen var fínt. AB ansaði
ikki vandamikla manninum,
sum aftanfyri handara stólpan
heilfluktaði upp í nettakið.
Intensiteturin og sitring
arnar vóru allar 90 minutt
irnar, og hóast teir ikki vóru
heilt álvuligir við soleiðis,
sum tað útviklaði seg síðstu
løtuna, so fóru teir gulu og
svørtu fegnir til hús. Møgu
leikin er framvegis góður
fyri, at dreymurin kann ger
ast til veruleika.
NSÍ-AB 2-1 (2-1):
Sitringarnar vóru alla tíðina
Gestirnir úr AB stríddust til
tað seinasta, og við eitt lítið
sindur av hepni kundu teir
tikið stig við sær úr Runavík
Mynd: Einslistir
AB
NSÍ