Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 91 - 14. mai 2007 ] Rivaldo givin í Olympiakos Grikska meistarafelagið, Olympiakos, má nú siga farvæl við eina av sínum avgjørt størstu stjørnum, eftir at Rivaldo um vikuskiftið boðaði frá, at hann gevst í felagnum. Bólt­ snillingurin hevur í longri tíð verið ósamdur við formannin í felagnum, Sokrates Kokkalis. Hetta førdi við sær, at næstan tvær vikur langar sáttmálasamráðingar í gjár steðgaðu. Hes­ um boðaði Rivaldo sjálvur frá, tá ið hann í gjár helt ein væl vitjaðan tíðindafund í Athen. Olympiakos hevur tó okkurt at frøast yvir, eftir at teir eru blivnir grikskir meistarar fyri fleiri leikumførum síðan. Rivaldo hevur tó sýtt fyri at koma til veitsluna, sum verður eftir seinasta leikumfar í morgin. Lyngby fekk ikki mál Oddaliðið í donsku 1. deild, Lyngby, mátti í gjár lúta á heimavølli ímóti Fredericia. Úrslitið av dystinum gjørdist 2­0 til Fredercia. Lyngby hevði annars gott tak á dystinum, og liðið skapti eisini fleiri góðar kjansir, men mál fingu teir ikki. Christian Lamhauge Holst var ein av álopsspælarunum, men hann megnaði heldur ikki at skora. Hóast tapið liggur Lyngby framvegis væl á odda í donsku 1. deild, nú tað resta sjey umfør. Tað gongur rætta vegin Oddbjørn Joensen, AB venjarin, harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast teimum at javna: ­ Vit samanspæla nýtt lið, og tað gongur støð­ ugt rætta vegin. Vit eru uppflytarar á útivølli ímóti liði, sum ætlar sær at vinna FM, men munurin er ikki serliga eyðsýndur, heldur AB venjarin, sum rósar sín­ um spælarum fyri fínan hugburð. Liðformaðurin, Jákup Martin Joensen endaði á skaðastovuni eftir tveir ógvusligar samanbrestir í luftini, Hann hevði nógva pínu í økslini, og teir vóru bangnir fyri, at okkurt var brotið. Eftir vitjanina á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at einki er brotið. Ov nógv upp og niður NSÍ álopsspælarin Jón­ hard Frederiksberg fegn­ aðist um, at tað hevði eydnast heimaliðnum at vinna øll stigini: ­ Skulu vit hugsa um at vera við í kappingini í toppinum, so mugu vit vinna sovornar dystir. Vit høvdu bóltin meiri, enn mótstøðumenninir høvdu bóltin. Vit spæla okkum eisini til møguleikar, men vit fáa ikki nóg stóra úrtøku. Jónhard heldur, at spælið var ov nógv upp og niður: ­ Vit eru fleiri nýggir á liðnum, og tað tekur sína tíð at samanspæla liðið. Í løtum hekk tað væl saman við góðum kombinatiónum, men aðrar løtur gera vit ov nógv mistøk. Um vit vóru óhepnir, so vóru teir frammanfyri 2­0, áðrenn vit fingu mál, men tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða, heldur fyrrverandi Skála spælarin, sum síðani hann flutti til NSÍ hevur skorað eitt mál í landskappingini – ímóti Skála! NSÍ tryggjaði sær væntaða sigurin á AB, men avrikið hjá argja­ monnum boðaði ikki frá, at teir ætla sær at geva skarvin yvir Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Lagið er gott í Runavíkar kommunu. 50 ára føðingar­ dagsbarnið, sum tey øll halda so nógv av og ynskja alt tað besta, syrgdi sunnukvøldið fyri, at vónin um glæsiliga runda føðingardagsgávu er ljóslivandi. Eftir uppgerðina ímóti uppflytarunum av Argjum vóru trý stig afturat sett inn á kontina, sum er vorðin so mikið tung, at tað røkkur til bronsupláss. NSÍ hevði ímóti AB breidd­ ina og tyngdina, sum tað eigur at verða roknað við, at lið við nógvum royndum monnum í fremstu røð hevur, tá ið mótstøðuliðið er nýtt í fremstu røð og fyri tað mesta mannað við spælarum, sum ikki hava royndir frá Formula fótbólti. Men tað var neyðugt hjá heimaliðnum at arbeiða fyri søkini. AB stríddist manni­ liga, og gestirnir fingu eyka orku, tá ið tað eydnaðist at fáa fyrsta málið. Dómarin metti, at Óli Hansen fór um markið í nærdystinum við Súna Fríða Barbá, tá ið hornaspark varð lagt innfyri, og AB toppskjúttin umsetti sjálvur úr ellivu metrum. Um tað hevði vitað heilt væl við hjá AB, so hevði leiðslan verið tvífaldað mið­ skeiðis í 1. hálvleiki. Langt diagonalskift úr høgru til Hanus Jacobsen, sum sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann smekkaði flatt innfyri málið, har Súni Fríði var á rætta staðnum í røttu løtuni, men bólturin fór upp um málið. AB varð skert, tá ið lið­ formaðurin Jákup Martin Joensen noyddist at taka seg av vøllinum. Men vara­ liðformaðurin Rani D. Christiansen tók saman við Pæturi Jørgensen miðvall­ arábyrgdina á seg og var sera eyðsýndur. Morten Overgaard var raskur í mið­ verjuni, Súni Fríði var støðug álopshóttan, og 17 ára gamli Rógvi Poulsen sýndi fínar dygdir í høgru. Tá ið NSÍ síðtu løtuna hevði hug at toga í hondbremsuna var nakrar ferðir um reppið, at tað eydnaðist AB at javna, men tað bleiv ikki meiri enn nær við og næstan. AB vildi vera við, at brotsspark var gjørt ímóti innskifta Hendriki Rubeksen, men tað metti dómarin ikki. Breiddin og tyngdin Eingin ivi er um, at NSÍ venjarin mann fyri mann hevur betri fólk at arbeiða við enn Oddbjørn Joensen í AB. Úrslitið talar fyri seg. NSÍ skoraði tvey mál í 1. hálvleiki, og NSÍ hevði fleiri aðrar møguleikar at gera mál, men heimamenninir vóru ikki altíð nóg neyvir, og Magnus E. Poulsen stóð seg væl í AB málinum. Tað er tó einki at ivast í, at NSÍ tilfarið eigur at leggja upp til betri fótbólts­ spæl, enn teir vístu ímóti uppflytarunum. NSÍ var leikliga omaná, men á sama hátt sum hjá teimum í AB, so kom tað ov ofta fyri, at mistøk vóru gjørd – eisini í lítið pressaðum støðum. Ov nógvar sendingar vóru ikki nóg neyvar, og temjingarnar vóru ofta ikki nóg góðar. Bogi Løkin javnaði til 1­ 1. Uppspælið í vinstru átti Hjalgrím Elttør, sum í løtum var rættiliga eyðsýndur. Hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann frá baklinjuni legði út frá til Boga, sum hegnisliga stýrdi bóltin í málið. Óli Hansen er liðformaður hjá NSÍ. Hann gongur undan í verjuspælinum, og tølini siga, at hann er vandamiklasti málskjúttin. Sigursmálið, sum hann skoraði eftir frí­ sparks framlegging frá Einari Hansen var fínt. AB ansaði ikki vandamikla manninum, sum aftanfyri handara stólpan heilfluktaði upp í nettakið. Intensiteturin og sitring­ arnar vóru allar 90 minutt­ irnar, og hóast teir ikki vóru heilt álvuligir við soleiðis, sum tað útviklaði seg síðstu løtuna, so fóru teir gulu og svørtu fegnir til hús. Møgu­ leikin er framvegis góður fyri, at dreymurin kann ger­ ast til veruleika. NSÍ-AB 2-1 (2-1): Sitringarnar vóru alla tíðina Gestirnir úr AB stríddust til tað seinasta, og við eitt lítið sindur av hepni kundu teir tikið stig við sær úr Runavík Mynd: Einslistir AB NSÍ